Stjórnarleiðari í Slovakia til hátíðarhald í Kina við Putin

Slovakiski forsætisráðharrin, russiski forsetin og norðurkoreanski leiðarin luttaka í skrúðgongu í Kina mikudagin.

Slovakiski forsætisráðharrin, Robert Fico, verður einasta umboð fyri eitt ES-land, tá Kina við hernaðarskrúðgongu hátíðarheldur 80 ára dagin síðan seinni heimsbardagi endaði í Asia. (Arkivmynd). - Mynd: Radovan Stoklasa/Reuters

Slovakiski forsætisráðharrin, Robert Fico, verður millum luttakararnar, tá Kina mikudagin fer at halda 80 ára dagin síðan seinni heimsbardagi endaði í Asia við eini hernaðarskrúðgongu, sigur forsætisráðharrin við Reuters.

 

Aðrir gestir til skrúðgonguna í kinesiska høvuðsstaðnum, Beijing, eru russiski forsetin, Vladimir Putin, og norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un.

 

Reuters skrivar, at iranski forsetin, Masoud Pezeshkian, væntandi eisini fer at luttaka í skrúðgonguni, eins og Min Aung Hlaing, leiðari í juntuni í Myanmar.

 

- Eg virði hvørt og eitt av ofrunum í stríðnum móti fasismuni, og tí havi eg áður virðiliga staðið framman fyri minnisvarðum í Moskva, Normandínum og Washington, sigur Fico í eini teldusvari til tíðindastovuna og leggur afturat:

 

- Sjálvur harmist eg um, at bara Slovakia millum ES-londini verður til staðar í Beijing - og eg má viðganga, at eg ikki skilji hví. Ein nýggj heimsskipan er bygd upp, nýggjar reglur fyri einum multipolarum heimi, ein nýggj valdsjavnvág, sum hevur alstóran týdning fyri stabilitetin í heiminum.

 

Fico upplýsti eisini, at eftir hernaðarskrúðgonguna í Beijing, fer hann at hitta ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, í eystara parti av Slovakia mikudagin.

 

Slovakiski forsætisráðharrin hevur verið í regluligum sambandi við Putin síðani kríggið í Ukraina byrjaði.

 

Skrúðgongan í Beijing verður 3. september, og tað er eitt tiltak, sum serfrøðingar her fara at fylgja við við meira enn vanligum áhuga.

 

AFP skrivar, at serfrøðingar hava greinað upptøkur á sosialu miðlunum av seinastu venjingunum, sum førdu til skrúðgonguna. Hetta bendir á, at heimurin fer at síggja heilt nýggj kinesisk vápn.

 

Hetta er galdandi fyri rakettir móti skipum, undirsjóvardronur og rakettverjuskipanir.

 

Meðan seinni heimsbardagi í Evropa endaði við, at Týskland gav seg yvir 8. mai 1945, vardi kríggið longri í Asia.

 

Eftir tvær amerikanskar kjarnorkubumbuspreingingar á Hiroshima og Nagasaki 6. og 9. august 1945, boðaði Japan, at landi gav  seg yvir 15. august. Formliga yvirgávan fór fram 2. september 1945.

 

/Ritzau/

 

 

 

Slovakiski forsætisráðharrin, Robert Fico, verður einasta umboð fyri eitt ES-land, tá Kina við hernaðarskrúðgongu hátíðarheldur 80 ára dagin síðan seinni heimsbardagi endaði í Asia. (Arkivmynd). - Mynd: Radovan Stoklasa/Reuters