Pauli Einarsson
Trongisvágur, valevni hjá javnaðarflokkinum
Arbeiðs- og útbúgvingarmøguleikar
Statistikkurin vísir at arbeiðsloysið er lítið á Tvøroyri. Hetta merkir tó ikki, at tað er nokk av arbeiði til øll, tí nógv fluttu í kreppuárunum, sum fegin vilja koma heim aftur, men tíverri er í minna lagi av arbeiði til tey sum nú er. Harafturat fer mest sum allur ungdómurin aðrar staðir at fáa sær teoretiska útbúgving ella í læru. Til tey sum hava hægri útbúgving, hava vit lítið og onki at bjóða, men tað forðar teimum ikki, at byrja nakað nýtt sjálvi, tá karmar verða lagdir fyri góðum møguleikum.
So er spurningurin: Hvussu fáa vit meiri virksemi, nú vit eru bundin til at hava hægsta skatt í landinum, samstundis sum avtalan við Landsbankan minkar um møguleikan hjá Tvøroyrar kommunu at gera nakrar stórvegis íløgur tey næstu árini.
Sethúsa- og ídnaðarpolitikkur
Landstýrið gevur heldur ikki Tvøroyrar kommunu teir stóru møguleikarnar, so leingi teir bókstaviliga ganga eftir orðunum: Tann sum hevur nógv, skal fáa meira og tann sum einki hevur, honum skal vera tikið frá.
Tí má eitt samlað komandi býráð saman við øllum góðum kreftum syrgja fyri, at verandi vinna fær góðar umstøður at arbeiða undir og at møguleiki verður fyri fleiri nýggjum vinnumøguleikum. Tað er ikki politikkurin í sær sjálvum sum skapar arbeiðsplássini, men hann hjálpir til, við t.d. við at vísa á bílig grundøkir, sum liggja væl fyri til alt slag av virksemi.
Vísast kann á, at kostnaðurin fyri eitt vanligt sethús íroknað grundstykki á Tvøroyri, kostar umleið tað sama sum grundøkið áleina kostar í Tórshavn.
Hvørjir møguleikar eru framyvir
Fyri at fáa tøkan kapital í kommununa má inntøkan vaksa samstundis sum føstu útreiðslurnar mugu skerast niður. Ein máti at minka um føstu útreiðslurnar kundi verið, at allar kommunur í oynni fáa sær felags umsiting av tí sum í dag verður gjørt aðrastaðni. Sum eitt dømi kundi ein felags stovnur við verkfrøðingum, arkitektum, grannskoðan og advokati, hjálpt bæði kommunum og vinnulívi í oynni við flest øllum dagligum uppgávum. Hetta hevði helst skorið útreiðslurnar nógv niður við tað, at hesi fólk verða sett í fast starv, og hava sítt dagliga arbeiði her, í staðin fyri at vit sum í dag, ferðast norðuryvir við hvørjum smátingi og gjalda høgt tímagjald, umframt ferða-og uppihaldsútreiðslur. Harafturat vildu hesi somu fólkini goldið sín skatt í oynni í staðin fyri aðra staðni.
Við at hava eina felags umsiting vildi møguleikin fyri at fingið aðra umsiting sum í dag, sæð við eygunum hjá miðfyrisitingini, »náttúrliga« liggur í Havnini, haft møguleika at flutt suður.
Eitt annað dømi um setan av stovnum, er gransking innan aling og fyribyrging av fiskajúkum. Henda gransking liggur náttúrliga undir einum stovni sum Heilsufrøðiliga Starvstovan, men harvið er tað ikki sagt, at kanningin verður best gjørd á Debesartrøð ella í Kollafjørði sum skjótt verður ein patrur av Havnini. Nei handa gransking og stýring kundi eins væl ligið á Tvøroyri, um politiskur vilji var til tess, tí vit vita, at fleiri yngri fólk úr oynni hava útbúgving á hesum øki, men bara kunnu fáa starv í Føroyum, um tey flyta til Havnar ella økið har í nánd. Hetta er ein skeiv gongd, og tí má hon vendast nú áðrenn eisini hesin møguleikin gleppur okkum úr hondum. Inntøkurnar kunnu bara vaksa við at meiri virksemi kemur ígongd. Tað er ynskiligt at hava fleiri sløg av virkjum á Tvøroyri, tí arbeiðið á fiskavirkjunum er alt ov óstøðugt til, at bæði maður og kona kunnu satsa uppá inntøkur frá einum og sama virki. Tá ið ongin fiskur er á virkinum, so er onki arbeiði og harvið ongin inntøka. Tí mugu vit hava fleiri bein at standa á við at fáa annað slag av virksemi ígongd afturat. Vit bjóða øllum ígongdsetarum hjartaliga vælkomnar at virka á Tvøroyri.