fyri Tvøroyri skrivar Arnhold Olavsson Jensen millum annað: - Nú havi eg sum lækni her á staðnum ávarað ímóti hesi vandastøðu og tí er tað nú upp til tykkum sum manna býráðið at gera nakað vid hetta, ella [...] vatn, ásannar Kristin Michelsen. Sambært borgarstjóranum eru tað okkurt um 100 húski í kommununi, sum ikki fáa reinsað vatn. Tilsamans eru um 700 húski á Tvøroyri. Vinnulívið Kristin Michelsen vísir [...] sjálvfylgja at fáa reint vatn úr krananum, um tú býrt í Tvøroyrar Kommunu. Trupulleikin er ikki nýggjur, og nú rópar kommunulæknin í býnum varskó. Arnhold Olavsson Jensen heitir beinleiðis á fólk á Tvøroyri
niðurgjørdur, men tó verið afturvendandi hampiligur. Eru fjølmiðlar politiskir Møguliga er ikki lætt at staðfesta, hvussu føroysk fjølmiðlafólk politiskt eru samasett, tí hóast kanningar verða gjørdar um øll [...] stuðlað Reyð-grønu flokkunum. Tað skal undra meg, um føroysk fjølmiðlafólk eru nakað undantak, hóast ongin kanning er gjørd. Taka vit so ein tvørskurð av Noregi, Danmark og Svøríki, kundi týtt uppá, at føroysku [...] Nøkur fá orð nú “farið er um trettanda” Tá ein fer uppí politikk og er í politikki, er sjálvsagt at gera sær greitt, at meiningar, metingar og viðgerðir av politikaranum bæði kunnu vera lívsjáttandi og
til høvuðsvinnuna? Men eru tey tolin, so eru tey eisini miðvís. Sera áhugavert var tá ið Eysturoyar vinnulívsfelag skipaði fyri kunning um Estland; verður rætt atborðið, so kunnu vit vinna á Estlandi bæði [...] Kári á Rógvi, løgtingsmaður og formaður í Sjálvstýrisflokkinum .......... Nú valskeiðið fer at halla, er høvi bæði at líta afturá og leggja ætlanir frameftir. Fyri meg hevur stuðulin um alt landið havt [...] ‘Har Inni’ svara: ‘góðu løgini skulu setast til tann góða boðskapin!’ Men ikki bert veruligir tónar eru góðir í Kelduni; samkoman hevur eisini sligið góða tónan ann í vinnuspurningum. Eyðvitað er altíð ringt
Tvinnandu orsøkir eru til, at vit hava móttøku í Vestmanna í dag. Deildin fyllir 50 ár í ár, og hon er eisini vorðin umbygd. Við hesi móttøku fáa okkara viðskiftafólk høvi at síggja nýggju hølini, segði [...] Jacobsen og Jórun Durhuus eru í farloyvi. Umbyggingin av deildini hevur við sær, at fermetratalið á niðastu hædd økist úr 96 til 130 fermetrar, tvs. at uml. 35 fermetrar eru komnir aftrat á niðastu hædd [...] Í 2003 vóru um 180 fulltíðar starvsfólk og í dag rokna vit 199 fulltíðarstarvsfólk í Sparikassanum, segði Bjarni Olsen. Føroya Sparikassi hevur nú skift navn og eitur Eik Banki P/F. mg.
