Tann sjálvskrivaði móttakarin

Fólkið reistist fyri at heiðra Eyðun Johannessen, tá hann mánakvøldið fekk handað Mentanarvirðisløn landsins. Í takkarrøðu síni legði hann dent á, at hetta var úrslitið av einum felagsátaki hjá øllum innan sjónleikin. Eisini Fuglafjarðar Sjónleikarafelag varð heiðrað við Heiðursgávu Landsins


 

Heiðran

Klingran í Norðurlandahúsinum var at kalla fullsett mánakvøldið, tá handinin av tveimum virðislønum stóð á skránni. Hátíðarhaldið varð eisini sent beinleiðis í útvarpi, og tóktist áhugin sum heild at vera rættiliga stórur.

Á skránni mánakvøldið var sjálvsagt handanin av teimum báðum heiðurslønunum, Mentanarvirðisløn landsins og Heiðursgávu landsins til ávíkavíst Eyðun Johannessen og Fuglafjarða sjónleikarafelag, eisini framførdu limir úr Aldubáruni tvey stykki og Leikbólkurin Gríma slap eisini framat við einum broti úr Glataðu Spælimonnunum. Tað var hin sami Eyðun Johannessen, sum fyri nøkrum árum síðani leikstjórnaði Glataðu Spælimenninar, tá leikurin varð framførdur í Føroyum.


Dygdargott arbeiði

Í mun til Mentanarvirðisløn landsins, sum hevur verið latin áður, so var eisini ein nýggj virðisløn á skránni hesaferð. Virðislønin ella heiðranin ber heitið Heiðursgáva Landsins. Sambært leiðruglurnar fyri heiðurgávum til mentafólk v.m., verður Heiðursgáva Landsins latin fyritøku ella felagskapi, ið nevndin metir at hava framt avrik, ið hava ella hava havt serstakan stóran týdning fyri føroyska list og/ella føroyska mentan og mentanarlív. Virðislønin var í ár 75.000 kr.

Í grundgevingini varð serliga víst til Mentanarhúsið sum eitt avrik, sum hevur stóran týdning fyri føroyska mentan. Mentanarhúsið er enn ikki heilt liðugt bygt, men tað hevur longu nú fingið sera stóran týdning fyri Fuglafjørð og mentanarlívið har um leiðir og eisini føroyska mentan sum heild.

Nevndin, sum letur tilmæli til landsstýrismannin í mentanarmálum, sigur í grundgevingini m.a., at Mentanarhúsið gevur ríka mentanarlívinum í Fuglafirði góðar karmar at virka í... og Fuglafjarðar Mentanarhús hevur alstóran týdning fyri tey, sum skapa og virka á listarliga- og mentanarøkinum í bygdini.

Á hátíðarhaldinum bar Hilmar Joensen, formaður fyri Meginfelag áhugaleikara Føroya, MÁF, eina kvøðu fram fyri Fuglafjarðar Sjónleikarafelag. Í kvøðu sínari kom hann inn á, hvussu alstóran týdning Fuglafjarðar Sjónleikarafelag hevði havt fyri føroyskan sjónleik. Hann kallaði tað eina virðisløn dygdargott arbeiði, og hann fegnaðist eisini um, at sjónleikurin á henda hátt fekk viðurkenning.

Formaður í Fuglafjarðar Sjónleikararfelag, Eyðun Hansen, tók vegna felagið ímóti heiðursgávini og takkaði fyri.


Tað er blivið betur

Mentanarvirðis Landsins varð øllum kunnugt latin Eyðuni Johannessen, sjónleikara og leikstjóra. Burturúr grundgevingunum ber til at lesa, at nevndin m.a. metti, Eyðun Johannessen hevur lyft palllýsingina í føroyskum sjónleiki upp og givið henni ein listarligan dám... og sum leiklistarligur undangongumaður er Eyðun Johannessen ein ómetalig megi.

Eyðun Andreassen, professari, segði í sínari kvøðu til Eyðun Johannessen, at hann var vorðin illa sjúkur av sjónleikararbasilluni, og hann var ikki vorðin frískur aftur. Hann kallaði hann eisini fyri tann sjálvsagda vinnaran, tá hann hevði veruliga verið ein ómetalig megi fyri sjónleik og mentan.

Í takkarrøðu sínari hevði Eyðun Johannesen lyndi til at lata heiðurin detta á onkran annan ístaðin fyri seg sjálvan. Fólkið, sum var komið saman til hátíðarhaldið, reistist fyri at fagna Eyðuni, og tað var eingin ivi um, at fólk hildu hesa virðislønina vera væl og virðiliga uppiborna. Eyðun Johannessen segði eisini, at hann var glaður um, at umstøðurnar fyri sjónleikin vóru vorðnar bæði øðrvísi og betur.

Eyðun Johannesen, sum eisini verður móttekur stuðul frá danska statinum, segði eftir hátíðarhaldið, at hann gjørdist heilt í ørviti av stórfingnu móttøkuni. Mentanarvirðislønin er 150.000 kr.


Nýggj nevnd

Tann fleiri ferðir áður umrøddu nevndin, sum letur landsstýrismanninum tilmæli um, hvør skal fáa Heiðursgávu landsins og Mentanarvirðisløn landsins, hevur nú sitið øll tey ásettu árini. Tí skal tað finnast ein nýggj nevnd til komandi ár.

Í fráfarandi nevndini sótu Malan Marnersdóttir, Malan Johannesen, Bárður Jákupsson, Martin Restorf Jacobsen og Jeanette Blåsvær. Tað er Listafólkasamband Føroya, sum velur fýra limir og Mentamálastýrið velur tann fimta. Hvussu nýggja nevndin fer at síggja út er ikki greitt enn. Nevndin hevur áður latið Mentanarvirðislønina til Regin Dahl, Jens Paula Heinesen og Ingálv av Reyni.

Sosialurin ynskir Eyðuni Johannessen og Fuglafjarðar Sjónleikarafelagi tillukku.