SÍ livdi væl og virðiliga upp til sítt favorittheiti í steypafinaluni hjá monnum leygardagin. Sørvingar vístu frá fyrsta bríksli, at teir í løtuni eru nógv tað besta mansliðið í føroyskum flogbólti í løtuni, og at tað bert er ein spurningur um tíð, áðrenn meistaraheitið er í hús.
Framúr blokkur
Tað var eisini SÍ, sum fekk bestu byrjanina upp á dystin. Beinan vegin í fyrsta settið vístu teir sína styrki, og serliga var tað blokkurin hjá sørvingum, sum royndist serstakliga væl. Ilt er at taka nakran burtur úr, men tað skerst ikki burtur, at ein leikari sum Ólavur Jensen var sera drúgvur.
Hóast Ólavur ikki er av størstu monnum, so hevði hann fleiri góðar blokkar í fyrsta settinum, og eisini í álopsspartinuim royndist hann væl. Eisini veteranurin Kell Jensen royndist væl í blokkinum.
Sørvingar tóktust sera væl upplagdir, og væl stuðlaðir av sínum einastandandi fjepparum, fingu teir skjótt lagt seg avgerandi á odda í fyrsta settinum.
Tað gekk ikki lang tíð, so vóru teir á odda 13-7, og ikki minst var Rajko Petrovic ómetaliga stinnur í álopsspælinum. Rajko hevur neyvan havt eitt betur kappingarár enn í ár, og hann vísti leygardagin, at tá ið hann er í rætta lagnum, so er hann at kalla ómøguligur at steðga. Ferð aftaná ferð løgdu teir upp til hann á kantinum, og Rajko var eirindaleysur og langaði bóltarnar í gólvið hinumegin netið.
Flúgvandi byrjanin hjá SÍ ávirkaði eisini mótstøðumenninar úr Mjølnir, og tað gekk heldur ikki long tíð, so fóru klaksvíkingar at hanga við høvdinum. Klaksvíkingar tóktust snøgt sagt ikki trúgva upp á, at tað fór at bera til at gera nakað við SÍ, og leikararnir hjá Mjølnir tóktust eisini rættuliga fjáltursstungnir. Hetta sást kanska eisini best í álopsroyndunum hjá klaksvíkingum, tí teir vóru alt ov óneyvir í fyrsta settinum, sum SÍ lættliga vann 25-18.
Sama mannagongd
Í næsta settinum hildu sørvingar fram, har teir sleptu í fyrsta settinum. Við einari øgiligari leikferð settu teir eitt stórt trýst á Mjølnir, og klaksvíkingarnir høvdu framvegis trupulleikar av at fóta sær móti árgrýtnu sørvingunum.
At SÍ hevði mentalu yvirvágina sást eisini væl, millum annað tí at teir allatíðina vunnu fleiri lættar bóltar, har teir ikki skuldu ómaka sær nakað serligt fyri at vinna bóltin.
Oddaliðið legði seg á odda 14-7 í settinum, men so fótaði Mjølnir sær eina lítla løtu, og serliga tóktist tað sum um, at leikandi venjarin hjá klaksvíkingum, Stanislav Hristov, kom í gongd, og teir fingu tikið seg nakað inn á sørvingar.
Men tað gekk tó ikki long tíð, so svaraði SÍ aftur, og teir løgdu aftur sjógv millum seg og Mjølnir. Hugaligt var at síggja stóru breiddina hjá sørvingum, har allir mans hildu seg til, og eitt nú spældi liðskiparin Jón Nielsen ein serstakliga góðan dyst. Jón var sera ágrýtin, og umfamt at hann hevði nógvar framúr góðar móttøkur, so vísti hann seg frá síni allarbestu síðu í álopspartinum, har hann fleiri ferðir við øgiligari kraft langaði bóltin í gólvið hjá Mjølnir.
SÍ fekk sín fyrsta settbólt í øðrum setti, tá ið teir komu á odda 24-17, men Mjølnir fekk minkað niður í 18-24 og fingu servina. Men veteranurin Trúgvi H. Poulsen servaði í netið, og tað var kanska ikki so lítið sigandi um dystin, tí tað var snøgt sagt ikki dagurin hjá klaksvíkingum.
Mest spennandi settið
Triðja settið gjørdist nógv tað mest spennandi settið í mansfinaluni. Mjølnir fekk eina góða byrjan upp á settið, og teir løgdu seg eisini greitt á odda. Men sørvingar hingu í klaksvíkingunum, sum nú fingu útlendsku spælararnar hjá sær, Vladimir Vasiliev og Stanislav Hristov, meiri við í dystin. Teir báðir kunnu avgerða ein dyst, um teir eru í rætta hýrinum, men tað tykist sum um, at teir eru alt ov nógv "humørspælarar", sum fáa lítið burtur úr, tá ið liðið hevur mótgang.
Tað gekk sera javnt á í settinum, og hóast Mjølnir fleiri ferðir var á odda við tveimum, so svaraði SÍ aftur hvørja ferð. Tað tóktist tó eitt skifti sum um, at tað fór at eydnast Mjølnir at fáa settið í hús, tá ið Mjølnir undir leiðslu av Vladi kom á odda 23-21, men sørvingar høvdu ikki hug til at spæla meira enn trý sett, og teir hildu á við at stríðast. SÍ bardi seg upp á 23-23, og tá ið so Borko Ilic tryggjaði teimum ein dystarbólt, var hýrurin øgiligur á teimum mongu áskoðarunum úr Sørvági. Kell Jensen servaði bóltin yvir á Mjølnir-hálvuna, og tá ið klaksvíkingar nýttu fýra sløg fyri at bóltin yvir um netið aftur, var greitt, at SÍ er steypavinnari 2005.
Uppiborin sigur
Eingin ivi er um, at tað var rætta liðið, sum gjørdist steypavinnari leygardagin, tí SÍ var nógv betur enn Mjølnir. Sørvingar tóktust eisini nógv meiri uppsettir til dystin, og longu frá byrjan sá tað út til, at teir hjá Mjølnir als ikki trúðu upp á, at tað fór at bera til hjá teimum at gera nakað við SÍ.
Nakað annað, ið eisini spælir inn, er tann ótrúligi uppbakningurin, sum sørvingar fingu frá sínum áskoðarum. Tað var eingin ivi um, hvat liðið hevði tí betru áskoðarafjøldina, tí áskoðararnir hjá SÍ vóru fantastiskir.
Stuttligt var eisini at síggja, at tað ikki einans vóru sørvingar, men eisini bæði miðvingar og fólk úr Sandavági, sum sótu og heppaðu á SÍ.
Nú liggur vegurin opin fyri SÍ at tryggja sær greipuna í meistaradeildini hjá monnum í flogbólti, og betri føðingardagsgávu høvdu sørvingar neyvan kunna ynskt sær, nú ítróttarfelagið hjá teimum fyllir 100 ár í ár.
SÍ-Mjølnir 3-0 (25-18, 25-18, 25-23)