Trý føroysk mál í Íslandi

Tá Leiftur vann fyri fyrstu ferð, var tað ímóti Keflavík og gamla venjaranum ? Páll Guðlaugsson

Endiliga glapp tað hjá føroyska felagnum á Ólafsfirði. Í níggjundu royndini í landskappingini eydnaðist tað hjá Jens Martini Knudsen og hansara monnum endiliga at vinna.

Keflavík vitjaði á Ólafsfirði hóskvøldið, og Páll Guðlaugsson, sum í 1998 og í 1999 hevði ábyrgdina av Leiftri, og hansara menn vórðu sendir til hús við 4?2 tapi í viðførinum.

Føroyingnir áttu stóran lut í sigrinum. John Petersen skoraði tvey mál, Sámal Joensen skoraði eitt mál, og tá Leiftur tíðliga í 1. hálvleiki setti hol á, var tað eftir at Sámal Joensen hevði vunnið fríspark í vinstru, sum hann sjálvur sendi innfyri.

? Vit hava spælt góðan fótbólt higartil, men vit hava ikki fingið tey stigini, sum vit hava hildið okkum havt uppiborið. Flestu liðini verja og lúra eftir møguleikunum upp á kontra. Vit hava spælt álopsfótbólt, men vit hava ikki verið nóg neyvir, og so hava vit ikki vunnið, sjálvt um vit hava havt nógvar møguleikar, sigur Sámal Joensen.

Keflavík javnaði við stútara eftir innlegg miðskeiðis í 1. hálvleiki. Teir løgdu seg kortini ikki aftur at verja, og tað hevði møguleikar í báðum endum við sær.

John Petersen legði Leiftur framum 2?1, tá eitt korter var farið av 2. hálvleiki. Tað var eftir innlegg úr høgru. Eitt korter seinni átti Sámal Joensen tørn at skora. Hann stútaði eftir innlegg úr vinstru. John Petersen stútaði til 4?1. Uppskriftin var tann sama, sum tá hann skoraði til 2?1.

Fagnaðurin millum teir 400 áskoðararnar í góða summarveðrinum á Ólafsfirði var stórur. Tað tóktist ikki bila, at Keflavík í síðstu løtu minkaði um munin til 4?2.

Jens Erik Rasmussen var ikki á liðnum hóskvøldið. Hann fekk ein løst í tjúkkan, tá Leiftur í síðstu viku hevði vitjan av ÍA.

Ein annar dystur var á skránni hóskvøldið, men hann varð ikki spældur. Uni Arge og Í vóru á veg út í Vestmannaoyggjarnar. Sum ikki eina ferð vóru floglíkindini vánalig, og so var dysturin útsettur.

Leiftur hevur nú sjey stig fyri níggju dystir. Í morgin fáa teir á Ólafsfirði vitjan av Fylkir, sum hevur staðið seg sera væl higartil í ár.di - altso tað, sum vanliga verður kallað meira intellektuellar listarleiðir - tað síggja vit ikki so nógv til her í Føroyum, sigur Jens Frederiksen og leggur afturat, at enn verður føroysk list dominerað av ekspressionismu, ið er tengd at náttúruni.

- Tað er tann listarleiðin, ið enn fyllir mest í myndini av føroyskari list. Man kann so sjálvur grunda yvir hví so er, sigur Jens Frederiksen, formaður í dómsnevndini til ólavsøkuframsýningina og leggur at enda afturat.

- Men tað hendir nógv beint og nú, og um tíggju ár vænti eg, at alt sær nakað nógv øðrvísi út. frásagnirnar um øll tey undurverk, sum hendu, tá ið Ólavsøkan var hildin í dómkirkjuni í Niðarósi.


Mangt umskiftist, meðan stundir líða. Aðrar tíðir komu, og siðurin at halda Ólavsøku varð avlagdur allar staðir.

Bert í einum landi hevur siðurin staðið við alla tíðina og ger tað enn, og tað er her hjá okkum í Føroyum.

Ólavsøkan í Føroyum hevur tey eyðkenni, sum sipa aftur til sjálvt virki Ólavs kongs hins heilaga. Hesir báðir høvuðstættirnir eru í Ólavsøku okkara: hon er ein tjóðskapligur samkomudagur og ein kirkjuligur hátíðardagur.


Nógv er í landi og fólki okkara, sum skilir sundur.

Fólkið býr spjatt í oyggjum og avbygdum, firðir og fjøll skilja og byrgja, og sundurlyndið er sterkt í fólki okkara.

Ólavsøkan hevur hildið saman. Frá gamlari tíð eru tey úr øllum bygdum komin til Havnar á Ólavsøku, til ting og stevnur, til fundir og samkomur, til leikir og ítróttir, til dans og skemtunar, til at hitta vinir og frændur. Ólavsøkan hevur verið ein samkomu- og samfelagstíð hjá fólki okkara, hon hevur staðið sum eitt merki um, at vit hoyra øll saman og eiga at vera eitt sameint fólk. Tann týdningur kann illa metast, sum Ólavsøkan á henda hátt hevur haft fyri fólk okkara gjøgnum tíðirnar sum tað felagsband, sum bant fólkið saman; og hetta hevur haft sín stóra týdning fyri mál okkara, fyri kvæðini, dansin, søgurnar, okkara heimligu siðir, alt okkara føroyska fólkalív.


Men uppi yvir øllum hesum stendur kirkjan. Ólavsøkudagur hevur allar tíðir verið ein kirkjuligur hátiðardagur.

Hann er ein krossmerktur dagur. Okkara gamla løgting, sum altíð hevur verið hildið í Havn, í elstu tíðum á Tinganesi, seinri á øðrum støðum, var í fyrstuni vígt av Tórs hamri, men síðan er tað signað av hinum heilaga krossi.


Enn verður løgtingið sett Ólavsøkudag á hvørjum ári og fær vígslu sína undir krossmerkinum.

Enn ganga tingmenn og prestar í skrúðgongu úr tingstovuni og innar í kór í kirkjuni og síðan aftur i tingstovuna.

Enn verður hvønn Ólavsøkudag hildin guðstænasta í Havnar kirkju, og prestarnir í oyggjunum skiftast um at prædika hvør aftan á annan ár eftir ár sum ein vitnisburður um, at eisini i kirkjuligum týdningi eigur at vera ein heild, ein felagsskapur.


Tá ið tað viðhvørt er skotið upp, at Ólavsøkan ikki átti at verða hildin bert í Havn, soleiðis sum siðurin allar tíðir hevur verið men eisini úti á bygdunum, so er hetta ein misfatan av sjálvum grundartankanum í Ólavsøkuni; tí at við tað at hon bert verður hildin á einum staði, stendur hon sum felagsmerkið og sameiningarfundurin fyri alt fólk

okkara bæði kirkjuliga og tjóðskapliga.

"Fram, kristmenn, krossmenn, kongsmenn!" Soleiðis ljóðaði herrópið hjá monnunum hjá Ólavi kongi á Stiklastøðum.

Hesi orð skulu enn minna okkum á, at vit sum eitt sameint fólk í trúskapi og samhuga røkja og verja land okkara, at krossurin má standa uppi yvir øllum starvi okkara, og at vit í øllum lutum verða leidd og stýrd av anda Krists.


J. Dahl