er til, at vit aftur enda í hesi støðu? _ Heldur tú tað vera í lagi áhaldandi at geva Atlantic Airways sersømdir, sum m. a. tær,ið nevndar vórðu í greinini? _ Heldur tú tað er í lagið, at stuðul er eitt [...] vinnum, men ørðum nærmast frítt slag?? _ Heldur tú tað er í lagið, ikki at hava fría kapping á flúgving til og frá Føroyum? _ Skulu vit framvegis í besta kommunistastílið, áhaldandi lata landið eiga størsta [...] flogleiðini millum Føroyar og Danmark og viðgjørdi eisini í greinini, hvørt Landsstýrið áhaldandi skuldi subsidiera almenna flogfelagið ella einskilja tað í nærmastu framtíð. Eisini kom eg inn á, hvussu umráðandi
Leika. Gavst ikki at spyrja Í summar skuldi pápi hennara á eitt skeið í Kina, í samband við starv sítt, har hann tók familjuna við á hesa longu ferðina. Tá tey høvdu verið í Kina eina tíð, byrjaði Lea at [...] helst ikki var komin við allan vegin eystur til Kina. Annaðhvørt lá hon í Danmark ella var hon ongatíð komin við í flogfarið úr Føroyum, tí hon lá eftir heima við hús á Argjum. Lea gavst kortini ikki at spyrja [...] eftir henni. Tí var tað ordiliga gott at fáa hana aftur, sigur Lea Rasmussen. Lea gongur dagliga í barnagarði í Dagstovninum á Argjum, har hon er knýtt at skúlabarnagarðinum. Hetta dámar henni væl, og hon
til val. ? Eg havi altíð hildið, at seks vikur er í so langt tíðarskeið til eitt valstríð. Í Danmark eru tað bara tríggjar vikur, og tá brenna tey alt av í fullum dampi. Her merkja vit ofta eina linking, [...] eru klárir. Í Føroyum standa flokkarnir á berum hvørja ferð, tað verður boðað til val. Hjá Javnaðarflokkinum ræður stutt og greitt um at koma aftur til stjórnarvaldið eftir oyðimarkargongd í sjey ár. Fullveldi [...] fullveldismálið aftur til fólkið. Í 2001 var fólkaatkvøðan tikin frá okkum, og tískil endaði sjálvstýrismálið aftur í tí partapolitiska spælinum, sum tað altíð hevur ligið í. Vit fara til val uppá, at Grundlógin
sum letur tilmæli til landsstýrismannin í mentanarmálum, sigur í grundgevingini m.a., at Mentanarhúsið gevur ríka mentanarlívinum í Fuglafirði góðar karmar at virka í... og Fuglafjarðar Mentanarhús hevur [...] nøkrum árum síðani leikstjórnaði Glataðu Spælimenninar, tá leikurin varð framførdur í Føroyum. Dygdargott arbeiði Í mun til Mentanarvirðisløn landsins, sum hevur verið latin áður, so var eisini ein nýggj [...] Heiðran Klingran í Norðurlandahúsinum var at kalla fullsett mánakvøldið, tá handinin av tveimum virðislønum stóð á skránni. Hátíðarhaldið varð eisini sent beinleiðis í útvarpi, og tóktist áhugin sum heild
fyrsta lønandi oljufeltið Foinaven varð funnið fyrst í 90-unum varð ikki rakt við nevniverdugar mongdir av olju í tí fyrsta brunninum. Olja varð funnin í sandi frá paleocen-tíðini, men hann var tunnur og [...] funnið. Tað var so eisini BP, sum stóð fyri tí. Terje Hagevang heldur, at í besta fall er tað henda sama gongd vit nú uppliva í Føroyum. Men sum ein, ið hóast alt stendur á síðulinjuni og eygleiðir gongdina [...] Terje Hagevang, sum hevur arbeitt við føroysku undirgrundini í nógv ár. Hann var leitistjóri hjá fyrrverandi norska oljufelagnum Saga, sum í fleiri ár gjørdi umfatandi kanningar av føroysku undirgrundini
