at seta seg inn í málið. Lógin skal skjótast gjørligt í nevnd, soleiðis at tann stóra viðgerðin, sum fara skal fram í fíggjarnevndini, og eftir núverandi skipan eisini skal fara fram í øllum nevndunum [...] greitt, at í Føroyum hava vit løgmann og landstýrismenn. Varaløgmannsheitið er eisini innført sum standandi sjálvstøðugt heiti. Áður hevði varaløgmaður ongan áhuga uttan tá løgmaður ikki var í landinum ella [...] rlóg skal gerast í fíggjarnevndin. Orð sum kladda vóru søgd um uppskotið frá landsstýrinum. Annars mugu vit vóna, at arbeiðið við fíggjarlógini verður meira seriøst í ár enn tað var í fjør, tá ið samanum
felt, sum liggja í norskum og bretskum øki í Norðsjónum. Eyðun Elttør sigur víðari, at teir eisini nomu við spurningin um samstarv á útbúgvingarøkinum, nú vit føroyingar vilja vera við í eini oljuvinnu og [...] so okkara ábyrgd at lata hetta tilfeingi aftur í sama standi sum vit fingu tað. Í sambandi við orðaskiftið um burðardygga menning beit hann serliga merki í umrøðuna av støðuni hjá mongum menningarlondum [...] útsleppin av CO2. -Eg haldi tað er skeivt, at vit í Føroyum bara siga ja ella nei, tá aðrir gera tað. Vit mugu sjálvi hava eitt støði at standa á, og tí hava vit í spurninginum um Agenda 21 og CO2 , har vit jú
rópa seg besta lið í Føroyum aftur í ár. Og á leikarasíðuni er einki at ivast á, at Rannvá Andreasen taldist millum tær stóru. Ikki bara gjørdist hon toppskjútti við sínum 20 málum í 10 dystum! Hóast tað [...] eisini eftir hesum, og fótbólturin var einki undantak í so máta. Fyrstu ferð á bygd Tey trý seinastu árini hevur gallaveitslan verið skipað í Havn, men í ár varð hon so fyri fyrstu ferð hildin uttan fyri Havnina [...] at sparka gullið heim í endaspælinum. Í ár skuldi tó gerast árið, har Rannvá kom meira enn sterkt aftur. Alt kappingarárið var KÍ at kalla flúgvandi, og tó at tær taptu ein dyst í grundspælinum, so endaðu
sáttmáli nú gjørdur við flest allar kommunur í landinum,- 32 í tali. Hesir sáttmálar eru gjørdir við arbeiðsgevarafeløgini hjá teimum. Felagið er sostatt eisini vaksi í vavi og setur hetta størri og avbjóðandi [...] arbeiðsrætt í Føroyum, nýggja »vápni« fútarætturin. Og eisini innan fakfelagskarmar, hava vit tíverri sæð niðurbrótandi sundurlyndi og er hetta til lítlan sóma fyri okkum fakfelagsfólk. Her má vend koma í ! Men [...] tað er ein royndur lutur, at vit eru ov spjadd og ov í mongum førum ov smá,- hetta viknar um megi okkara, sum vit í grundina eiga og skulu nýta, eisini í samfelagshøpi. Við tí ágangi og sokallaða ráki, sum
avgreitt, men ikki fyrr enn í november mánaði í 1999 kom svar úr Danmark. Boðini frá løgmálaráðnum vóru, at tað vildi ikki seta lógina í gildi við teimum broytingum, sum løgtingið ynskti í lógini. Ymsir møguleikar [...] m. Í løtuni er ein elligomul lóg frá 1938 í gildi fyri Føroyar, og hon er als ikki tíðarhóskandi. Hon er frá eini tíð, tá loftmiðlarnir ikki vóru farnir á flog, og internetið var púra óhugsandi. Í 1991 [...] løgtingið um, at danska lógin skuldi setast í gildi fyri Føroyar, tó við onkrum broytingum. Løgtingið samtykti uppskotið um ríkislógartilmæli í mai mánaði í 1997. Síðani heitti landsstýrið fleiri ferðir
