Nógv hevur verið prátað, og ikki minst skeldað um loftmiðlar okkara, um sendingar og tilfar, og ikki minst mangul uppá sama. Vit eiga tveir loftmiðlar sum eru almennir, men himmalvíður munur er á, hvussu nógv teir eru úti um seg. Eg veit væl, at tað er ikki sami prísur, at gera sjónvarp, útvarp og tíðindabløð, og vit hava eisini hoyrt allar hinar umberingarnar sum verða havdar á lofti, fyri at skáka sær undan kritikki.
Tó vil eg, fyrst av øllum, geva eina stóra spann av rósum til Sosialin og Útvarp Føroya, fyri teirra áhuga í tiltakinum Prix Føroyar, og at tey síggja til, at tey sum ikki hava møguleika til at verða við til tiltøkini, ikki missa meira enn upplivilsi at verða á staðnum. Sosialurin við sínum reportagum, og lýsingum av luttakandi bólkum og einstaklingum. Útvarpið við beinleiðis sendingum frá umførunum, ið eru merkt av áhuga og nærlagni. Prix Føroyar er nú eitt tiltak sum tónleikarar taka í størsta álvara, og eg trúgvi at tað eru túsundavís av føroyingum, bæði her heima, men eisini uttanlanda, sum fylgja væl við í tí sum hendir, og her er tað at tit skulu hava spannina við rósum. Uttan tykkum hevði verið torført at givið Prix?num og luttakararnum ta sjónligheit og fokus sum teir og tiltakið hava uppiborið. Eg kann siga út frá mær sjálvum, at prix-kvøld siti eg frammanfyri útvarpinum og mánakvøld má eg hava týsdags Sosialin. Tøkk skulu tit eiga.
Eitt stórt hjartasuff, fer hinvegin til SVF. Hetta, tað stórsta tiltakið innan tónleik í Føroyum, klára tit ikki at fáa meira enn 30 - 35 minuttir í senditíð burturúr, fyri hvørt umfarið. Tó skal Tróndur Vatnhamar ikki lastast fyri tað. Tróndur og hansara lið, gera nokk tað tey eru ment, útfrá fortreytunum tey hava at arbeiða undir. Og tó at tað einans gerast 30 - 35 minuttir um hvørt umfarið, so fyllir Tróndur teir væl út. Altíð ein fragd, at njóta kreativitet Tróndar. Men hendan oasan av tilfarið, sum býður tykkum til at kava niður í, og sum kann geva tíma aftan á tíma í senditíð, sleppur frá Sjónvarpsins síðu, at liggja fullkomiliga órørd. Og tá man hyggur eftir hvussu nógv tilfar verður framleitt til tey ungu og tónleikaáhugaðu annars, so dugi eg so ikki at finna nakað. Eg veit ikki, kanska mær bert tørvar nýggjar brillur, men higartil havi eg so einki funnið. So lat meg í hesum teigi, inniliga heita á tykkum í SVF, um at fáa reyvina í snúðingar. Tilfarið er har! Eg skilji ikki hvat tit bíða eftir, Tit eiga nógv dugnalig fólk, lat kreativitetin blomstra og gevið fríar teymar. Eitt er heilt vist: okkurt er betur enn onki.