Lýstu fyri yvirtøkum

Løgmaður og forsætisráðharrin hava undirskrivað eina yvirlýsing, sum sigur, at ein yvirtøkulóg verður samtykt í komandi tingsetu. Lógin heimilar yvirtøku av øllum málsøkjum, sum ikki eru fevnd av grundlógini. Yvirtøkurnar verða framdar á ólavsøku 2004. Anfinn Kallsberg og Anders Fogh Rasmussen fegnaðust báðir um avtaluna

»Et meget positivt møde,« segði Annfinn Kallsberg, løgmaður. »Et særdeles posivt møde,« segði Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri.
Stutti fundurin millum leiðararnar fyri ávikavist Føroya landsstýri og donsku stjórnina á býráðsskrivstovuni á Tvøroyri fyrrapartin hósdagin var væleydnaður. Hóast teir bert høvdu tosað saman í minni ein tíma, var úrslitið, at ein nýggj yvirtøkulóg, sum arbeitt hevur verið við í longri tíð, varð undirskrivað í góðum felagsanda.
? Frá byrjanini av mínari tíð sum forsætisráðharri hevur tað verið greiða linjan hjá stjórnini, at vit ynskja eina víðkan og víðari menning av ríkisfelagsskapinum. Tað merkir, at Føroyar og Grønland skulu yvirtaka ábyrgdina av einari røð av málsøkjum. Í dag eru vit so vorðin samd um, at Føroyar skulu yvirtaka fleiri týðandi málsøki, sum bæði liggja innan og uttan fyri karmarnar av Heimastýrislógini, segði Anders Fogh Rasmussen.
Tað krevur eitt nýtt lógargrundarlag, og tað var tilsøgnina um hetta, sum partarnir undirskrivaðu í einari felags yvirlýsing á Tvøroyri.

Felags yvirlýsing
Føroya løgmaður og danski forsætisráðharrin eru í yvirlýsingini samdir um, at lógargrundarlagið skal fáast til vega í komandi løgtings- og fólkatingsári. Tað skal slóða fyri yvirtøku av fleiri málsøkjum út frá ávísum grundreglum.
Føroysku myndugleikarnir yvirtaka ábyrgdina fyri øll mál og málsøki innan fyri karmarnar av felagsyvirlýsingini frá 14. januar 2002 millum løgmann og forsætisráðharran.
Yvirtøkurnar henda í einum, tá yvirtøkulógin kemur í gildi. Tað er kortini ikki galdandi fyri nøkur málsøki, har yvirtøkan setir serlig krøv til fyrireikingina, sigur yvirlýsingin uttan at útgreina nærri, hvørji tey eru. Men helst er talan um m.a. løgregluna.
Um Løgtingið og Fólkatingið samtykkja yvirtøkulógina, verður miðað ímóti, at lógin kemur í gildi á ólavsøku, 29. juli 2004, stendur at enda í yvirlýsingini, sum er undirskrivað av Anfinni Kallsberg, løgmanni, og Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharra.
? Yvirtøkulógin merkir, at føroyingar kunnu yvirtaka alt uttan tað, sum er innan fyri karmarnar av ríkisfelagsskapinum og grundlógini. Nú er tað upp til føroyska fólkið, løgtingið og landsstýrið at gera av, hvat innihaldið skal vera í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, segði Anders Fogh Rasmussen eftir, at teir høvdu skrivað undir.

Nógvar í tali
Yvirtøkurnar, sum samgongan hevur sett íkortið hetta samgonguskeiðið, eru nógvar í tali.
Løgmálaráðið arbeiðir við at yvirtaka sivilrættarmál (t.e. persóns-, hjúna- og arvarættarmál), løgregluna, rættarskipan og dómstólar, útlendingamál og fjølmiðlaábyrgd.
Fiskimálaráðið stendur fyri at taka yvir málsøkini tilbúgving, vitaverk sjóuppmerking og veðurtænastu.
Fíggjarmálaráðið arbeiðir við at taka yvir penga- og fíggjarmál, undir hesum banka- og sparikassalógirnar.
Vinnumálaráðið arbeiðir við at taka yvir vinnufelagsrættin og onnur vinnumál, uppi í hesum eru eisini flogvøllurin í Vágum.
Mentamálaráðið arbeiðir við at taka yvir fólkakirkjuna og átrúnaðarmál. Oljumálaráðið stóð fyri at taka yvir havumhvørvisverndina. Hetta var gjørt 1. mai í 2003.

MYNDATXT
Anders Fogh Rasmussen og Anfinn Kallsberg undirskriva avtaluna, sum fremur eina røð av yvirtøkum í einum á ólavsøku í 2004
Mynd: Áki Bertholdsen