TB nærkast í hvørjum

Eina løtu sá út til, at Mjølnir aftur fór at vinna í Suðuroy, men tá samanumkom bleiv tað ikki til nakra endurtøku. TB vann 3-1 og nú er sera, sera stutt eftir á mál hjá liðnum av Tvøroyri. Hinvegin sær stríðið um bronsumerkini ikki út til at fáa ein enda fyrr enn á síðsta leikdegi

Flogbóltur

Fyri flogbóltskvinnurnar hjá TB var hetta vikuskiftið eitt av teimum týdningarmestu yvirhøvur. Tveir sigrar móti ávikavist Fleyr og Mjølnir, og TB kundi so gott sum kalla seg føroyameistara - og tað sjálvt um tær hava fýra dystir eftir í kappingini.
Og tað eydnaðist TB at vinna báðar dystirnar. Tær fingu ein óvæntaðan hvøkk móti Fleyr fríggjakvøldið og aftur ein móti Mjølni sunnudagin, men í báðum førum fingu tær umrátt seg so mikið at tað ikki bilti. Og niðurstøðan av øllum hesum er, at tað nú skal ganga ómetaliga illa í restini av kappingini, um fyrsta føroyameistaraheitið hjá TB í flogbólti ikki skal verða veruleiki.
Fleyrkvinnurnar komu suður fríggjakvøldið til ein dyst, sum ikki nógv góvu teimum nakrar serligar møguleikar fyri at vinna. Men tað skal sigast, at havnarkvinnurnar ikki smæddust burtur, og tað bleiv als ikki nakar lættur sigur hjá oddaliðnum.
Í byrjanini var annars ikki nógv sum bendi tann vegin, tí TB vann tvey tey fyrstu settini 25-15 og 25-17 uttan stórvegis trupulleikar. Men so kom stígur í, samstundis sum Fleyr gjørdi ein vørr og vann triðja sett 25-21. Í fjórða setti var heldur ikki nógv sum skilti liðini, men sum so ofta tá tað leikar javnt á, er tað liðið, sum er fremst í kappingini, sum dregur longra stráið. TB vann fjórða sett 25-23 og fekk tí tey bæði týdningarmiklu stigini upp undir oddadystin móti Mjølni - men tær máttu stríðast fyri stigunum.

Avsmurningur einki at siga
Sunnudagin var so klárt til toppdystin, og serliga fyri Mjølnir ráddi tað um at vinna, so TB ikki skuldi fara fýra stig framum. Ein sigur til Mjølnir kundi hinvegin føra til, at liðini blivu jøvn í stigum og dystum.
Men heimaliðið tók fyrsta stikkið við at vinna 25-23, hóast munurin á liðunum var lítil og eingin.
Tá liðini møttust í Trongisvági í grundspælinum, vann Mjølnir 3-1. Tað var fyrsti og higartil einasti ósigur hjá TB, og leikararnir hjá báðum liðum mintust, at tá vann Mjølnir næsta sett heili 25-5. Tí var einki at siga til, at heimaáskoðararnir fóru at stúra eitt sindur sunnudagin, tá teir sóu mjølnirkvinnurnar vinna næsta sett 25-12. Tað sá næstan út til, at ein endurtøka av fyrra dystinum var í væntu, men tað segði TB kortanei til. Tær lyftu spælið uppaftur og vunnu triðja sett 25-22. Hesin sigurin í triðja setti bleiv sera avgerandi, tí hevði Mjølnir vunnið tað, er væl hugsandi, at tær høvdu vunnið dystin. Nú bleiv tað í staðin TB, sum fekk yvirvág bæði í hondunum og í høvdunum, avsmurningurin í øðrum setti var gloymdur, og í fjórða setti beindu tær allan iva til viks við at vinna 25-13. TB hevði vunnið 3-1 og samstundis tikið eitt stórt fet fram móti gullinum.
Á Tvøroyri vilja tey ikki enn tosa um nakað FM-heiti. Tað sigur seg sjálvt. Hetta við ikki at selja skinnið áðrenn bjørnin er skotin skal brúkast her sum so nógva aðrastaðni. Men hyggja vit at støðuni, síggja vit, at TB nú hevur allar møguleikar at vinna kappingina. Eitt er, at tær eru fýra stig frammanfyri Mjølnir, men settmunurin hjá teimum er eisini somikið nógv betri enn tann hjá Mjølni, at tær í roynd og veru skulu tapa tríggjar av teimum fýra írestandi dystunum fram til 3. mars. Tá spælir TB sín síðsta dyst í kappingini, sum annars ikki endar fyrr enn leygardagin 9. mars. Men tá hava tær frívikuskifti, og tað verður kanska eisini tiltrongt, tí tað er væl hugsandi, at tær tá longu hava feirað sítt fyrsta føroyameistaraheitið...

Stríðið um bronsuna herðist
Alment er Dráttur enn føroyameistari, men sunnudagin mistu tær sín seinasta teoretiska kjans fyri at varðveita heitið. Tað hevur leingi verið greitt, at Dráttur - uttan fleiri av lyklaleikarunum frá í fjør - ikki fór at liggja framvið í ár - og seinasti møguleikin feyk, tá tær eitt sindur óvæntað taptu 3-2 móti ÍF á Kambsdali.
Hetta bleiv ein sera spennandi dystur við fimm settum, har serliga tað næsta var drúgt. Tað endaði 29-27 til Drátt!
Tá hevði ÍF longu vunnið fyrsta sett, sum eisini var tætt, 25-23. Tað triðja settið bleiv tað einasta í dystinum, har tað ongantíð var nakar spenningur í, tí tað vann Dráttur 25-13. Nú sá út til, at Dráttur fór at vinna dystin, men ÍF-kvinnurnar vístu veruligan sigursvilja sunnudagin, og tá tað eisini eydnaðist teimum at steðga sterkasta drátturleikaranum Marinu Popovic, var dysturin alt annað enn avgjørdur. Fjórða sett vann ÍF 25-22, og í síðsta og avgerandi settunum vóru tær eisini drúgvari og vunnu tað 15-13. Tvey stig til ÍF, sum nú nærkast Drátti og bronsumerkjunum. Eitt stig skilir partarnar, og kappingin um bronsuna sær út til at gerast hørð. Tann kappingin verður kanska ikki avgjørd fyrrenn á allarsíðsta leikdegi, tá ÍF vitjar á Giljanesi. Annars hava Dráttur og ÍF júst tey somu mótstøðuliðini eftir at spæla ímóti. Bæði hava útidyst móti TB og heimadyst móti Fleyr eftir. Einasti munurin er, at ÍF skal spæla móti Mjølni á heimavølli, meðan Dráttur skal til Klaksvíkar. Um tað fær nakran týdning, er ilt at siga, men sum nú er, sær síðsti dysturin millum Drátt og ÍF út til at gerast dysturin um bronsuna.

Úrslitini um vikuskiftið vóru:
TB-Fleyr 3-1 (25-15, 25-17, 21-25, 25-23)
ÍF-Dráttur 3-2 (25-23, 27-29, 13-25, 25-22, 15-13)
TB-Mjølnir 3-1 (25-23, 12-25, 25-22, 25-13)