Tað kann gott vera, at tað gongur av skriðuni hjá Fólkaflokkinum í seinastu veljarakanningini, men føroyingar eru eftir øllum at døma sera væl nøgdir við Anfinn Kallsberg, sum løgmann.
So væl, at triði hvør føroyingur, sambært hesi veljarakanningini, vil hava, at hann skal halda áfram í sessinum eftir næsta væl eisini.
Hetta er nokkso merkisvert tí tey, sum vilja hava Anfinn Kallsberg at halda fram sum løgmann, eru tvífalt so nógv, sum tey sum velja Fólkaflokkin.
Tí má sigast, at henda veljarakanningin er eitt rættuligt herðaklapp til løgmann, hóast flokkurin fær ein undir vangan.
Jóannes á
øðrum plássi
Næstbest umtókti politikari, sum næsti Føroya løgmaður, er Jóannes Eidesgaard, sum sambært veljarakanningini fær knappliga 23 prosent.
Hetta kemur neyvan, sum nøkur bumba tá havd verður í huga framgongdin hjá Javnaðarflokkinum, men kortini mugu vit enn einaferð staðfesta, at tað ikki er samanhangur millum undirtøkuna hjá flokkinum og undirtøkuna sum formaðurin í flokkinum fær.
Í hesum umfari er úrslitið tað beint øvugta av tí hjá Fólkaflokkinum. Jóannes fær fimm prosent færri atkvøður enn flokkurin fær, men tað er neyvan nakað, sum ávirkar Jóannes.
Tað er heldur ikki so løgið, at veljarar taka undir við tí løgmanni, sum situr, tá spurt verður, serliga tí, at løgmaður sjáldan er í politiskum illveðri.
Kortini var tað eitt sindur øðrvísi áðrenn seinasta val, tí tann løgmaður, sum tá sat, hevði havt nógv politiskt illveður rundan um seg beint áðrenn samgonguslit.
Edmund ikki undirtøku
Og tað er synd at siga, at Edmund hevur undirtøku manna millum nú tvey ár eru liðin síðani seinasta val.
Bara níggju prosent siga, at tey halda at Edmund skal vera næsti løgmaður Føroya og tað er nógv minni enn undirtøkan flokkur hansara fær.
Flokkurin fær næstan 22 prosent av atkvøðunum, so tað vil siga, at meiri enn helmingurin av hansara egnu veljarum Edmunds, ikki vilja hava, at hann aftur skal seta seg í løgmansstólin.
Henda støða er kanska heldur ikki so løgin tá hugsað verður um, at Edmund ikki hevur sitið so tryggur í formansstólinum í Sambandsflokkinum.
Tað er ikki so langt síðani, at Edmund fekk kapping til formansvalið, og tað er synd at siga, at tað er kvirran, sum hevur valda innanhýsis í Sambandsflokkinum.
Kortini hevur ikki verið so nógv at hoyra á hasum frontinum seinastu tíðina.
Høgni heldur tørn
Eins og við Edmundi og Jóannesi, hevur Høgni Hoydal trupulleikan av, at hann »kappast« við ein sitandi løgmann.
Høgni, sum við rúkandi ferð kom inn á ting við seinasta val, er framvegis vælumtóktur og fær góð 18 prosent av veljaraskaranum at atkvøða fyri sær, sum nýggja løgmann.
Kortini er støðan hjá Tjóðveldisflokkinum eitt sindur meira sermerkt enn hjá hinum báðum. Her er talan um ein nýggjan politikara, sum við sera stórari undirtøku fær eina sentrala plasering í flokkinum.
Formaður floksins fær harafturímóti onga undirtøku millum veljararnar og tað er kanska merkisvert í sær sjálvum. Heini O. Heinesen hevur stóra undirtøku millum veljararnar í sínum valdømi, men tey meta hann eftir øllum at døma ikki sum tann rætta, sum løgmansevni.
Helena lítla undirtøku
Tann, sum fær minstu undirtøkuna, er Helena Dam á Neystabø.
Bert heilt fáir veljarar meta, at hon eigur at seta seg í løgmanssessin eftir næsta val.
Hugsa vit um undirtøkuna hjá flokkinum er tað kanska ikki so merkisvert, og leggja vit tað afturat, at hon hevur sitið í politiskum og umsitingarligum ódnarveðrið, sum landsstýrismaður í heilsu- og almannamálum, so er tað als ikki so løgið, at hon fær minstu undirtøkuna, sum framtíðar løgmaður Føroya.
Niðurstøðan er tí, at tað er sitandi løgmaður og formaðurin fyri størsta andstøðuflokkin, sum hava størsta áhugan millum veljararnar.
Annar fyri at sita og gera eitt gott arbeiði. Hin fyri at vera aktivur í andstøðu og fyri at vera aktivur á vøllinum í sambandi við fullveldismálið. Um teir eru samdir ella ikki, kann fyri so vítt vera líka mikið í hesum føri í hvussu er.