? Arbeiðast skal eitt sindur meira við hugburðinum, har vit uppbyggja ein moral. Tað er lætt at siga, hvussu tú eigur at uppføra teg í ferðsluni, men skeivar vegaavmerkingar og annað ger bara, at hugburðurin dalar, sigur Bjarki Johannesen, koyrirlærari, sum vísir á, at tá vegaarbeiði verður gjørt, so standa skeltini uppi, sjálvt um vegaarbeiðararnir eru farnir heim, ella um tað er vikuskifti.
? Tá vegamyndugleikarnir sjálvir ikki uppføra seg rætt, so ger tað, at hugburðurin millum fólk dalar. Og tað er hesum arbeiðast skal eitt sindur meira við.
Annars heldur Bjarki, at føroyingar uppføra seg pent í ferðsluni. Einasta hann fílist á er, at fólk eru ikki so røsk at blunka, tá tey skulu av vegnum ella sneiða inn á ein annan veg.
? Men tað eru so nógv ting í ferðsluni, sum eru rættiliga nýggj, og tí noyðist ein eisini at taka fyrilit fyri tí, at tey eldur eru ikki uppvaksin undir hesum ferðsluumstøðunum, sigur Bjarki Johannesen. ? Her verður hugsað um rundkoyringar, ljósreguleringar og tílíkt, sum er heilt nýtt í føroyskum ferðsluhøpi.
Koyra skjótari
Koyrilærarin heldur, at á ávísum støðum skuldi verið loyvt at koyrt skjótari.
? Nógvir av vegunum eru so góðir í dag, at tað skuldi verið loyvt at koyrt 100 km/t. Tá hugsi eg um góðar, breiðar vegir, har umstøðurnar eru til tess. Har tað verður verri sýni, og vegirnir eru minni góðir, skal tað sjálvandi ikki verða loyvi at koyra 100 km/t men hetta kann ein so avmerkja við skeltum. Fyrr var tað bara loyv at koyra 100 km/t á motorvegunum í Danmark, men tey flestu koyrdu upp í móti 110. Donsku ferðslumyndugleikarnir valdu so heldur at flyta markið upp á 110, tí so sluppu teir av við ein stóra trupulleika ? altso tað at taka hvønn einasta bil, sum koyrdi yvir 100.
Bjarki vísir á, at flest øll koyra yvir 80 km/t, og at ein er óerligur yvirfyri sær sjálvum um ein avnoktar tað.
? Tú koyrir aftanfyri sýslumenn, løgtingsmenn, politistar og aðrar innan fyri hægru umsitingina í Føroyum, og teir koyra allir meira enn 80. Um markið varð flutt, so hevði ein stórur trupulleiki verið loystur.
Revsireglurnar eru eisini ov strangar. ? Vit eru ikki meira enn menniskju, vit feila, og vegumstøðurnar eru soleiðis, at viðhvørt ert tú noyddur at bróta ferðslureglarnar, sigur Bjarki Johannesen. ? Tak til dømis við køkubúðina, Áargeil, Stoffalág, har er tað soleiðis, at ein er noyddur at koyra útum hávatenninar fyri at síggja um nakar bilur kemur. Um tú ert óheppin kemur ein bilur og tekur í, og so er dómurin fallin. Trý ár treytaðan dóm og upp til eftiransandi koyriroynd.
Sjálvur heldur Bjarki, at tað skuldi verið soleiðis, at í fyrsta umfari fært tú eina bót. Um óhappið hendir einaferð afturat, so skuldi tú fylgt einum teoriskeiði, sum tú kanst vísa aftur á. Hendir óhappið eina triðju ferð skuldi tú farið upp til eina eftiransandi koyriroynd og fingið ein treytaðan dóm uppá eitt til hálvt annað ár. Ferðslureglurnar skuldu verið lagaðar meira til umstøðurnar.
Tørvur á hálkubreyt
Nógv eru, sum taka koyrikort. Hetta talið fylgir vanliga burðartalinum, umframt ein lítlan prosentpart, sum velur at bíða til tey eru eldri. Í løtuni er nýggj koyrikortkunngerð í umbúna. Til dømis verður mælt til, at kravda talið av koyritímum verður hækkað úr 16 tímum upp í 22 tímar.
? 22 tímar er ikki beinleiðis ov nógv, men ein eigur at kunna at ávísa, hvat tímarnir skulu brúkast til, og tað kann ein ikki í hesum føri. Vit brúka sama frálærukort, sum í Danmark, tó minus motorveg, jarnbreyt og annað, sum ikki kemur fyri í føroyskari ferðslu. Tað er ikki neyðugt at hækka tímatalið upp í 22, tí tað er longu har. Tørvurin hjá tí einstaka skal verða settur í hæddina. Tað einasta tú gert í einum slíkum føri er, at tú flytir ein marginal. Men um næmingurin í dag hevur tørv á at koyra 20 tímar, 22 tímar, 25 tímar ella meira, so koyrir hann hesar tímarnar.
Talan er eisini um at gera ein sokallaðan grulvigarð, har møguleiki er at koyra fyrstu koyritímarnar. Her verður hugsað um eitt avbyrgt øki við ongari ferðslu, har næmingurin fær høvi til at læra at brúka kobbling, gear og annað, áðrenn hann verður tveittur út í ferðsluna.
? Hesum er tað stórur tørvur á, eins og tað er stórur tørvur á eini hálkubreyt. Ein næmingur, sum tekur koyrikort um summarið hevur ongan møguleika fyri at sleppa at koyra í kava, og tá kavin kemur er hann púra ráðaleysur. Ein hálkubreyt hevði spart bæði landi og tryggingarfeløgum nógvar pengar.
Frálærubókin betrast
Frálærubókin, ið brúkt verður, er týdd úr norskum. Vit hava danska ferðslulóg, og tá ein skal upp í teori eru spurningarnir so føroyskir, at ofta skilja næmingarnir ikki, hvat spurt verður um, og ofta eru spurningarnir heldur ikki dagførdir. Vit hava danskt frálærukort, og alt hetta ger tað heila til ein peruvelling.
? Bókin og spurnarbókin fylgjast als ikki. Spurningarnir eru illa orðaðir, og ópedagogiskir, sigur Bjarki Johannesen.
? Tað hevur leingi verið talan um at gera eina nýggja frálærubók. Vit vóru á fundi fyri eini tveimum árum síðani, men enn er onki gjørt við málið. Men eg haldi ikki, at tað er bileftirlitið og ein fulltrúi í landsstýrinum, sum skulu gera hetta. Tað eru vit, koyrilærararnir, sum arbeiða við tí dagliga, ið eiga at verða spurdir eftir, tá slíkt verður gjørt.
Men nýggj koyrikortkunngerð er væl áleiðis. Hvussu verður nú at taka koyrikort fáa vit svar uppá um eina tíð.