Tingfólk úti um landið og í Suðurstreymi eiga at hava somu kor

Tilber at taka eitt dømi og sammeta tinglim úr Suðuroy og ein úr Suðurstreymoy, fyri at vísa á rættleikan við kostnaðar- og ferðaavgjaldinum.


Hetta er kanska ein hissini – men tiltrongd – viðmerking!


Tað hevur undrað meg, hvussu ferða- og kostnaðarendurgjaldið hjá tingfólkum verður viðfarið og hvussu órættvíst okkara tingfólk, sum búgva úti um landið, verða viðgjørd bæði av fjølmiðlum, sosialum miðlum og enntá av politikarum.


Vit eiga at gera okkum greitt, at allir 33 tinglimirnir verða valdir at stjórna landinum, og allir eiga so vítt gjørligt at hava sama rætt, somu møguleikar, fíggjarligar umstøður og atkomumøguleikar til okkara høga løgting, sum er á Vaglinum í Havnini. Arbeiðsplássið er ikki aðrastaðni!


Eitt tingfólk sum býr úti um landið, í Suðuroy, Sandoy, Vágoy, í Norðoyggjum, fyri sovítt í Esturoynni og í Norðstreymi, hevur ikki somu møguleikar, sum tinglimirnir í Suðurstreymi - langt frá tí.


Munur á at stempla inn og verða bundin
Taka vit dømi um størsta munin, sum er millum ein tinglim úr Suðuroy og ein úr Suðurstreymi.


Tinglimur úr Suðuroy fer frá húsum áðrenn kl. 7 á morgni og er aftur heima í fyrsta lagi kl. 19 á kvøldi. Tilber eisini at taka dømi um aðrar landspartar. Hann er bundin at verða í Havnini allan dagin ella so leingi tingfundur er, hevur ongar møguleikar at gera nakað annað. – Tingfundir kunnu eisini gerast styttri, men tinglimurin er framvegis bundin at verða har, til fartur er.


Vit vita eisini, at tingfundar- og nevndarvirksemi kann til tíðir bæði vera nógv, sera óregluligt og til ymiskar tíðir á degnum.


Tinglimur úr Suðurstreymi hevur møguleikar at koma um morgunin, “stempla inn”, gera “smá ella størri avrik” fyri seg sjálvan í býnum, enntá vera úti “smávegis” í vinnu almennari ella privatari, næstan hava møguleikar við tveimum størvum , kunnu avheinta børn í barnagarði, fara heim til máltíðir um ynskist og mangt, mangt annað!


Kanska betri útgreining
Tá málið varð fyri á tingi, haldi tað var bæði í 1996 og 1999, var alt hetta uppi at venda, men eftir øllum at døma, er hetta ikki nóg væl útgreinað, so bæði sosialir miðlar, okkara almennu- og privatu miðlar og fyri alt tað eitt ávíst tal av løgtingslimum, skilja tað.


Fleiri onnur dømi kundu verið sett upp og meira gjølla! Tað má bíða.


Tá kostnaðar- og ferðaendurgjald hjá tingfólkum úti um landið alment verða viðgjørd hevur tað oftast verið so sera grunt og opportunistiskt, at tað hoyrir ongastaðni heima.Við hesi hissini – men tiltrongdu - viðmerking fari eg enn einferð at undirstrikað, at “tingfólk úti um landið og í Suðurstreymi, eiga at hava somu kor”.