Skiparin á Norrønu skelkaður

?Norrøna hevur gullrein trygdarpappír, so eg fati ikki, hvussu sigur Ólavur Hovsgarð, skipari á Norrønu

? Eg skilji púra onki av hesum.

Ólavur Hovsgarð, skipari á Norrønu, er milt sagt skelkaður av tíðindunum frá Søfartsstyrelsen í gjár um tað vánaligu trygdina umborð á Norrønu.

Í hesi vikuni hevur Søfartsstyrelsen almannakunngjørt ársfrágreiðingina fyri 1999, og har fær Norrøna vánaligt skoðsmál fyri trygdina.

Í hesum føri eru tað úrslitið av brunavenjingunum, sum hugsað verðu um.

Søfartsstyrelsen hevur kannað Norrønu 10. mai í fjør og hvat brunatrygdini viðvíkur, fær Norrøna tað vánaligasta ummælið, sum hugsast kann.

Á einum skala frá 0-10 fær Norrøna nevniliga eitt snøgt 0 fyri brunavenjingarnar.

Søfarsstyrelsen hevur eisini kannað fimm onnur, føroysk ferðamannaskip.

Av teimum fær Strandfaraskipið Pride eisini eitt runt 0 frá Søfarsstyrelsen fyri brunavenjingar, og Dúgvan fær eitt fýratal.

Hinvegin fær Tróndur 9, Sam fær 8 og Smyril fær 7.

Søfartsstyrelsen sigur, at skoðsmálið frá 6-10 er nøktandi, frá 3-5 er minni gott og 0-2 er ikki nøktandi.


Hava gullrein pappír

Tað er skiparin, sum hevur ábyrgdina av trygdina.

Og ein av skiparunun á Norrønu, Ólavur Hovsgarð skili ikki, hvussu tað ber til, at Norrøna fær so ringt skoðsmál.

? Vit hava gullrein trygdarpappír. Tað merkir at Norrøna hevur allar góðkenningar, sum hon skal hava.

Men hann heldur avgjørt, at er trygdin umborð á Norrønu ikki ílagi, átti Søfartsstyrelsen heilt einfalt at gjørt álvara av og lagt skipið.

? Tí tað er avgjørt eitt mál, sum Søfartsstyrelsen eigur at taka sær av.

Ólavur Hovsgarð sigur, at norska skipasýnið hevur eisini verið umborð á Norrønu og kannað allar trygdarskipaninar og alt skipið annars, og teir høvdu ongar viðmerkingar.

Skiparin sigur, at tað er álvarsligt fyri Norrønu og Smyril Line at Søfartsstyrelsen sleppur slíkum tíðindum út, tí tað kann fáa avleiðingar fyri umdømi hjá Norrønu.

Og hann heldur eisini ,at hetta hetta kann ikki fara afturvið borðinum óátalað.

Men akkurát, hvat verður gjørt við tað, veit hann ikki.


Tríggjar venjingar

Ólavur Hovsgarð sigur, at tað, sum kann vera hent, er, at tað var tann 10. mai í fjør, at Søfartsstyrelsen var umborð og gjøgnumgekk tær ymsu trygdarskipanirnar saman við manningini.

?Hetta var fimm dagar áðrenn summarsiglingin byrjaði og tað var spildurnýggj manning umborð og hon var sjálvandi ikki von við skipið tá.

Men skiparin sigur, at tá ið summarsiglingin byrjar, og nýggj manning kemur umborð, er eitt tað fyrsta tey gera, at gjøgnumganga trygdarskipanirnar, so at hvør veit, hvat hann, ella hon skal gera, um neyðstøða tekur seg upp. Tann fyrsti dagurin er settur av, allur sum hann er, til venjingar.

? Hedna eina dagin uppundir summarsiglingina, hava vit ikki færri enn tríggar venjingar við manningini fyri at tað ongin ivi skal vera um nakað sum helst.

Síðani hava vit fullar venjingar einaferð um vikuna fyri at halda alt viðlíka.

? Og tað er meiri enn donsk skip gera, tí tey hava bara venjingar einaferð um mánaðin.

Hann sigur eisini, at hevur Søfartsstyrelsen nakað at finnast at, plagar tað at krevja ?umroynd?.

Óalvur Hovsgarð sigur, at Søfarsstyrelsen var eisini umborð seinasta summar og gav Norrønu ISM-Góðkenning.

ISM stendur fyri International Safety Management og tað er ein altjóða trygdargóðkenning.

? Tað átti Søfartsstyrelsen eisini at almannakunngjørt

? Men at Søfartsstyrelsen almannakunngerð slíkar upplýsingar, uttan víðari, er uttanfyri alt mark, heldur Ólavur Hovsgarð.


Nýggjar venjingar

Ib Mathisen Yvirskipainspektørur á Søfartsstyrelsen, sigur, at vit skulu vera varin við at koma til alt ov víttfevndar niðurstøður av hesum eftirlitinum hjá Skipasýninum.

? Hetta merkir avgjørt ikki, at tað eru óráð at sigla við Norrønu.

? Tað, sum skoðsmálið frá Søfarststyelse merkir, er, at henda ávísa dagin var brunavenjingin á Norrønu avgjørt ikki nøktandi.

? Og í slíkum førum krevja vit, umroynd og tað er eisini gjørt í hesum førum.

? Og tær venjingar, sum vit síðani hava havt eftirlit við umborð á Norrønu, hava verið nøktandi, sigur Ib Mathisen.