Løgmaður fund við arbeiðsmarknaðin

Fyrrapartin mánadagin bjóðaði Anfinn Kallsberg, løgmaður, øllum fakfeløgum og arbeiðsgevarum til fundar at umrøða øll mál, ið viðvíkja arbeiðsmarknaðinum. Løgmaður hevur átikið sær at samskipa øll mál, ið viðvíkja arbeiðsmarknaðinum.

Anfinn Kallsberg, løgmaður, hevur átikið sær uppgávuna at samskipa øll mál, ið hava við arbeiðsmarknaðin at gera. Mánadagin varð skjøtil settur á arbeiði, tá løgmaður boðaði pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, tvs. arbeiðsgevarafeløgum og fakfeløgum á fund á Hotel Føroyum.
Anfinn Kallsberg sigur, at endamálið við fundinum er at lýsa øll viðurskifti av samfelagsligum týdningi, ið hava við arbeiðsmarknaðin at gera. Við hesum sipar hann til skattapolitikk, eftirlønar- og pensiónsviðurskifti, barnsburðarfarloyvi, ALS-gjaldið, Føroya Lívstrygging, atgongd til útbúgvingar og arbeiðsmarknaðin, karensdagarnar og harumframt, hvussu arbeiðsmarknaðartrætur kunnu loysast í framtíðini.
Nevndu viðurskifti, ið hava við arbeiðsmarknaðin at gera, liggja undir málsøkjunum hjá fleiri landsstýrismonnum, og tí hevði Anfinn Kallsberg eisini valt at bjóða øllum landsstýrismonnunum við á fundin. Harumframt vóru andstøðuflokkarnir bodnir við á fundin á Hotel Føroyar.

Talvan viskað rein
Undanfarna samgonga, har Anfinn Kallsberg eisini var løgmaður, arbeiddi í fleiri ár við at skipa eina nýggja felags eftirlønarskipan fyri allan arbeiðsmarknaðin, men síðst í valskeiðinum mátti táverandi landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum ásanna, at ikki bar til at koma á mál við eini eftirlønarskipan.
Á fundinum mánadagin gjørdi Anfinn Kallsberg enn einaferð greitt, at nú hann hevur átikið sær at samskipa arbeiðið, so ein loysn fæst á málinum, hevur hann ikki nakra loysn við sær í skjáttuni, ið skal trýstast niður yvir arbeiðsmarknaðin. Talvan er viskað rein, sigur løgmaður.
- Eg havi við vilja ikki tikið støðu til frammanundan, hvussu arbeiðið skal loysast, ella hvørja loysn, arbeiðast skal fram ímóti. Talvan er viskað rein, og málið er, at vit í felag skulu finna fram til eina semju, segði Anfinn Kallsberg við tey umleið 70 umboðini fyri politiska myndugleikan, arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar, ið høvdu tikið ímóti fundarboðunum frá løgmanni.
Anfinn Kallsberg heitti síðan inniliga á allar partar um at fara inn í arbeiðið við opnum sinni. Løgmaður sigur, at endamálið við fundinum fyrst og fremst er at finna útav, hvussu arbeiðið skal skipast í framtíðini. Málið er at finna fram til breiða semju um ein politikk á økinum, ið partarnir á arbeiðismarknaðinum eisini hava sín virkna leiklut.

Trý upplegg
Løgmaður hevði valt trý ymisk upplegg til fundin mánadagin. Fyrsta uppleggið var um skatt, og hvørja ávirkan hann hevur á samfelagið. Annað uppleggið var um framtíðar aldursbýtið á arbeiðsmarknaðinum, og í triðja upplegginum var nomið við ymiskar eftirlønarskipanir.
Samgongan hevur í samgonguskjalinum bundið seg til at veita skattalætta fyri 120 milliónir krónur næstu tvey árini. Í sínum uppleggi um skatt og ávirkan hansara á samfelagið, kom Søren Bruhn, ið dagliga starvast sum fulltrúi í Fíggjarmálaráðnum millum annað inn á fyritreytirnar fyri at veita skattalætta.
Søren Bruhn segði millum annað, at fyri at ein skattalætti skal gera veruligan mun, krevst, at sparingar vera gjørdar í almenna sektorinum. Hann vísti á, at lækkar skatturin, so økist tøka inntøkan hjá fólki, tvs. tað, ið tey hava eftir hvønn mánað. Skattalækking førir til meirnýtslu, størri íløgur í privatu vinnuni, møguliga eitt ynski um meira frítíð osv. Men lægri skattur kann eisini fáa fólk at arbeiða meira, vísti Søren Bruhn á.
Í fyrstu atløgu vil lægri skattur føra til minni lønarkrøv frá arbeiðstakarum, tí fólk nú hava meira eftir av síni løn, men sum frálíður hækkar lønin aftur í sama mun sum frammanundan, m.a. orsakað av minkandi arbeiðsloysi og inflatión. Søren Bruhn vísti í sínum uppleggi á, at lægri lønarhækkingar kunnu, sæð yvir stutta tíð, betra um kappingarføri hjá vinnuni, men síðsta enda eru lønirnar ikki avgerandi fyri kappingarføri, hækkar produktiviteturin hjá vinnuni samsvarandi nógv.

Løgmaður samskipa
Anfinn Kallsberg, løgmaður, hevur sum nevnt átikið sær leiklutin at samskipa arbeiði hjá ymisku landsstýrismonnunum, ið hava við arbeiðsmarknaðin at gera. Á fundinum mánadagin spurdi hann eisini, hvussu arbeiðsmarknaðarmál í framtíðini kunnu samskipast á besta hátt, so partirnir á arbeiðsmarknaðinum eru við.