Johan Dahl
løgtingsmaður
Undirritaði hevði eina grein um trupulleikan við endurtøkuni av monopolinum á flogleiðini millum Føroyar og Danmark og viðgjørdi eisini í greinini, hvørt Landsstýrið áhaldandi skuldi subsidiera almenna flogfelagið ella einskilja tað í nærmastu framtíð.
Eisini kom eg inn á, hvussu umráðandi tað er at fáa flogvøllin longdan og uppdateraðan.
Áki Andreasen er ikki sørt frustreraður í síni viðger av hesi grein, undirritaða og Sambandsflokkinum - og hevur tíverri lisið greinina sum ein ávísur lesur Halgubók, tí ONKI í hansara viðmerkingum til greinina heldur vatn og er ein forbronglan av veruliga innihaldinum og tí, sum verður tikið fram í greinini.
Ístaðin fyri at viðgera veruliga málið sum er:
1. Trupulleikin við endurskapta monopolinum og tað óansæð um tað er Atlantic, Mærsk, ella annað felag, sum hevur hesa serstøðu - vit vilja als ikki hava monopol, hvørki á hesi leið ella arðastaðni í vinnuni.
2. Serstøðuna sum Atlantic hevur og sum partvís var tikin fram í greinini
3. Fría kapping á flogøkinum - ella rættari vantandi fría kappingin at fáa loyst upp fyri hesum trupulleika og veruliga fáa fría kapping.
4. Flogvallatrupulleikin - at hesin má leingjast og uppdaterast viðv. trygd.o.ø
Hesi vóru evnini, ið viðgjørd vóru, men ístaðin fyri at viðgera hesi mál seriøst, so kemur tað vanliga tjóveldistvætlið um, hvat teir hava bygt og hinir brotið niður, hvat teir hava torað og hinir ikki.
Tað sær út til, at tað enn hóast 6_ ára oyðmarkar-fullveldisgongd, - so er áhaldandi sera umráðandi at gera vart við, at »VIT« tjóveldismenn er teir einastu samvitskufullu, vinnuliga reinføru og rætthugsandi føroyingarnir.
Hasa plátuna hava vit hoyrt og sæð nokk av seinastu árini.
Harrin náði okkum um tað høvdu verið hesir, sum bygdu land, so høvdu vit allir enn gingið í kotinum og húðaskóm.
Eg kundi hóskandi spurt Áka:
_ Heldur tú tað vera í lagi, at vit aftur enn einaferð fáa monopol á Føroyarutuni, og hvat metir tú størsta orsøkin er til, at vit aftur enda í hesi støðu?
_ Heldur tú tað vera í lagi áhaldandi at geva Atlantic Airways sersømdir, sum m. a. tær,ið nevndar vórðu í greinini?
_ Heldur tú tað er í lagið, at stuðul er eitt banniorð hjá nøkrum vinnum, men ørðum nærmast frítt slag??
_ Heldur tú tað er í lagið, ikki at hava fría kapping á flúgving til og frá Føroyum?
_ Skulu vit framvegis í besta kommunistastílið, áhaldandi lata landið eiga størsta partin av vinnutólunum, sum eitt nú Atlantic Airways?
_ Heldur tú ikki, at flogvøllurin skal leingjast skjótast møguligt?
Aftursvarið viðv. pástandinum um Sambandsflokkin og hvat hansara støðu er og hevur verið viðv. Atlantic, haldi eg, at greinin hjá Helga Abrahamsen greitt sigur frá okkara støðu, men tað sær heldur ikki út til hesum viðv, at Áki hevur gjørt sítt heimaarbeiðið gott nokk .
Mín grein er als ikki eitt álop á Atlantic Airways, men einans ein konstatering av nøkrum fakta, har eg seti spurnartekin við nøkur vital ting, sum eiga at verða tikin upp til viðgerðar alment og politiskt. Sjálvur haldi eg, at Atlantic Airways (eins og fleiri onnur almenn feløg) eigur at blíva einskilt í nærmastu framtíð og fáa fríar teymar og kappast á jøvnum føti við onnur flogfeløg í Evropa eins væl og á Føroyrutuni.
Tað vil gagna og menna felagið og vónandi geva brúkarunum bestu sømdir og servisu.
Áki Andreasen og arðir »rætthugsandi« áttu eftirhondini at umhugsa, um ikki teir burdu slept ostaklokku- og húðaskógva-mentalitetinum og latið eyguni upp út í heim - sæð møguleikarnir og skapt nakað burturúr hesum ístaðin fyri áhaldandi at goyggja at øllum ørðum, sum ikki hugsa so snævurskygt sum teir sjálvir.