heldur, at Føroyar verða tikið í álvara og virt innanveggja í Brússel. - Vit verða vird sum flest øll onnur lond, men vit eru nokk ikki tað fyrsta landið, ES Nevndin vendir eyguni móti at leita íblástur [...] og er síðani broyttur í 1996 og 1998. Við seinastu broytingunum eru bert fýra kvotur eftir í útflutninginum hjá Føroyum til ES. Kvotur eru enn á pilkaður rækjum, fiskafóðuri, sílum og ávísum niðursjóðaðum [...] sambandi við felags fiskivinnupolitikk ES Hann nevnir eisini sum dømi, at í fiskiveiðusamráðingunum eru stundum 48.000 føroyingar upp ímóti heili fimmhundrað milliónum fólkum á ES síðuni. Nógvir møguleikar
Ovastevna Fara veðurgudarnir at skikka sær líka væl á ovastevnu í ár sum seinasta ár, eru øll útlit til, at stevnan, sum nú hevur 10 ár á baki, fer at eydnast til fulnar. Undirtøkan, sum stevnan fekk í fjør [...] "pappírinum" tískil áttu at verið stevnutroytt. Vit hava hugt at eitt sindur at, hvat stevnuskráin hesaferð hevur at bjóða. "Cabaleum" Lagt verður hart fyri, um vit so kunnu siga, tí longu fyrsta tiltak á skránni [...] verður fyri børnum, og hon byrjar í Royndarhúsinum kl. 18. Øll tey fyrstu tiltøkini, sum eru á skránni í kvøld, eru ætlað børnum. Samstundis, sum "Cabaleum" verður sýnd, verður tombola og skjótibreyt á
hjá stjórnini, at vit ynskja eina víðkan og víðari menning av ríkisfelagsskapinum. Tað merkir, at Føroyar og Grønland skulu yvirtaka ábyrgdina av einari røð av málsøkjum. Í dag eru vit so vorðin samd um [...] einari felags yvirlýsing á Tvøroyri. Felags yvirlýsing Føroya løgmaður og danski forsætisráðharrin eru í yvirlýsingini samdir um, at lógargrundarlagið skal fáast til vega í komandi løgtings- og fólkatingsári [...] yvirtøkan setir serlig krøv til fyrireikingina, sigur yvirlýsingin uttan at útgreina nærri, hvørji tey eru. Men helst er talan um m.a. løgregluna. Um Løgtingið og Fólkatingið samtykkja yvirtøkulógina, verður
síðani ein yvirbygningur, sum tekur tvey ár. At lesa sálarfrøði er sera spennandi, tí har eru so mong onnur ting, sum eru partur av sjálvari lærugreinini. So sum biologi, sociologi, samfelagsfák, filosofi og [...] universiteti, men til hetta kann eg bara svara bæði ja og nei. Á tímatalvuni eru ikki nógvir tímar, áleið 14 um vikuna, har teir flestu eru fyrilestrar. So á tann hátt er tað ikki strævið, men nógv er at gera [...] gera heima. Nógvar uppgávur og nógv at lesa. Eg minnist ta fyrstu vikuna, tá fingu vit at vita, at vit skuldu lesa 500 síður til vikuna eftir. Eg øtaðist og hugsaði veruliga, at eg var endað á skeivum staði
sama. Vit eiga tveir loftmiðlar sum eru almennir, men himmalvíður munur er á, hvussu nógv teir eru úti um seg. Eg veit væl, at tað er ikki sami prísur, at gera sjónvarp, útvarp og tíðindabløð, og vit hava [...] beinleiðis sendingum frá umførunum, ið eru merkt av áhuga og nærlagni. Prix Føroyar er nú eitt tiltak sum tónleikarar taka í størsta álvara, og eg trúgvi at tað eru túsundavís av føroyingum, bæði her heima [...] umfarið. Tó skal Tróndur Vatnhamar ikki lastast fyri tað. Tróndur og hansara lið, gera nokk tað tey eru ment, útfrá fortreytunum tey hava at arbeiða undir. Og tó at tað einans gerast 30 - 35 minuttir um
ella stættarbýti. - Vit vita øll at veruleikin í Føroyum er ein annar. Tí hóast vit liva í einum góðum og ríkum landi, eru tað stórir samfelagsbólkar, sum eru dragnaðir afturút, og sum eru settir uttanfyri [...] yvirtaka skipasýni eftir heimastýrislógini, meðan yvirtøkurnar av skúlaverki og almennari forsorg ikki eru verdar at nevna, tí hetta er einki uttan politisk formalisering av veruligu yvirtøkuni, sum fór fram [...] fyri 25 árum síðani. - Men tað kemur ikki eitt einasta sjálvkritiskt orð frá løgmanni um, hvørt tað nú møguliga vóru onkur mistøk í teirra glæsiligu politisku ætlan sum gjørdi, at hon bleiv ein slík fiasko