Í september gongur leiðin til enska høvuðsstaðin, London. Tá hevur steðgurin verið fimm ár. Sum umboð fyri tað føroyska fólkið hevur hann gingið aftur og fram á politisku korridorunum á ES høvuðsborgini. Millum embætisfólk, politikarar og lobbyistar hevur samfelagsfrøðingurin Hákun Jógvansson Djurhuus sum at kalla einsamallur føroyingur arbeitt fyri at fremja føroyskt áhugamál. Ein einsamallur riddari seinasti fimm árini.
- ES er í nógvar mátar eitt stórveldi við 25 limalondum og tveimum væl ávegis limaskapi. Í Brússel starvast 24.000 embætisfólk hjá ES Nevndini, men tað er væl minni enn kommunala umsitingin í fleiri av ES limalondunum, sigur Hákun J. Djurhuus.
Føroyski sendimaðurin heldur, at Føroyar verða tikið í álvara og virt innanveggja í Brússel.
- Vit verða vird sum flest øll onnur lond, men vit eru nokk ikki tað fyrsta landið, ES Nevndin vendir eyguni móti at leita íblástur til evropiska rákið.
- Í mun til okkara stødd geva hini londini okkum nógvan ans ? serliga sum fiskivinnutjóð, sigur Hákun J. Djurhuus. Tað er ikki óvanligt at føroyska fiskidagaskipanin verður umrødd í ES Tingunum sum fyrimynd, tá kjakast verður um broytingar í sambandi við felags fiskivinnupolitikk ES
Hann nevnir eisini sum dømi, at í fiskiveiðusamráðingunum eru stundum 48.000 føroyingar upp ímóti heili fimmhundrað milliónum fólkum á ES síðuni.
Nógvir møguleikar
Føroyar hava sum er ein handilssáttmála við ES. Hesin var av fyrstan tíð gjørdur í 1991, og er síðani broyttur í 1996 og 1998. Við seinastu broytingunum eru bert fýra kvotur eftir í útflutninginum hjá Føroyum til ES. Kvotur eru enn á pilkaður rækjum, fiskafóðuri, sílum og ávísum niðursjóðaðum vørum. Heilsufrøðiligur sáttmáli er knýttur at handilssáttmálanum í 2001.
Fleiri møguleikar eru fyri tættari samstarvið millum Føroyar og ES. Løgmaður vitjaði fyri stuttum í Brússel, har fram-tíðarviðurskifti ES og Føroyar millum vóru umrødd, og møguleikar fyri tættari samstarvi.
Samstarvið við ES kann í mesta lagi gerast til føroyskan limaskap. Hákun J. Djurhuus metir tað vera ógvuliga ósannlíkt, at ein limaskapur umvegis Danmark kann koma upp á tal, sum eitt nú Áland hevur umvegis Finnland. Grundað á politiska støðuna í Føroyum, og støðuna Føroya og Danmarkar millum.
Í løtuni fylgir landsstýrið einum leisti líkur tí hjá Sveis.
- Sveis hevur í løtuni eina handilsavtalu og sjey seravtalur knýttar at upprunasáttmálanum. Ein tílík loysn gevur eisini nógvar av teimum fyrimunum, sum EBS samstarvið gevur, sigur Hákun J. Djurhuus.
Økt umsiting
Spurningurin um føroyskan limaskap er ikki á dagsskrá í Føroyum. Men hóast Føroyar ikki gerast limir, so vil eitt tættari samstarv krevja økta umsiting.
- Íslendingar hava í løtuni tjúgu fólk frá almennari síðu í Brússel. Tað er greitt, at eitt samstarv innan fleiri øki við ES, sum gransking, útbúgving osfr. Kemur at krevja økta umsiting og fleiri fólk á sendistovuni, sigur Hákun J. Djurhuus.
Sum er kostar føroyski sendimaðurin í Brússel umleið 1,4 milliónir krónur árliga.