2000% meira í menningarhjálp

Jan á Argjaboða
Tórshavn tann 22. apríl 2004

Soleiðis kundi yvirskriftin hjá Jóannes Eidesgaard, løgmaðni í greinini í Dimmalating í dag 22. apríl 2004, eisini veri.

2333 % øking um menningarhjálpin hækkar úr 300.000,- kr. til 7 mio. kr. um árið.

Um støðið verður tikið í bráfeingishjálpini 2,7 mió. kr. so verður vøksturin bert 260 %

ST mælir til at íðnaðarlondini í minsta lagið lata 0,7 % av bruttutjóðarúrtøkuni.

Løgmaður mælir til at Føroyar lata 0,07 % av bruttotjóðarúrtøkuni ella ein tíggjundapart av tí ST mælir til skal verða minsta mark.

Hann vísir á at vit eru ikki sjálvstøðug tjóð og krógvar seg aftan fyri ríkisfelagsskapin. Tað er undanførsla hansara fyri at tað er rímuligt at vit bert lata 0,07 %.

Núverðandi danska samgongan setti menningarhjálpina niður úr umleið 1% til 0,7 % tá íð hon kom til og endamálið, at ganga á odda og vísa veg innan menningarhjálp, varð slept.

Fólk verða ikki mett av positivum tankum. Ofta verður tikið til at tað er tankin sum telur tá íð ein gáva verður givin. 7 mió. eru 7 mió kr., og at tær røkka longri í 3. heiminum enn í Føroyum er eingin ivi um.
Men 0,07% av bruttutjóðarúrtøkuni er sum ein skræddari í einum ávísum staði, um tosa verður um veruliga menningarhjálp.

Danida metir at tað kostar umleið 1 mio. kr. um árið at hava ein persón í verki í 3. heiminum (Asia). Hetta er ikki bert løn, men ferðaútreiðslur, trygging, íbúð, skrivstovuhald o.a.m. Tástani koma útreiðslurnar til verkætlanina.

Ein løgtingsfundir kostar 57.560,- kr. um tíman (ár 2002).

Ein háðan móti ST er tað um vit, sum ikki eru limir í ST, fara at lata 0,07 % av bruttutjóðarúrtøkuni einans 10 % av tí sum teir mæla til skal verða minsta mark. Hendan tankan vil eg mæla til at løgmaður letur verða við tankan.

Uppskoti frá løgmanni meti eg hava eitt einans endamál: at stinga Føroyar út í kortið, at sleppa uppí part, ikki at hjálpa.

Tað tekur tíð og kostar pengar at hjálpa um ein skilagóð millumlanda verkætlan skal gerast ið lýsir tørvin og "indsatsomrádet" og minimerar vandan fyri mutur o.ø. Sjálvt dagføring av gjørdum avtalum tekur tíð.
3. heimurin stendur ikki ókritiskur sum tann glaði móttakarin. Tað liggur eitt arbeiði í at fáa loyvi at geva.

Tað krevur stabilitet og kontinuitet at hjálpa og ikki er ikki óvanligt at tað tekur eitt ár ella meira at fáa eina millumlanda avtalu í lag. Tá avtalan er fingin í lag kann farast til verka at finna samstarvsfelagar, høli og útbúgvið fólk at seta verkætlanina í gongd; eftirútbúgving av fólki, samstarv gerast við fíggjarstovnar o.m.a. Tað tekur tíð. Sum dømi kan nevnast at Danida vanliga ger 5-ára avtalur við tí í hyggju at leingja avtalurnar til 10 - 15 ár. Í Nepal eru teir aftan á 25 ár givnir at menna mjólkaframleiðsluna, tí nú megnar fólkið í landinum sjálvt at loysa hesa uppgávu. Innan orku fer Danida saman við øðrum gevaralondum at virka tey næst 15 - 20 árini. (um landið ikki gerst politiskt óstabilt).
USA (USAID) hevur verði 20 ár í Bangladesh fyri at hjálpa við at menna ravmagnskervið har.
Nú skal eg ikki sammeta føroyska hjálp við Danida ella USAID men gera vart við, at um ein vil vera við, so kann tað ikki verða frá fíggjarlóg til fíggjarlóg. Hjálpin má hava eitt longri perspektiv uppá minimum 5 ár og helst 10 ár.

Menna Føroysku vinnuna, tað gera vit við at geva henni møguleika at virka við í menningararbeiði í 3. heiminum. Tað vil í alstóran mun styrkja støðuna hjá tí føroysku vinnuni.

At virka í altjóðasamstarvi í torførum umhvørvi, tað mennir. Vit í Føroyum kunnu læra nógv og eitt stig framá er, hóast alt, eitt stig á vegnum.

Við at landið sjálvt fíggjar "lærupengarnar" hjá føroyskum virkjum at arbeiða í altjóða høpi ger, at fyritøkurnar fáa eina barlast (referenceir), so tær sleppa uppí part tá íð bjóðast skal uppá altjóða menningartiltøk, fíggjaðar av altjóða hjálparfelagskapum.

So talan er ikki um bert at geva. Um rætt verður borið at kunnu vit fáa tað margfalt aftur, øllum til gagns.

Um vit vilja hjálpa og ikki bert vísa flaggið, so eiga vit at fylgja tilmælium frá ST og nýta minst 0,7 % av bruttutjóðarúrtøkuni til menningarhjálp.
Um løgtingið játtar einar 75 mió. kr. hvørt ár tey næstu 5 - 10 árini hevði tað óiva borið til at farið undir einar 2-3 verkætlanir.

Løgmaður hevur rætt tá íð hann vísir á at vit skulu leggja okkum eftir at menna smá oyggjasamfeløg. Tá verður lættari at vísa á at hjálpin ger mun, og gleðin við at geva verður tað størri.
Tað verður eisini ólíka hugaligari at kunna líta í eyguni á útheiminum, tá íð staðfestast kann at vit fylgja ST tilmælinum.

Um løgtingið samtykkir bert at játta 0,07 %, so gev peningin til teir trúboðarar sum virka ókeypis ella nýtt upphæddina til bráðfeingis hjálp.


Hjálp!
Tá íð innsavningar fara fram eru vit óførir at reypa um, hvussu nógv vit lata í hjálp við at sammeta lætnar kr. pr. íbúgva og samanberða okkum við t.d. Danmark. Nú er ein møguleiki fyri at gera reyp til verkætlanir.