Tað sigur Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum. Í Sosialinum mikudagin høvdu vit eina drúgva grein um, hvussu ómetaliga illa Almannaverkið í Føroyum riggaði og hvussu seint [...] hjálp frá Hjálapartólamiðstøðini og Almannastovuni. Vit høvdu samrøðu við Odd Eið í Porkeri, sum hevur sitið í rullustóli í skjótt 11 ár. Hann hevur so ringar royndir av Almannaverkinum, at hann føldi tað [...] at gjøgnumganga slík greflig dømi úr enda í annað og fáa greiðu á, hvar knútarnir í skipanini eru og hví, og hvar, málið steðgaði. Annars vísir Sámal Petur í Grund á, at ein trupulleiki er, at bæði Al
Bjørklund heldur, at enn eru fleiri leysir endar í hesum málinum, hóast eingin ivi longur er um samráðingarrættin. Kommunurnar í Føroyum eru ikki savnaðar í eitt kommunalt arbeiðsgevarafelag. Av teimum 48 [...] ið leiðararnir hava. Tann lønarstigi, ið verður nýttur í løtuni, endar ov skjótt, halda pedagogarnir. Møguleiki skal vera fyri at fara upp í løn í eitt longri tíðarskeið enn nú. Eisini skal byrjunarlønin [...] virkandi formaður í Føroya Kommunala Arbeiðsgevarafelagi, sigur, at endamálið er at fáa allar kommunurnar við í eitt felag, so at tær kunnu samráðast saman. Hinvegin sær hon onga forðing í, at kommunur, ið
og vinnulívi í oynni við flest øllum dagligum uppgávum. Hetta hevði helst skorið útreiðslurnar nógv niður við tað, at hesi fólk verða sett í fast starv, og hava sítt dagliga arbeiði her, í staðin fyri at [...] at vit sum í dag, ferðast norðuryvir við hvørjum smátingi og gjalda høgt tímagjald, umframt ferða-og uppihaldsútreiðslur. Harafturat vildu hesi somu fólkini goldið sín skatt í oynni í staðin fyri aðra [...] fleiri yngri fólk úr oynni hava útbúgving á hesum øki, men bara kunnu fáa starv í Føroyum, um tey flyta til Havnar ella økið har í nánd. Hetta er ein skeiv gongd, og tí má hon vendast nú áðrenn eisini hesin
Ólavur Hátún Í Føroyum varð hugskotið um slíka musikkskúlaskipan borið fram tíðliga í 60-árunum; men ikki fyrr enn smá 20 ár seinni slapst til verka við slíkum royndum her. Og væl vignaðist hjá Roynda [...] koma í óføri við sínum aðalendamáli, sum er at skapa fyritreytir fyri virknum tónleikalívi um alt landið. Vit fingu tá í lag eina ískoytisskipan, har kommunur sjálvbodnar rindaðu tað, sum restaði í til [...] num, sum, byrjandi í Tórshavn, Gøtu og Fuglafirði á heysti 1981, eftir fáum árum breiddi seg út um at kalla alt landið. Tey trð musikklærarastørvini, sum lagt varð fyri við, høvdu í 1985, tá musikkskúlar
innspæld yviri í Nashville í U.S.A., har hann eisini hevur luttikið í vælkendu konserthøllini Grand Ole Opry. Svenna hevur eisini luttikið við sangi og vitnisburði innan fongsulsmúrarnar. Í Ungarn herfyri [...] Svenna er giftur við svensku Astrid og býr nú í Mølndal, tætt við Gøteborg í Svøríki. Hann hevur hálvtíðarstarv í Hvítusunnusamkomuni har, og hina tíðina nýtir hann í tænastuni at ferðast runt við gleðiboðskapinum [...] ríka tíð við møtirøðum og stórari veking. Hann hevur ferðast runt í øllum Europa og havt framførslur á skúlum, fongslum, í kirkjum, í útvarps- og sjónvarpssendingum. Einki umhvørvi ? eingin lurtarafjøld