Tvinnandu orsøkir eru til, at vit hava móttøku í Vestmanna í dag. Deildin fyllir 50 ár í ár, og hon er eisini vorðin umbygd. Við hesi móttøku fáa okkara viðskiftafólk høvi at síggja nýggju hølini, segði Bjarni Olseni, stjóri í Føroya Sparikassa, og vísti hann m.a. á at deildin í Vestmanna hevur ein serligan status í Føroya Sparikassa, tí hon var fyrsta deild, sum læt upp uttan fyri Havnina. Hetta hendi tann 25. oktober í 1956. Tað bar ikki til at halda dagin tann 25. oktober, tí tá var umbyggingararbeiðið í fult sving.
Tey fyrstu árini var tað í kommunuhølunum, og Hans Nolsøe, kommunuskrivari, og frk. Maria Olsen, sýslufulltrúi, vóru sett sum ávikavist deildarstjóri og kassameistari á deildini, sum tá bert hevði opið tveir tímar tveir dagar um vikuna. Deildin hevði tá heitið Norðstreymoyar Sparikassi, men var ein deild av Føroya Sparikassa.
Har var um eg havi skilt tað rætt ein yngri dama, sum seinni inn í millum traðkaði til á deildini. Henda daman, sum æt Ásla Olsen, kom seinni til at eita Friis til eftirnavn. Hon var so tann 15. okt. 1976 sett í fast starv hjá Sparikassanum og hon var fyri sløkum 20 árum síðani sett sum leiðari á deildini. Ásla hevði sostatt 30 ára starvsdag hjá okkum herfyri. Tá Ásla hevði arbeitt í 25 ár gavst hon sum leiðari á deildini og Jóni Mohr Olsen tók við. Hann hevur sostatt verið leiðari í Vestmanna í 5 ár.
Á deildini arbeiða í dag 7 fólk, umframt tvær damur, sum eru í barnsburðarfarloyvi. Umframt Jóna og Áslu er talan um Harriet Olsen, Brittu Joensen, Sólvá á Rógvi Joensen, Barbaru Brattaberg og Rúna Joensen, sum er næmingur. Tær báðar Kristgunn Jacobsen og Jórun Durhuus eru í farloyvi.
Umbyggingin av deildini hevur við sær, at fermetratalið á niðastu hædd økist úr 96 til 130 fermetrar, tvs. at uml. 35 fermetrar eru komnir aftrat á niðastu hædd. Høvuðsarbeiðstakari var Timbur- og Snikkaratænastan v/Hjartvard Kjærbæk, Vestmanna, og Pauli Dam Joensen og onnur frá Árna Winther Arkitektum hava teknað og prosjekterað.
Nógvar nýggjar deildir eru komnar síðani deildin í Vestamanna lat upp í 1956, men tað gingu heili 13 ár áðrenn enn næsta bygdadeildin var latin upp. Tað var deildin í Runavík, ið at kalla gjørdist eitt startskot til stovnseting av flestu av teimum deildunum sum Sparikassin hevur í dag.
Sparikassin er vaksin nógv síðani fyrsta deildin uttan fyri Havnina varð latin upp. Í 1956 vóru tilsamans 8-9 starvsfólk í Sparikassanum. Í 1970 vóru 21 fulltíðar starvfolk í Sparikassanum. Í 1988 vóru 135. Í 2003 vóru um 180 fulltíðar starvsfólk og í dag rokna vit 199 fulltíðarstarvsfólk í Sparikassanum, segði Bjarni Olsen.
Føroya Sparikassi hevur nú skift navn og eitur Eik Banki P/F.
mg.