AFTANÁ 1. UMFAR
Fer tað at eydnast fuglfirðingum at býta seg fastar í bestu deildini, ella fara teir ella eitt annað av feløgunum í Eysturoy at flyta niður. Sjálvandi er grundarlagið fyri orðaskifti um henda spurningin ógvuliga ivasamt, nú bara eitt umfar er avgreitt í hesum kappingarárinum. Men tað eru kortini betri fyritreytir at tosa um kappingina nú, enn tað vóru, tá ið Sosialurin undan páskum gav serblaðið um fótbólt út.
At ÍF ella eitt annað lið í Eysturoy verður nevnt kemst av, at hetta økið eigur seks av tíggju liðum í bestu deildini. Eingin ímyndar sær, at HB og B36 fara at flyta niður. VB tykist vera væl fyri, og KÍ er betri fyri í ár, enn teir vóru í fjør.
Sigfríður Clementsen var venjari, tá ið ÍF í fjør flutti upp, og hann stendur framvegis við stýrisvølin í Fuglafirði.
? Sum heild var eg nøgdur við avrikið hjá ÍF í Gøtu, sjálvt um vit taptu 3?2. Tá ið vit fóru undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið, settu vit okkum fyri, at vit skuldu vinna dystir og stig í bestu deildini við at spæla fótbólt. Vit halda ikki, at nakað sum helst endamál er í at verja og sparka burtur eitt heilt kappingarár í vónini um, at tað kanska fer at bera nóg nógv stig við sær til at fáa møguleikan at verja og sparka burtur eitt ár afturat, sigur ÍF venjarin.
Tað var týðuligt í Gøtu, at ÍF liðið legði seg eftir at spæla. Teir pakkaðu seg ikki saman aftarlaga á vøllinum, og síðstu tveir triðingarnar av fyrra umfarinum vóru teir leikliga omaná.
? Í útgangsstøðuni høvdu vit Hanus Eliasen á framrættaðum miðvallarplássi ella sum hangandi álopsspælara. Tá ið teir vóru komnir framum, fluttu vit Hanus heilt fram. Tá spældu vit 4?3?3, meðan GÍ spældi 4?5?1. Tað átti at givið teimum yvirvág á miðvøllinum, men vit megnaðu at leggja trýst á verjuna hjá teimum, meðan teir stórar partar av 1. hálvleiki ikki vóru serliga vandamiklir frammanfyri málinum hjá okkum.
Men kortini taptu tit?
? Tað vísir, hvussu stóran týdning tað hevur at vera væl skipaður og ikki at gera persónlig mistøk. Gøtumenn eru sera væl skipaðir á vøllinum, og teir gera ikki nógv mistøk. Tá ið teir skoraðu fyrsta málið, kom tað eftir at bólturin úr høgru varð sendur tvørturum og afturum fýra verjuspælarar hjá okkum. Tað eigur ikki at koma fyri. Í 2. deild høvdu vit kanska ikki verið sektaðir fyri sovorðið mistak, men tað verður man í 1. deild. Tá ið teir skora næsta málið, er tað tí, at vit missa í uppspælinum. Tað er eitt tað ringasta, sum kann henda. Verjan er ikki skipað, og ímóti GÍ verður sovorðið sektað. Men vit arbeiða vit at betra um organiseringina og at lúka persónligu mistøkini. Í steypakappingini og venjingardystunum hava vit fleiri ferðir tapt við einum máli. Tá eru persónligu mistøkini serliga dýr.
Mugu vinna fleiri ferðir
Undanfarnu árini hevur tað víst seg, at eitt lið nógvu tey fyrstu umførini ikki hevur megnað at fingið stig og vunnið. Í fjør vann Skála ikki fyrrenn í 9. umfarinum, og í fyrraárið var sama skilið hjá teimum.
? Skálamenn royndu at spæla fótbólt í fjør, og tað fingu teir í síðsta enda nyttu burturúr. Í ár haldi eg teir hava gott fólk á mest sum øllum plássunum. Um teir í fjør bara høvdu sparkað og vart, so hevði støðan ikki verið tann hjá teimum nú, sum hon er, er metingin hjá ÍF venjaranum.
Í fjør flutti FS Vágar niður við 11 stigum. Í fyrraárið var TB aftast við 6 stigum. Í 2001 flutti FSV niður við 9 stigum, og í 2000 flutti Sumba niður við 10 sitgum. Hægsta stigatalið, sum eitt lið er flutt niður við nógvu tey seinastu árini, er trettan. Tað flutti TB niður við í 1996.
? Tað kann væl vera, at tað í ár verður neyðugt at fáa uppaftur fleiri stig enn so fyri at vera vísur í at sleppa undan niðurflytingini. Kappingin tykist fara at verða jøvn, og kanska verður tað neyðugt at vinna fimm ella seks dystir fyri at verða heilt vísur í at varðveita plássið. Í fyrsta umfarinum vóru tað umframt okkum B68, EB/Streymur og HB, sum taptu. Eg rokni ikki við, at HB fer at halda fram við at tapa. B68 tykist vera betri fyri nú, enn teir vóru í steypakappingini, so tað sær rættuliga spennandi út.
Sunnudagin fer ÍF at spæla fyrsta heimadystin í landskappingini síðani 1999. Tá fáa teir vitjan av NSÍ sum í fyrsta umfarinum spældi 1?1 á heimavølli ímóti VB.
Hava tit møguleikar at styrkja um liðið?
? Vit hava hampuliga gott fólk. Bárður á Lakjuni er ikki í fullgóðari venjing enn. Tað er saknur í Árna Petersen, sum í fjør spældi í borðinum, og í miðvallaranum Høgna Zachariassen. Teir eru báðir skaddir. Helmingurin av liðnum hjá okkum hevur lítlar og ongar royndir av at spæla í 1. deild. Tær royndirnar fáa teir bara við at spæla. Tað er eisini á tann hátt, at teir skulu venja seg við, at ferðin er væl hægri, enn hon var í 2. deild. So vit mugu arbeiða nógv og miðvíst fyri at styrkja um fyritreytirnar, og eg havi gott mót, sigur optimistiski ÍF venjarin, Sigfríður Clementsen.