Framhaldssøgan um føroysku fjølmiðlalógina hevur ikki fingið ein enda enn. Men nú er okkurt sum bendir á, at føroyingar í næstum kunnu fáa egna lóggávu á økinum.
Tá Anders Fogh Ramussen hevði fund við landsstýrið mánadagin, tók Høgni Hoydal málið um fjølmiðlaábyrgdarlógina upp.
? Eg greiddi forsætisráðharranum frá, at vit vilja gjarna seta okkara egnu lógir fyri fjølmiðlar í gildi, og at vit hava lóggávuna á økinum klára. Hann helt ikki, at tað skuldi verið nøkur forðing fyri hesum, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.
Høgni Hoydal ætlar sær nú enn einaferð at venda sær til danska løgmálaráðið fyri at fáa løgfrøðisligar forðingar um lóggávumydnugleikan av vegnum.
Hetta skal síðani hava við sær, at Føroyar umsíðir fáa eina dagførda lóg um virksemið hjá fjølmiðlunum.
Ótíðarhóskandi lóg
Tað liggur ein drúgv søga aftanfyri føroysku royndina at fáa dagført lóggávuna á fjølmiðlaøkinum. Í løtuni er ein elligomul lóg frá 1938 í gildi fyri Føroyar, og hon er als ikki tíðarhóskandi. Hon er frá eini tíð, tá loftmiðlarnir ikki vóru farnir á flog, og internetið var púra óhugsandi.
Í 1991 fekk Danmark nýggja fjølmiðlaábyrgdarlóg, sum setir karmarnar fyri virksemið hjá teimum mongu sløgunum av fjølmiðlum. Donsku myndugleikarnir spurdu tá, um lógin skuldi setast í gildi fyri Føroyar eisini, men landsstýrið svaraði ikki.
Í 1995 tók landsstýrið málið upp, og eftir ráðføringar við føroyskar fjølmiðlar legði landsstýrið uppskot fyri løgtingið um, at danska lógin skuldi setast í gildi fyri Føroyar, tó við onkrum broytingum.
Løgtingið samtykti uppskotið um ríkislógartilmæli í mai mánaði í 1997. Síðani heitti landsstýrið fleiri ferðir á donsku myndugleikarnar um at fáa málið avgreitt, men ikki fyrr enn í november mánaði í 1999 kom svar úr Danmark.
Boðini frá løgmálaráðnum vóru, at tað vildi ikki seta lógina í gildi við teimum broytingum, sum løgtingið ynskti í lógini.
Ymsir møguleikar
Svarið úr Danmark gav landsstýrinum tríggjar møguleikar. Ein var at góðtaka donsku lógina, sum hon var, men tað helt landsstýrið kundi fáa óhepnar avleiðingar, tí harvið varð tað góðkent, at danskir myndugleikar ikki vildu ganga samtyktum hjá løgtinginum á møti.
Ein annar møguleiki var at boða frá, at málið var avgreitt úr Føroyum, og harvið lata upp í hendurnar á løgmálaráðnum. Hetta kundi hava við sær togtogan millum føroyskar og danskar myndugleikar.
Landsstýrið legði tí á annan bógv og vildi sleppa donsku lógini og ístaðin gera føroyska lóg fyri økið.
Hetta arbeiðið hevur tikið tíð og hevur eisini skapt onkrar fløkjur. Løgfrøðisligu tulkingarnar eru ymsar, men danir halda ikki, at føroyingar hava lóggávumyndugleikan á økinum sum er.
Tað hevði eisini við sær, at Høgni Hoydal í fjør noyddist at taka aftur eitt uppskot um fjølmiðlasið, sum hann hevði lagt fyri tingið.
Upp á hægsta stig
Síðani hevur landsstýrismaðurin verið í sambandi við danska løgmálaráðið fyri at fáa staðfest, at føroyingar kunnu gera lógir á økinum. Men har hava tey umborið seg við, at útskifting hevur verið millum starvsfólkið, og at tey skuldu koma aftur til málið seinni. Enn er einki svar komið.
? Tí gjørdi eg av, at taka hetta lutvíst lítla mál upp á hægsta stig, og tað fer vónandi at hava við sær, at vit kunnu loysa málið í næstum. Tað er umráðandi, at Føroyar fáa eina dagførda fjølmiðlalóg, sum er tillagað til føroysk viðurskifti. Vit kunnu ikki liva við eini ótíðarhóskandi lóg á hesum øki, sigur Høgni Hoydal.
? Vit hava eitt lógaruppskot klárt, og tí er tað í grundini bara tann løgfrøðisliga togtoganin millum landsstýrið og løgmálaráðið sum forðar fyri, at vit kunnu seta lógina í gildi.
Fjølmiðlaábyrgdarlógini skal tryggja, at greiðar reglur eru fyri virksemið hjá fjølmiðlunum. Lógarkarmur skal gerast, og eitt fjølmiðlaráð, sum skal ansa eftir, at góður fjølmiðlasiður er galdandi, skal fáast at virka.
? Tað ræður um at bæði at verja borgarar ímóti fjølmiðlunum og at tryggja, at fjølmiðlarnir kunnu arbeiða óheftir og uttan eftirlit, sigur Høgni Hoydal.










