? Eg havi altíð hildið sálarfrøði vera sera spennandi, og hesin áhugin mentist bara, meðan eg gekk á HF, har sálarfrøði er ein av lærugreinunum.
Fyri at sleppa inn at lesa sálarfrøði, krevst eitt nokk so høgt miðaltal, og tað eydnaðist mær tíbetur, so nú eri eg í gongd við mína dreymaútbúgving. Men hóast ein ikki lýkur krøvini um miðaltalið, so kann ein sleppa inn kortini, um søkt verður gjøgnum kvotu 2.
Útbúgvingin til sálarfrøðing er býtt upp í tvey. Fyrst ein bachelorútbúgving, ið tekur trý ár, og síðani ein yvirbygningur, sum tekur tvey ár.
At lesa sálarfrøði er sera spennandi, tí har eru so mong onnur ting, sum eru partur av sjálvari lærugreinini. So sum biologi, sociologi, samfelagsfák, filosofi og so framvegis. Mong halda, at sálarfrøði er = Freud, men tað haldi eg ikki. Sálarfrøði er so øgiliga nógv meira enn bara Freud og psykoanalysan.
Ofta verði eg spurd, um tað ikki er torført ella strævið at ganga á universiteti, men til hetta kann eg bara svara bæði ja og nei. Á tímatalvuni eru ikki nógvir tímar, áleið 14 um vikuna, har teir flestu eru fyrilestrar. So á tann hátt er tað ikki strævið, men nógv er at gera heima. Nógvar uppgávur og nógv at lesa. Eg minnist ta fyrstu vikuna, tá fingu vit at vita, at vit skuldu lesa 500 síður til vikuna eftir. Eg øtaðist og hugsaði veruliga, at eg var endað á skeivum staði, men tað ræður um at leggja sær tingini væl tilrættis og síðani raðfesta, hvat ein kann og ikki kann. Í fyrstuni kann tað vera torført, at allur teksturin er á enskum, men tað venur ein seg við beinanvegin.
Viðvíkjandi bústaðarmøguleikum vita tey flestu, ið fara niður at lesa, at tað er sera torført at finna nakað at búgva í. Í løtuni búgvi eg sjálv til leigu á tí privata marknaðinum, og er tað væl dýrari enn á kollegium. Men tað ræður um at skriva seg upp allastaðni í góðari tíð, so skal tað nokk eydnast at fáa okkurt at búgva í. Her kann eg líka leggja afturat, at ein skal ikki vera bangin fyri at finna okkurt uttanfyri býin, tí ferðasambandið er gott, og ofta tekur tað ikki nógv meira tíð, enn um ein býr inni í býnum.
Tá eg byrjaði á universitetinum, virkaði alt so stórt og ógvusligt, og eg føldi, at øll hini vóru klókari enn eg, men sum fráleið fann eg út av, at mong onnur vóru í somu støðu, sum eg. So sum eitt gott ráð, vil eg siga, at hóast tað í fyrstuni eru nógvir stórir bitar at gloypa, so má ein ikki fella í fátt. Ein venur seg skjótt við alt tað nýggja.