Rás 2 fær fleiri lurtarar

Rás 2 fer nú at senda til Norðoyggjar og størri part av Eysturoynni, og tað verður gjørt við Norðoya Sparikassa í rygginum

Kappingin millum útvarpsrásirnar verður nú rættiliga flutt út um høvusstaðin.

Rás 2 fer um góðar tvær vikur at senda umvegis ein sendara á Brúnaskarði í Klaksvík, og hesin sendarin fer at hava við sær, at Rás 2 fer at hoyrast í Norðoyggjum Lorvík, Fuglafirði og Gøtu.

Tað er Norðoya Sparikassi, sum nú tryggjar Rás 2 størri sendiøki.

? Hetta fer at vaksa munandi um okkara inntøkugrundarlag, sigur Petur Jacobsen, sum í gjár tók við sum stjóri á Rás 2, eftir at Suni Jacobsen er farin frá.

Partapeningurin í Rás 2 er hækkaður úr 80.000 og upp í 130.000, og ADJ eigur nú størsta partin av partapeninginum.

Rás 2 hevur seinastu mánaðirnar sent útvarpstilfar til miðstaðarøki og Skálafjørðin, men tað hevur alla tíðina verið eitt ynski hjá rásini at víðka um sendiøki.

? Virðið á handilslýsingunum veksur munandi, nú lýsingarnar kunnu hoyrast av tveimum triðingum av føroyingum, og hetta kemur at hava sera stóran týdning fyri okkum framyvir, sigur Petur Jacobsen.

? Vit fáa størri møguleikar at selja lýsingar, nú vinnulívið kann røkka størri fjøld, og vit røkka størri parti av vinnulívinum.


Komnir á mál

Rás 2 livir av lýsingarinntøkunum, og tí er framtakið í Norðoyggjum og Eysturoynni ein liður í royndini hjá rásini at útvega sær fleiri pengar til at reka rásina fyri.

? Jú fleiri pengar vit fáa inn, jú betri útvarp kunnu vit gera, sigur Petur Jacobsen.

Rás 2 ætlar sær at gera tilfar úr tí økinum, sum teir nú fara at senda til, og stjórin útilokar ikki, at rásin fer at samstarva við lokal, til dømis í Klaksvík, har upptøkustudio longu er, og har áhugin fyri at senda útvarp er til staðar. Men enn er einki ítøkiligt í hesum.

? Hetta liggur alt frammi í tíðini, men vit fáa nú møguleikan at lata til dømis klaksvíkingar senda sítt egna tilfar úr Klaksvík. Tekniskt er einki í vegin við hesum, sigur Petur Jacobsen.


Helst komnir á mál

Rás 2 skal nú hava endaligu loyvini uppá pláss, men hetta eru alt avgreiðslumál. Radioeftirlitið skal góðkenna, at Rás 2 setir sendara upp á Brúnaskarði, rásin skal hava ein frekvens, og Føroya Tele skal geva loyvi til Rás 2 at brúka eina antennu til at seta sendaran á.

? Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá okkum at kunna senda til Klaksvíkar og størri part av Eysturoynni, og eg eri sera spentur, nú tað verður veruleiki, sigur Petur Jacobsen.

Hann sigur, at í løtuni eru ongar ætlanir um at víðka sendiøki enn meira. Rás 2 hevur onga skyldu til at senda til allar Føroyar, og nú teir røkka tveimum triðingum av fólkinum og stórum parti av vinnulívinum, halda teir seg verða komnar langt ávegis ? kanska á mál.


Sparikassin ger

tað gjørligt

Norðoya Sparikassi hevur syrgt fyri, at Rás 2 verður ført at gera í løgu í nýggjan sendara nú.

Sparikassin hevur goldið sendaran, sum nú skal setast upp á Brúnaskarði.

? Tá vit gera ein slíka sponsoravtalu, er tað tí, at vit meta eitt virðið verða í hesum, sigur Gunnar Nolsøe, marknaðarleiðari í Norðoya Sparikassan.

? Tað kann verða ein fyrimunur fyri okkara virkisøki, um vit fáa eina útvarpsrás afturat, og tað kann eisini metast sum eitt pluss, um fleiri tíðindi og útvarpstilfar annars verður gjørt í okkara øki, sigur hann.

Hann leggur tó dent á, at Sparikassin fer ikki at blanda seg upp í virksemi hjá Rás 2. Teir hava goldið fyri sendaran, og Rás 2 eigur og brúkar hann.

? Vit hava onga skyldu til at gera eina slíka íløgu, og vit hava heldur ikki bundið okkum til nakað, um onkur lokalur hevur hug at fara at senda útvarp. Vit meta frá máli til mál, sigur Gunnar Nolsøe.

Stjórin á Rás 2 roknar við at taka nýggja sendaran í brúk um góðar tvær vikur.