eisini varð opna undir bróstunum. Aftaná bleiv vørtan seymað uppá aftur hægri uppi, enn hon var áður. Eg var sjúkrameldað í tríggjar vikur, tá eg ikki skuldi lyfta ella naka sovorðið beint aftaná, sigur [...] sjálvur tekur sær av, og við pentum, sum verða tiknar aftaná uml 10 dagar. Plástur skal verða á arrinum í minst tríggjar mánaðir fyri at tey skulu gerast so ósjónlig sum gjørligt. Eitt kilo á bringuni er tað
Fyrsta kongsvitjanin í Føroyum gjørdist ein sorgarløta, tá Andreas Christian Lützen, borgarstjóri í Havn, small deyður í føvningin á kongi undir vælkomurøðuni á nýggju Kongabrúnni í Havn, sum varð bygd [...] síðani landnámið í Íslandi í 874. Anna Evensen, kona Jens Christian Evensen, sum um hetta mundið var prestur á Viðareiði, og sum seinni var Føroya próstur, var dóttir A. C. Lützen. Hon var í Havn hendan dagin [...] heiðursportri. Fløggini vóru vundin í húnarhátt, og uppi á Skansanum vóru vakin eygu hildin við kongaskipinum. Um middagsleitið kom »Fregattin Jylland« við kongi. Og í tí sama var ein hópur av bátum kring
hetta skapar í sær sjálvum nógv rusk, men tað skerst heldur ikki burtur, at "brúka og tveit burt" mentanin í alt størri mun setur dám á festivalin. Tá eg fyrstu ferð vitjaði festivalin í 1996, vóru tað [...] kamari umborð á Norrønu á veg heim eftir sjey dagar í Roskilde, so eru orðini hjá Flynn við mær. Roskilde Festivalurin er nógv, men fagnaðurin um tónleik í breiðastu merking er tað, sum er grundleggjandi fyri [...] og hesi larmaðu ótrúliga illa. Eins og undanfarin ár var gittari í leirinum hjá okkum, og bæði góðir gittarleikarar og sangarar, men í ár bleiv gittarin ikki brúktur nógv, tí hann hoyrdist als ikki. Ístaðin
tingmenn og prestar í skrúðgongu úr tingstovuni og innar í kór í kirkjuni og síðan aftur i tingstovuna. Enn verður hvønn Ólavsøkudag hildin guðstænasta í Havnar kirkju, og prestarnir í oyggjunum skiftast [...] Ólafsfirði. Í níggjundu royndini í landskappingini eydnaðist tað hjá Jens Martini Knudsen og hansara monnum endiliga at vinna. Keflavík vitjaði á Ólafsfirði hóskvøldið, og Páll Guðlaugsson, sum í 1998 og í 1999 [...] vórðu sendir til hús við 4?2 tapi í viðførinum. Føroyingnir áttu stóran lut í sigrinum. John Petersen skoraði tvey mál, Sámal Joensen skoraði eitt mál, og tá Leiftur tíðliga í 1. hálvleiki setti hol á, var
Spælir tú nakað ljóðføri? ? Ja, gittar. Syngur tú undir brúsuni? ? NEI. Men tá eg koyri bil við rútunum uppi, tá kann eg syngja nokk so hart. Hevur tú nakrantíð droymt um at gerast tónleikari? ? Ja, næstan hvønn [...] og Peter Cetera osv. Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra sunnumorgun? ? Ongan. Hvør tónleikur fær teg í ringt lag? ? Eingin tónleikur fær meg i ringt lag. Bert ein sangur, sum eg haldi eitur »Jeg kan en sang
maðkar at eta. Nei segði hin fyrri, hann stjelur maðkar fra okkum. Kanska hevur hann eisini stolið egg í haganum.Hygg hvussu spískt nevið er, hann kann pikka eyguni út a lombunum. ? Ikki gekk long tíð, so [...] beint áðrenn hann tók flogið. Tá ið ungin lá vongbrotin i eini veit, talaði ein eldri maður at, longri uppi i bønum, og smádreingirnir steðgaðu líkasum á og stóðu so foyir og gløddu, rætt sum tingmanningin
løgting, sum er á Vaglinum í Havnini. Arbeiðsplássið er ikki aðrastaðni! Eitt tingfólk sum býr úti um landið, í Suðuroy, Sandoy, Vágoy, í Norðoyggjum, fyri sovítt í Esturoynni og í Norðstreymi, hevur ikki [...] ella størri avrik” fyri seg sjálvan í býnum, enntá vera úti “smávegis” í vinnu almennari ella privatari, næstan hava møguleikar við tveimum størvum , kunnu avheinta børn í barnagarði, fara heim til máltíðir [...] frá húsum áðrenn kl. 7 á morgni og er aftur heima í fyrsta lagi kl. 19 á kvøldi. Tilber eisini at taka dømi um aðrar landspartar. Hann er bundin at verða í Havnini allan dagin ella so leingi tingfundur er
bast Íslandi í U20-kapping í fjør, vóru stórfavorittar, men hetta løgdu okkarar spælarar líka í. Frá byrjan stríddust føroysku spælararnir sum úlvar á skóg, og hóast Grikkaland var á odda í steðginum, so [...] skjóta. Og tá Niklas Simonsen stóð ein branddyst í málinum – 18 bjargingar og eitt bjargingarprosent upp á 46% - so hingu vit allar tíðina í. Harða arbeiðið í verjuni kostaði eisini útvísingar, har Føroyar [...] tók øll á bóli við at vinna undankappingardyst í Grikkalandi, og nú varð bragdið hálvgum endurtikið, tá tað púrasta óvæntað eydnaðist U21-landsliðnum í hondbólti at spæla javnleik móti grikkum. Grikkar
mennandi hjá ungum at leita í – annaðhvørt á telduni ella í telefonini. Hetta er av sonnum nýbrot í føroyskum málstrevi. Jonhard Mikkelsen, stjóri á Sprotanum, var í 2011 heiðraður við Mentan [...] eru komnar út á privata forlagnum í Vestmanna – bøkur við rættiliga ymsum innihaldi. Ella sum Helena Dam á Neystabø, táverandi landsstýriskvinna segði í samkomu í Norðurlandahusinum: »Heilt frá [...] ðið og Sprotin gjørdu avtalu um, at øll, sum ganga í skúla skuldu hava fría atgongd til teldutøku orðabøkurnar. Tað síðsta stigið hjá forlagnum í Vestmanna er at geva út sonevnda »app« til snildt
Sjálvboðin úr øðrum londum hava júst verið í Føroyum og gjørt gøtur úti í føroysku náttúruni. Gjørt gøtur til mest vitjaðu støðini, har lendið er nógv slitið. Slit á lendinum á mest vitjaðu plássunum er [...] massaturismu. Íbúgvarnir skulu ikki føla seg fremmandar í síni egnu bygd. Tað má heldur ongantíð koma hartil, at vit føroyingar kenna okkum fremmandagjørdar í egnum landi. Umráðandi er eisini , at evt. fíggjarligi [...] um fellur lokalt úti á plássunum. Aktiv fyri fólkaheilsuna Eg fegnist um, at gøtur í heila tikið verða gjørdar úti í føroysku náttúruni. Vit skulu halda áfram við tí. Tað er tryggari og betri við gøtum