Ovastevna
Fara veðurgudarnir at skikka sær líka væl á ovastevnu í ár sum seinasta ár, eru øll útlit til, at stevnan, sum nú hevur 10 ár á baki, fer at eydnast til fulnar.
Undirtøkan, sum stevnan fekk í fjør, var størri enn nakrantíð, og umframt bátar í hópatali, sum leitaðu sær um fjørðin úr meginøkinum og aðrastaðni, flutti strandfaraskipið, Rytan, ikki færri en 2000 fólk um fjørðin.
Eftir fólkatalinum í Nólsoy, sum er undir 300, er eingin ivi um, at ovastevnan er best vitjaða stevnan í landinum ? tó, at hon liggur eftir, at allar hinar stevnurnar hava verið, og fólk á "pappírinum" tískil áttu at verið stevnutroytt.
Vit hava hugt at eitt sindur at, hvat stevnuskráin hesaferð hevur at bjóða.
"Cabaleum"
Lagt verður hart fyri, um vit so kunnu siga, tí longu fyrsta tiltak á skránni í kvøld er kabarettin, sum í ár hevur fingið heitið, "Cabaleum". Fyrsta sýningin verður fyri børnum, og hon byrjar í Royndarhúsinum kl. 18.
Øll tey fyrstu tiltøkini, sum eru á skránni í kvøld, eru ætlað børnum. Samstundis, sum "Cabaleum" verður sýnd, verður tombola og skjótibreyt á Nýggjavegi, og seinni um kvøldið eisini hoppiborg, skreiðiborg, miniásni og mekaniskur tarvur í skúlagarðinum.
Í kvøld sleppa børnini eisini at dansa í tjaldinum til kl. 22.30.
Sjálv frumsýningin av kabarettini verður kl. 20 í kvøld, og kl. 23 fara nólsoyingar ? saman við gestasangaranum, Anfinni - at spæla til dans í tjaldinum.
Setan, regatta,
svimjing og dansur
Leygardagin verður nógv á skránni, og hetta er dagurin, tá ið nógv flest fólk vitja stevnuna.
Setanin verður kl. 14, og í ár verður tað løgtingsmaðurin, Kaj Leo Johannesen, sum setir stevnuna, og Nólsoyar sangkór fer at syngja.
Kl. 15 leygardagin verða ymisku barnatiltøkini á Nýggjavegi og í skúlagarðinum uppafturtikin, og tá fáa børnini eisini høvi at lata seg tekna.
Onnur tiltøk, sum byrja leygardagin, eru loppumarknaður, 21-spæl og fiskibrunnur, sum øll verða í skúlanum og skúlagarðinum.
Væntandi koma teir fyrstu svimjararnir á mál í Nólsoy um 15.30-tíðina og regattabátarnir kl. 17.
"Cabaleum" er tvær reisur á skránni hendan dagin, ávikavist kl. 17.30 og kl. 19.30.
Barnadansur verður aftur leygarkvøldið og eftir felagssangin undir Mikkjalsveggi, sum byrjar kl. 22.00, verður dansur í tjaldinum á midnátt. Leygarkvøldið spælir bólkurin, Showmen, sum eru Kim, James, Jóhannus og Jens Marni.
Sterkastu og fimastu
menn og kvinnur?
Sunnudagurin ? ella dagurin "eftir" ? byrjar stillisliga við gudstænastu í Nólsoyar kirkju, har Bjarni Bæk prædikar.
Men longu kl. 15.30 kemur aftur meira "røringur" í; tá verður nevniliga kapping í skúlagarðinum um, hvør er sterkasti og fimasti maður og kvinna í bygdini.
Sunnudagin verða barnatiltøkini, sum vóru leygardagin, tikin uppaftur, og kl. 18 verður einasta sýningin hendan dagin av "Cabaleum".
Seinasta tiltakið í stevnuskránni, er aftur kabarettin, sum verður sýnd fyri seinastu ferð mánakvøldið kl. 20.