Almannaverkið
? Tað kann ikki góðtakast, at tað skal taka mánaðir og ár hjá Hjálpartólamiðstøðini og Almannastovuni at avgreiða umsóknir frá fólki um hjálp.
Tað sigur Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum.
Í Sosialinum mikudagin høvdu vit eina drúgva grein um, hvussu ómetaliga illa Almannaverkið í Føroyum riggaði og hvussu seint tað gekk at fáa hjálp frá Hjálapartólamiðstøðini og Almannastovuni.
Vit høvdu samrøðu við Odd Eið í Porkeri, sum hevur sitið í rullustóli í skjótt 11 ár.
Hann hevur so ringar royndir av Almannaverkinum, at hann føldi tað líka nógv sum stein omaná byrðu, sum eina hjálp. Og hann segði, at var hann ikki so sálarliga sterkur, hevði hann langt síðani havt givið upp.
Er ikki nøktandi
Sámal Petur í Grund, nýggjur Landsstýrismaður í almannamálum, sigur, at tað er ikki ókent, at tað skal meiri enn gott tol at hava hava við Almannastovuna og Hjálpartólamiðstøðina at at gea.
? Vit vita at skipanin er ómetaliga stirvin: Søgan um Odd Eið er ikki eindømi, tí tað er nógv mál av hasum slagnum.
Hann sigur, at støðan kann ikki góðtakast og at tað er sjálvsagt, at vit mugu royna at finna greiðari og lættari mannagongdir.
?Onkur stig eru tikin men langt er eftir á mál. Eitt nú er tað ikki langt síðani, at vit broyttu mannagongdina, so at nú skal Hjálpartólamiðstøðin ikki longur skal hava mál endaliga góðkend í Fíggjarmálastýrinum.
? Hetta varð gjørt fyri at fáa eina greiðari mannagongd. Men tá varð eisini ført fram í tinginum, at skipanin var alt ov stirvin.
Landsstýrismaðurin sigur, at hann hevur víst Almannastovuni á, at mannagongdin er ov stirvin og hann sigur, at Almannstovan hevur í eina tíð arbeitt við at gera skipanina liðiligari og arbeiðsgongdirnar greiðari.
?Tað er neyðugt at viðgerðin gongur skjótari, tí tað er ósømiligt at tað skal taka so drúgva tíð. Ofta er talan um fólk, sum eru heilt bundin at hjálpini, tey fáa. Og hjá summum er tað enntá alneyðugt at fáa eina skjóta viðgerð, eitt nú hjá fólki, sum krevja til likamligar uppvenjingar fyri at koma fyri seg aftur.
? Øll skulu hava eina skjóta og góða viðgerð. Men tað ber heldur ikki til at skrumbla mál ígjøgmum, tí málini skulu eisini hava eina rætta viðgerð, og tað tekur eisini tíð.
Avmarkaðar møguleikar
Sámal Petur í grund sigur, at søgan um Odd Eið eigur at verða eitt talandi dømi um álvaran í málinum.
Men spurningurin er, hvat hann kann gera, umframt at vísa Almannastovuni á, at tað er ov stirvið. Hann væntar tó, at tað fer at bøta um støðuna, tá ið Almannastovan er liðug við arbeiðið at leggja arbeiðsgongdina um.
Hann sigur hinvegin, at tað er avmarkað, hvat Almanna- og Heilsumálastýrið sjálvt kan gera við málið, tí har eru tey so illa mannað.
? Hartil eru fleiri størv ósett, so tað er avmarkað, hvat vit fáa gjørt.
Hann heldur tó, at dømi sum tað um Odd Eið, og onnur við, kunnu brúkast positivt til at bøta um støðuna.
? Eitt nú ber tað til at gjøgnumganga slík greflig dømi úr enda í annað og fáa greiðu á, hvar knútarnir í skipanini eru og hví, og hvar, málið steðgaði.
Annars vísir Sámal Petur í Grund á, at ein trupulleiki er, at bæði Almannastovan og Hjálpartólamiðstøðin eru so illa mannað, at tey tí ikki fáa arbeitt so væl, sum tey áttu.
? Men støðan er tíverri tann sama á Almanna- og Heilsumálastýrinum, at tað er avmarkað, hvat annað,vit fáa gjørt beint nú fyri at bøta um støðuna.
Sámal Petur í Grund sigur, at uppgávurnar, sum Almannaverkið hevur, eru so ómetaliga stórar.
Almannaverkið og Heilsuverkið umsita áleið 1,5 milliard um árið, og tað er helvtin av fíggjarlógini. Og afturmóti, hvussu onnur stýri eru mannað, eru tað ómetaliga fá fólk í Almanna- og Heilsumálastýrinum at umsita so stórar upphæddir, so arbeiðstrýstið á hvørjum einstakum er sera stórt, sigur Landsstýrismaðurin í Almannamálum









