Trý ára gamla dóttirin í løgfrøðiligari klemmu

- Tað tekur alt ov langa tíð at fáa eitt uppihaldsloyvið til dóttur mína, hóast hon bert hevur meg, sigur Christian Dalsgaard, sum fyri hálvum ári síðani fekk foreldramyndugleikan yvir trý ára gomlu dóttur síni, tá mamma hennara, sum búði í USA, doyði.

Christian Dalsgaard kærir sína neyð. Við tógvið stríð hevur hann fingið foreldramyndugleikan yvir trý ára gomlu dóttur síni, Claire, sum hann eigur saman við einari amerikanskari kvinnu, ið doyði fyri einum ári síðani. Nú býr Claire í Føroyum saman við Christiani og familju hansara:
- Claire sær út til at stórtrívast heima hjá okkum, men hon fær einki varandi p-tal og sleppur tískil ikki í barnagarð ella annað í Føroyum, har eitt p-tal krevst, sigur Christian harmur.
 
Fekk foreldramyndugleikan
Christian hitti amerikonsku kvinnuna fyri fimm árum síðani í Keypmannahavn. Hann hevur ikki verið saman við henni síðan, men hevur tó úr Føroyum havt samband við bæði kvinnuna og dóttrina. Fyri einum ári síðani, doyði mamma Claire. Claire fór til ommusystur sína í USA at búgva, men Christian vildi hava foreldramyndugleikan. Hann fór tí til USA og stríddist har í rættinum í eitt hálvt ár, fyri at fáa dóttur sína til Føroya.
Eftir tríggjar ferðir aftur og fram úr Føroyum og til USA og 80.000 krónur til ein sakførara, fekk Christian dóttur sína heim til Føroya.
- Claire hevði verið fyri vanrøkt seinasta árið, og hon hevur reikað runt hjá bæði langommuni og tveimum ommusystrum. Men eftir at eina ommusysturin var í Føroyum og sá umstøðurnar heima hjá okkum, broytti hon meining og góðtók, at eg fekk foreldramyndugleikan. Tíbetur samdust vit, sigur ein glaður Christian, sum viðgongur, at tíðarskeiðið í rættinum var ótrúliga krevjandi.
 
Trívist, men...
Christian og Claire komu til Føroya 17. mai í ár, og Claire byrjaði eina nýggja tilveru.
- Tá helt eg, at vit endiliga vóru sloppin og kundu byrja av nýggjum undir góðum umstøðum. Tað kom týðiliga til sjóndar, at dóttir míni vantaði umsorgan, og hon dugdi sera illa at práta, sigur Christian, sum fór í farloyvi frá starvi sínum, tá Claire flutti til Føroya:
- Eg vildi gera alt, sum eg kundi fyri at stimbra Claire. Eg ynskti at geva henni eina trygga og góða tilveru, sum hon ikki hevur verið von við higartil. Somuleiðis gav Tórshavnar kommuna okkum eina heilsusystir og ein sálarfrøðing til Claire, sum seinastu mánaðirnar hevur ment seg við rúkandi ferð og longu nú prátar føroyskt.
 
Afturat Claire eigur Christian tveir synir, sum eru trý og seks ára gamlir:
- Tey trý hugna sær óført saman, men Claire hevur tørv á at sleppa í barnagarð at spæla við onnur børn. Sum nú er hevur hon bara meg at spæla við um dagarnar, meðan hini børnini eru í barnagarði og tað er ikki nøktandi, sigur Christian við einum hjartasuffi.
 
Christian skrivaði Claire upp til barnagarðspláss alt fyri eitt, tá hann frætti, at hann fekk foreldramyndugleikan. Og Tórshavnar kommuna gav honum boð um, at Claire kundu byrja í barnagarði alt fyri eitt:
- Men tá hon skuldi byrja í barnagarðinum, fingu vit at vita, at tað kundi hon kortini ikki, tí hon hevði einki p-tal, greiðir Christian frá, og hann fekk beinanvegin dóttrini eitt fyribils p-tal til vega.  Eitt slíkt, sum útlendingar fáa, tá teir koma til Føroya at arbeiða.
- Tað var einasta p-talið, eg kundi fáa, sigur Christian.
 
Men Claire slapp framvegis ikki í barnagarð, tí edv-skipanin hjá Tórshavnar kommunu góðtók ikki p-talið. Síðan gekk leiðin hjá Christiani til Heðin Mortensen, sum sambært Christiani helt, at grundarlag var fyri einari undantaksstøðu. Men løtu seinni ringdi ein løgfrøðingur hjá kommununi og segði, at Claire ikki slapp í barnagarð, tí hon ikki hevði uppihaldsloyvi og skeivt p-tal.
 
26. juni í ár fór Christian tískil til fútan og gav honum eina umsókn um uppihaldsloyvi til Claire:
- Har fekk eg at vita, at hetta skuldi koma upp á pláss alt fyri eitt. Men ikki fyrr enn fyri nøkrum døgum síðani fór málið til Útlendingastýrið í Danmark, tí flest øll høvdu verið í summarfrítíð hjá Innlendismálaráðnum.
Og í danska Útlendingastýrinum liggur umsóknin nú, sambært Christiani, í einari langari bíðirøð, tí stýrið hevur ikki stundir at viðgera umsóknina fyrr enn um tríggjar vikur:
- Og tá skal umsóknin helst aftur ígjøgnum føroysku skipanina. Gud viti, hvussu langa tíð, tað fer at taka. Claire hevur bara meg her í Føroyum, og skal hon spæla púra einsamøll heima hjá okkum í mánaðir? Henni leingist eftir onkrum at spæla við, og hevur glett seg í fleiri vikur til at fara í barnagarð!, sigur Christian í døpurhuga.
 
Uppihaldsloyvið eitt krav
Heðin Mortensen, borgarstjóri, harmast um støðuna. Hann hevur kannað viðurskiftini, men rendi seg skjótt fastan:
- Okkara trupulleiki er, at Claire formliga ikki er flutt til Føroya, hóast hon býr her. Um Claire hevði havt uppihaldsloyvið og eitt p-tal, hevði hon sloppið í barnagarð alt fyri eitt. Vit eru avbera kedd um støðuna, men noyðast at halda okkum til reglarnar og at handfara øll eins, sigur Heðin Mortensen.
Og hann leggur afturat, at landsstýrismaðurin í innlendismálum, Jacob Vestergaard, møguliga kann framskunda uppihaldsloyvið hjá Claire:
- Onkuntíð loysir tað seg at skunda undir mál fyri at fáa úrslit, sigur Heðin Mortensen.
 
Men úr Innlendismálaráðnum verður staðfest, at málið er farið úr teirra hondum 31. juli í ár og at teirra leiklutur tískil er liðugur í málinum:
-  Danska Útlendingastýrið hevur nú endaligu avgerðina, verður sagt úr Innlendismálaráðnum.
 
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum, er uttanlands, og tað eydnaðist okkum tíverri ikki at fáa eina viðmerking frá honum.