upp til sítt favorittheiti í steypafinaluni hjá monnum leygardagin. Sørvingar vístu frá fyrsta bríksli, at teir í løtuni eru nógv tað besta mansliðið í føroyskum flogbólti í løtuni, og at tað bert er ein [...] men tað skerst ikki burtur, at ein leikari sum Ólavur Jensen var sera drúgvur. Hóast Ólavur ikki er av størstu monnum, so hevði hann fleiri góðar blokkar í fyrsta settinum, og eisini í álopsspartinuim [...] á odda 13-7, og ikki minst var Rajko Petrovic ómetaliga stinnur í álopsspælinum. Rajko hevur neyvan havt eitt betur kappingarár enn í ár, og hann vísti leygardagin, at tá ið hann er í rætta lagnum, so
pinkubarninum verður sett í hásæti, sigur felagið í yvirlýsingini. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar sigur, at føðideildin á Landssjúkrahúsinum kann ikki samanberast við føðideildir í Danmark. ? Føðideildin [...] fara at vera verri fyri, tí dygdin í røktini gerst verri. Jana H.Dalsgaard minnir á, at fyri nøkrum árum síðani varð smábarnadeyðin í Føroyum tann hægsti í Norðanlondum. Í dag er hann tann lægsti og tað er [...] serfrøðingar í at røkta hesi børnini. Men nú skulu serfrøðingarnir sigast upp í ein fakbólkur, sum ikki hevur førleikar á økinum, skal yvirtaka arbeiðið. Eina heilt aðra bakgrund Forkvinnan í felagnum fyri
meg her í Føroyum, og skal hon spæla púra einsamøll heima hjá okkum í mánaðir? Henni leingist eftir onkrum at spæla við, og hevur glett seg í fleiri vikur til at fara í barnagarð!, sigur Christian í døpurhuga [...] býr Claire í Føroyum saman við Christiani og familju hansara: - Claire sær út til at stórtrívast heima hjá okkum, men hon fær einki varandi p-tal og sleppur tískil ikki í barnagarð ella annað í Føroyum, [...] ringdi ein løgfrøðingur hjá kommununi og segði, at Claire ikki slapp í barnagarð, tí hon ikki hevði uppihaldsloyvi og skeivt p-tal. 26. juni í ár fór Christian tískil til fútan og gav honum eina umsókn
menningararbeiði í 3. heiminum. Tað vil í alstóran mun styrkja støðuna hjá tí føroysku vinnuni. At virka í altjóðasamstarvi í torførum umhvørvi, tað mennir. Vit í Føroyum kunnu læra nógv og eitt stig framá [...] Eidesgaard, løgmaðni í greinini í Dimmalating í dag 22. apríl 2004, eisini veri. 2333 % øking um menningarhjálpin hækkar úr 300.000,- kr. til 7 mio. kr. um árið. Um støðið verður tikið í bráfeingishjálpini [...] skræddari í einum ávísum staði, um tosa verður um veruliga menningarhjálp. Danida metir at tað kostar umleið 1 mio. kr. um árið at hava ein persón í verki í 3. heiminum (Asia). Hetta er ikki bert løn,
fyrstu umførini ikki hevur megnað at fingið stig og vunnið. Í fjør vann Skála ikki fyrrenn í 9. umfarinum, og í fyrraárið var sama skilið hjá teimum. ? Skálamenn royndu at spæla fótbólt í fjør, og tað fingu [...] ? Vit hava hampuliga gott fólk. Bárður á Lakjuni er ikki í fullgóðari venjing enn. Tað er saknur í Árna Petersen, sum í fjør spældi í borðinum, og í miðvallaranum Høgna Zachariassen. Teir eru báðir skaddir [...] liðum í bestu deildini. Eingin ímyndar sær, at HB og B36 fara at flyta niður. VB tykist vera væl fyri, og KÍ er betri fyri í ár, enn teir vóru í fjør. Sigfríður Clementsen var venjari, tá ið ÍF í fjør flutti
