Gloymið ikki motorin!

Kári á Rógvi, løgtingsmaður og formaður í Sjálvstýrisflokkinum
..........

Nú valskeiðið fer at halla, er høvi bæði at líta afturá og leggja ætlanir frameftir. Fyri meg hevur stuðulin um alt landið havt stóran týdning, ikki minst úr Eysturoynni.
Farna vikuskifti var Fjarðafestivalur hildin. Hetta er dømið um ótrúliga ágrýtnið og fyritaksemið í Eysturoynni. Gamli spurningur plagdi at vera, hví ‘illimaður skuldi eiga øll tey góðu løgini?’ Tey ‘Har Inni’ svara: ‘góðu løgini skulu setast til tann góða boðskapin!’
Men ikki bert veruligir tónar eru góðir í Kelduni; samkoman hevur eisini sligið góða tónan ann í vinnuspurningum. Eyðvitað er altíð ringt hjá tí ríka halda seg á smala vegnum, men onkursvegna er gott at tosa ítøkiliga um, hvat skal leggjast í boðskapin um hvønn dag í lívi og levnaði at batna. At savna vinnulísvfólk at tosa um lívsvirði og góðan atburð er bert at fegnast um, vónandi kunnu eisini aðrar kirkjur taka upp tann sið.
Hetta ágrýtni hjá eysturoyingum er eyðsýnt á so mongum økjum, aling, fiskiskapur, fiskavirking, og ikki minst mangar avleiddar vinnur merkja hesa oynna. Eysturoyggin kann saktans kalla seg motorin ella í øllum førum ein av høvuðsmotorunum í føroyska búskapinum. Sum maskinmenn flest eru eysturoyingar eitt sindur tigandi og álvarsamir, leggja seg ikki ov nógv út í prátið, men hava vísdómsorð á munnu, tá ið teir taka til máls.
Fyri meg sum ungan tingmann hevur verið áhugavert at sæð, at gott hundrað eysturoyingar hava valt meg, eg lá á odda hjá Sjálvstýrisflokkinum í fleiri enn 10 bygdum, men hesir hava ikki kravt nógv meira enn miðvísan sjálvstýrispolitikk við denti á framburð og sosial-liberala stevnu. Eysturoyingar hava tikið eina mest undir við Føroyum sum einum valdømi, og eysturoyingar eru sterkastu stuðlar undir miðvísum útbúgvingarpolitikki. Kambsdalur eigur at gerast minst líka so spennandi campus sum hinir deplarnir í Klaksvís, Tórshavn, Vestmanna og í Hovi/Porkeri. Harav átti Kambsdalur serliga at víst seg sum grund- og eftirútbúgvingardepil fyri vinnutegndan skúlaskap. Teir mongu nýggju skúlabygningarnir kring Skálafjørðin verða upplagt tengdir at slíkum depli.

Gloymið ikki minsta blettin
Yrkjarin biður okkum líta yvir Føroyalandið og ikki gloyma minsta blettin. Tey virknastu økini verða ofta gloymd, men Eysturoygin tykist mestum ov tolin; høvuðsvegur okkara frá brúnni um Streymin og allavegin norð í tunnilsmunnan við Lorvíksfjørð, alt ov smalur og trupul; hví kemur ongin tunnil undir Tangafjørð?; og hví verður ikki satsað stórt uppá útbúgving í tilknýti til høvuðsvinnuna?
Men eru tey tolin, so eru tey eisini miðvís. Sera áhugavert var tá ið Eysturoyar vinnulívsfelag skipaði fyri kunning um Estland; verður rætt atborðið, so kunnu vit vinna á Estlandi bæði so og so, men fyrsta stigið er at avlesa taktikkin hjá teimum.
Stórar avbjóðingar standa fyri framman, skútan Føroyar skal stýrast millum boðar og sker, men vit mugu ikki gloyma motorarnar ið dríva skútuna.