SpaceX avlýsir uppsending av risa-rakett

Rúmdarfelagið SpaceX avlýsti mánakvøldið eina úskjóting av risarakettini Starship.

SpaceX hevur avlýst 10. royndina av Starship rakettini, sum skuldi skjótast út mánanáttina úr Texas. - Mynd: Steve Nesius

Tað skrivar SpaceX í einum uppslag á sosiala miðlinum X.

Útskjótingin var tíggjunda royndin av rakettskipanini, sum hevur verið rakt av fleiri trupulleikum.

Starship-rakettin var klár og fylt við brennievni, tá fimtan minuttir undan ætlaðu útskjótingini varð boðað frá, at hon varð avlýst.

- Vit avlýsa tíggjunda ferðina við Starship fyri at geva tíð at loysa trupulleikar við skipanum á jørðini, skrivar Space X.

Skjótingin av stóru rakettini skuldi eftir ætlan fara fram klokkan 00:30 okkara tíð frá royndarstøðini hjá rúmdarfelagnum í Boca Chica í statinum Texas.

 

/Ritzau/

 

SpaceX hevur avlýst 10. royndina av Starship rakettini, sum skuldi skjótast út mánanáttina úr Texas. - Mynd: Steve Nesius