Svenn Arne Lysgård, vanliga nevndur Svenna, kemur í oktober mánað á sína fyrstu Føroyavitjan yvirhøvur. Ferðin er løgd til rættis soleiðis, at vitjað verður á hesum støðum: ?Kelduni? í Skálfirði, ?Betania?, Skopun og ?Evangeliihúsinum?, Tórshavn. Vitjanin byrjar leygardagin
7. oktober og endar sunnudagin 15. oktober.
Flestu Føroyingar kennast uttan iva væl við sangin: ?Det kommer en ny tid?, sum ofta og títt verður spældur í ymsu útvarpum okkara, men tey flestu vita kortini ikki hvør tað er, ið upprunaliga hevur skrivað sangin. Tað er júst Svenna, men vit kennast best við sangin innspældan og sungnan av Kjell Samuelson. Tað er nú so, at Kjell við loyvi frá Svenna hevur skrivað eitt triðja vers til sangin og Kjell dámdi sangin so væl, at hann vildi hava hann innspældan. Síðani hevur hesin sangurin rungað, sum ongantíð fyrr.
Eitt er sangurin, men sjálvur persónurin Svenna er ein søga fyri seg. Nærum alt lív sítt hevur Svenna sungið og spælt. Sum skúlaungdómur var Svenna nógv happaður og var tónleikurin og sangur hansara ein máti at gera seg galdandi millum sínar javnlíkar uppá. Hann er føddur og uppvaksin í einum trúgvandi heimi, men skjótt gjørdust mongu tilboðini hann fekk ov lokkandi fyri hann at fara til støð og hendingar, ið ikki rættuliga samstemmaðu við gleðiboðskapin um Jesus, og Svenna fall frá í mong ár, men ein dag gjørdist gleðiboðskapurin um Jesus honum ov sterkur. Móðurbønin hevði eisini sína ávirkan, tí Svenna møtti í 70-árunum teimum sokallaðu ?Jesus-fólkunu?, t.v.s. ungir hippiarar, ið líktust honum sjálvum ? men, tó var ein munur at síggja, tí hesi høvdu ein annan boðskap at bera. Eygu teirra strálaðu av Guds kærleika og tey høvdu verunliga møtt Jesusi. Øll hesi árini burturi frá Jesusi fóru illa við Svenna, tí hann livdi eitt lív fylt við misnýtslu av sterkum rúsevnum, sum høvdu síni árin á hann.
Svenna upplivdi persónliga frelsu og fekk lovi at uppliva eina ríka tíð við møtirøðum og stórari veking. Hann hevur ferðast runt í øllum Europa og havt framførslur á skúlum, fongslum, í kirkjum, í útvarps- og sjónvarpssendingum. Einki umhvørvi ? eingin lurtarafjøld ? hevur verið fremmand fyri Svenna. 30 ár innan yrkið hava givið honum ríkar royndir, bæði sum artistur og evangelistur. Hann syngur alt innan, popp, rock, blues og country og nógv av tilfarinum hann nýtir, hevur hann skrivað sjálvur. 9 plátu/fløguinnspælingar eru komnar frá hansara hond. Ein er enntá innspæld yviri í Nashville í U.S.A., har hann eisini hevur luttikið í vælkendu konserthøllini Grand Ole Opry.
Svenna hevur eisini luttikið við sangi og vitnisburði innan fongsulsmúrarnar. Í Ungarn herfyri fekk hann loyvi at uppliva fleiri kvinnur gera upp við sítt gamla lív og byrja aftur av nýggjum við Jesusi.
Svenna er giftur við svensku Astrid og býr nú í Mølndal, tætt við Gøteborg í Svøríki. Hann hevur hálvtíðarstarv í Hvítusunnusamkomuni har, og hina tíðina nýtir hann í tænastuni at ferðast runt við gleðiboðskapinum um Jesus, sum er mentur at umbroyta alt. Svenna vitnar persónliga á seinastu fløguútgávu síni ?Trygg och fri?, hvussu hann upplivdi hesa umbroting í lívi sínum við lagnum ?Ofta ensam?.
Á møtunum fer Svenna at spæla bæði kendar og minni kendar sangir, ið allir eru ein lovsongur til Harra okkara Jesus, fyri tað hann hevur gjørt og ger. Eisini talar og vitnar hann. Harumframt verður Svenna at hoyra í okkara ymsu útvarpsfjølmiðlum hesar dagarnar hann vitjar í Føroyum.
Almenna skráin fyri vitjanina er henda: 7. og 8. oktober Keldan, Skálafjørður. 10. oktober Betania, Skopun. 15. oktober Evangeliihúsið, Tórshavn
Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møtir, og eisini at taka onkran við. Sum fíggjarliga hjálp til útreiðslurnar, verða offur upptikin á nøkrum av møtunum.