kann ein ikki í hesum føri. Vit brúka sama frálærukort, sum í Danmark, tó minus motorveg, jarnbreyt og annað, sum ikki kemur fyri í føroyskari ferðslu. Tað er ikki neyðugt at hækka tímatalið upp í 22, tí [...] til tey eru eldri. Í løtuni er nýggj koyrikortkunngerð í umbúna. Til dømis verður mælt til, at kravda talið av koyritímum verður hækkað úr 16 tímum upp í 22 tímar. ? 22 tímar er ikki beinleiðis ov nógv [...] tað sjálvandi ikki verða loyvi at koyra 100 km/t men hetta kann ein so avmerkja við skeltum. Fyrr var tað bara loyv at koyra 100 km/t á motorvegunum í Danmark, men tey flestu koyrdu upp í móti 110. Donsku
reytt longu í 1. hálvleiki ímóti B36. Reytt kort í landskappingini hevur leikbann við sær í næsta dystinum. Tað vil siga, at Óli Hansen verður leikbannaður ólavsøkudag, tí tað verður ikki spælt í landskappingina [...] álopinum? ? Hann hevur ikki verið í álopinum hjá NSÍ í ár. Hann hevur verið miðvallari, og tað hevur riggað væl. Vit hava arbeitt við at skipa liðið, og tað ber ikki til bara at flyta fleiri spælarar úr leiklutunum [...] siga, at í fyrireikingunum til landskappingina skulu teir vera við, men tá NSÍ fer at fyrireika seg til steypafinaluna, verður ikki pláss fyri Sonna og Óla: ? Hetta er ein keðilig støða at vera í. Í tí stóra
hugsandi, at tær høvdu vunnið dystin. Nú bleiv tað í staðin TB, sum fekk yvirvág bæði í hondunum og í høvdunum, avsmurningurin í øðrum setti var gloymdur, og í fjórða setti beindu tær allan iva til viks við [...] seg so mikið at tað ikki bilti. Og niðurstøðan av øllum hesum er, at tað nú skal ganga ómetaliga illa í restini av kappingini, um fyrsta føroyameistaraheitið hjá TB í flogbólti ikki skal verða veruleiki [...] dyst, sum ikki nógv góvu teimum nakrar serligar møguleikar fyri at vinna. Men tað skal sigast, at havnarkvinnurnar ikki smæddust burtur, og tað bleiv als ikki nakar lættur sigur hjá oddaliðnum. Í byrjanini
aftur, at nakað skeivt er farið fram í sambandi við partapeningin í Atlants Kolvetni. ? Tað, sum er farið fram í tí sambandinum, er samtykt í nevndini og tað er ikki eitt mál, sum skal leggjast fyri nakran [...] varð koyrdur frá sum formaður í Havnar Handverkarafelag, góðtekur ikki tær atfinningarnar, sum herfyri førdi til, at hann mátti frá. Hann sigur nevniliga, at tað er onki hald í skuldsetingunum. Eftir tí, [...] at teir tað lá ikki fyri at vera í nevndini longur og at teir ætlaðu sær frá á aðalfundinum. ? Ein av teimum varð fluttur úr Havn, aðrastaðir at búgva, ein sigldi úti og tann triði hevur í eitt heilt ár
r mugu gerast í ferðavinnuni. – Tað ber ikki til við hópferðavinnu í føroysku fjøllunum, sum vit hava sæð tað síðstu árini. Í fjør var heilt út av lagi, og tá vóru um 125.000 ferðafólk í landinum. Ferðafólkini [...] neyðugt er við burðardygd í føroyskum náttúruni. – Eg segði í sjónvarpinum í januar í fjør, at neyðugt er við timeout. Tá hugsaði eg einans um náttúruna. Føroyska náttúran er ikki egnað til hópferðavinnu [...] Vandamikið í føroysku náttúruni Hann vísir á, at tað er vandamikið at ganga í føroyskum náttúruni, og tí kunnu vit ikki bara lata útlendingar, sum ikki kenna føroysku veðurviðurskiftini, fara sjálvar út í náttúruna