eisini var løgmaður, arbeiddi í fleiri ár við at skipa eina nýggja felags eftirlønarskipan fyri allan arbeiðsmarknaðin, men síðst í valskeiðinum mátti táverandi landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum ásanna [...] ðinum, og í triðja upplegginum var nomið við ymiskar eftirlønarskipanir. Samgongan hevur í samgonguskjalinum bundið seg til at veita skattalætta fyri 120 milliónir krónur næstu tvey árini. Í sínum uppleggi [...] inniliga á allar partar um at fara inn í arbeiðið við opnum sinni. Løgmaður sigur, at endamálið við fundinum fyrst og fremst er at finna útav, hvussu arbeiðið skal skipast í framtíðini. Málið er at finna fram
longu í túninum. Inni í kjallaranum í einum vanligum sethúsum úti í Svanga í Havn stríðist Peturbjørg Hansen við at stoyta rennandi sjokolátu í formar. Alla staðni síggjast sjokolátaegg. Bæði pakkað í litfagurt [...] vitandi er Peturbjørg tann einasta í Føroyum, sum framleiðir heimagjørd páskaregg til sølu. Hon starvast dagliga í Kiosk Activ, sum mamma hennara Martha Hansen hevur rikið í nógv ár. Og hvørt ár upp undir [...] túsund brellandi føroyingar. Vanliga byrjar hon at stoypa eggini longu fyrst í januar, fyri at gera nóg nógv niðurfyri til páskir. Í ár byrjaði hon eitt sindur seinni, umleið 1. februar, men tað angrar hon
Petersen, formaður í Føroya Lærarafelag, er púra avgjørd í síni meining um, hvør skal umsita fólkaskúlan í Føroyum. Men hon sigur, at tað liggur nevniliga ein fullfíggjað ætlan í Mentamálaráðnum fyri [...] forða skúlanum í at virka eftir lógini og tað haldi eg er ógvuliga álvarsamt. Formaðurin í Føroya Lærarafelag sigur, at tað skuldi helst verið so, at eitt barn kundi flutt úr einum skúla í annan, uttan at [...] hetta ikki er ein ætlan, sum embætisverkið í Mentamálaráðnum hevur gjørt av sínum eintingum, uttan at nakar landsstýrismaður hevur biðið um tað. Formaðurin í Lærarafelagnum sigur, at hon hevur átalað hjá
Tað var serliga ein bólkur, sum tók áhoyrararnar á bóli í 2. umfari av Prix Føroyum. Ungu menninir í Mind?s Eye spældu fyri fyrstu ferð alment, og tað var vorið sum frumframførsla. Tað eru ár ímillum, [...] fara at arbeiða við næstu tíðina, sigur Eyðun Mortensen. Fimm bólkar fara í mars mánaði at kappast í hálvfinaluni. Allir 2?arnir í innleiðandi umførunum fáa møguleikan at vinna seinasta finaluplássið. ? [...] eina lítla vón um, at vit kunnu standa okkum væl í hálvfinaluni. Eg rokni í øllum førum við, at vit kunnu betra okkum til næsta umfarið, sigur sangarin í Mind?s Eye.
Eitt fyribrigdi hevur kanska serliga í seinastuni gjørt vart við seg í Føroyum. Tað er hetta, at fólk í skrift og talu hava á lofti, at onkur stingur annan í ryggin, at framd verður bakbíting, at gingið [...] sigast at vera til yvirhøvur, er hon í størri mun knýtt at vina-, kenningar- ella ættarbondum. Tá er rætta heitið neyvan sannføing ella hugburður, men heldur vinalag ella í ringasta føri tað, ið nevnt verður [...] hugsjónarliga støðinum. Tó kanst tú sum vera man í fleiri førum væl skilja, at onkur rættiliga og rættvíst hevur fingið stykni til fólk, ið ein higartil hevur kent seg í parti við. At knýta seg til eina veruliga