Pedagogfelagið vil samráðast sum skjótast

Føroya Pedagogfelag hevur tikið niðurstøðu løgmans til eftirtektar, nú hann hevur staðfest, at Helena Dam á Neystabø gav rangar upplýsingar viðvíkjandi samráðingarrættinum í dagstovnalógini. Pedagogfelagið fer í næstum undir samráðingar við kommunurnar,og pedagogarnir fara aftur til arbeiðis fríggjamorgunin

 

Tað vóru upplýsingarnar frá Helenu Dam á Neystabø, pedagogfelagið bygdi síni sjónarmið á. Nú hevur løgmaður á fundi við Føroya Pedagogfelag mikudagin staðfest, at hesar upplýsingarnar, ið pedagogfelagið fekk, ikki eru rættar.

Hesa niðurstøðu tekur Føroya Pedagogfelag til eftirtektar, nú tey hava fingið staðfest, at teirra útgangsstøði byggir á skeiv boð, tey hava fingið frá táverandi landsstýrismanni í almanna- og heilsumálum.

Løgmaður sigur, at hetta ikki fær nakrar avleiðingar fyri fyrrverandi landsstýriskvinnunam tí løgfrøðingar hjá landinum meta ikki, at nøkur orsøk er til tess.

? Hóast undanfarni landsstýrismaður í almannamálum hevur mistikið seg í hesum spurningi, metir løgmaður ikki, at tað á nakran hátt er løgfrøðiligt grundarlag fyri at gera ábyrgd galdandi móti landsstýrismanni, sigur Anfinn Kallsberg í skrivi til Føroya Pedagogfelag tann 22. mars, og tað sjónarmiðið stendur við.


Fingu mótsigandi boð

? Felagið hevur bygt síni sjónarmið á hesi úttalilsir frá fyrrverandi landsstýriskvinnu. Tá vit nú hava fingið staðfest frá løgmanni, at landsstýriskvinnan hevur mistikið seg, tekur felagið til eftirtektar, at tað eru kommunurnar, sum hava samráðingarrættin fyri dagstovnaøkið, sigur Føroya Pedagogfelag í tíðindaskrivi.

Tað er til at undrast á, hví Pedagogfelagið ikki tók boðini frá løgmanni til eftirtektar beinanvegin, tá hann boðaði frá, áðrenn verkfallið varð lýst, at tað vóru kommunurnar, ið hava samráðingarrættin.

? Trupulleikin hjá okkum er, at vit hava fingið tvey ymisk og mótsigandi boð úr tveimum ymiskum stýrum í landsins umsiting. Vit hava tí ikki fyrr enn nú fingið eina nóg greiða løgfrøðisliga grundgeving fyri, hví vit skulu taka tað eina framum hitt. Nú hevur løgmaður so staðfest, at tey boðini, vit hildu okkum til, eru skeiv, og tað hevur hann ikki gjørt fyrr, sigur Carita Bjørklund.

Carita sigur seg harmast um, at tað var neyðugt hjá felagnum at fara í verkfall, men hon leggur samstundis dent á, at tað var alneyðugt hjá teimum at fáa greitt fløkjuna, ið tók seg upp.

? Vit meta tað framvegis vera átaluvert, at landsins myndugleikar seta í gildi lóggávu, uttan at teir sjálvir hava greiðu á einum so týðandi spurningi, sum hvør hevur samráðingarrættin á dagstovnaøkinum, sigur Pedagogfelagið.


Fyrireika seg til samráðingar

Tað eru nú næstan tveir mánaðir síðani, at felagið lat Fíggjarmálastýrinum síni sáttmálakrøv. Hesi krøvini skulu nú sendast kommununum, og Carita Bjørklund sigur, at felagið vil sleppa at samráðast sum skjótast við kommunurnar, tí í løtuni er sáttmálaloysi, og tað kann felagið ikki liva við.

Lønarkrøvini hjá Pedagogfelagnum eru nøkur av teimum somu sum hini sekstan fakfeløgini eisini hava sett fram.

Tað er styttri arbeiðsvika og longri summarfrítíð. Harafturat krevur felagið, at leiðaralønirnar hækka samsvarandi við ta ábyrgd, ið leiðararnir hava. Tann lønarstigi, ið verður nýttur í løtuni, endar ov skjótt, halda pedagogarnir. Møguleiki skal vera fyri at fara upp í løn í eitt longri tíðarskeið enn nú. Eisini skal byrjunarlønin hjá hjálparfólki hækkast, so at tað lægsta stigið verður tikið burtur.

Carita Bjørklund heldur, at enn eru fleiri leysir endar í hesum málinum, hóast eingin ivi longur er um samráðingarrættin.

Kommunurnar í Føroyum eru ikki savnaðar í eitt kommunalt arbeiðsgevarafelag. Av teimum 48 kommununum hava bara 32 boðið pedagogfelagnum til samráðingar. Hvussu verður við hinum sekstan er enn ógreitt, men væntandi fara tær við í samráðingarnar. Pedagogfelagið krevur, at ein sáttmáli verður gjørdur fyri allar pedagogar.

Eitt annað er, at runt um landið eru fleiri sjálvsognarstovnar, ið hava egið stýri. Carita sigur seg hava hoyrt, at kommunurnar kunnu samráðast vegna hesar stovnar, men tað kann hon ikki siga við vissu.

Anna Larsen, virkandi formaður í Føroya Kommunala Arbeiðsgevarafelagi, sigur, at endamálið er at fáa allar kommunurnar við í eitt felag, so at tær kunnu samráðast saman. Hinvegin sær hon onga forðing í, at kommunur, ið ikki hava verið við til at samráða seg til ein sáttmála, nýta henda nýggja sáttmálan hóast alt.

Hóast tað nú er greitt, at pedagogarnir skulu samráðast við kommunur í sambandi við dagstovnar, so skal felagið eisini samráðast við Fíggjarmálastýrið viðvíkjandi serstovnunum, ið enn eru undir landinum.