At fegnast í tónleikinum

- Onga aðra staðni í heiminum kanst tú uppliva eitt tiltak, ið fevnir so breitt tónlistarliga, men kortini megnar at savna so nógv fólk at fegnast um tónleik sum á Roskilde Festivalinum. Rob Flynn sangari í harða málmsbólkinum Machine Head brúkti hesa triðju framførsluna hjá bólkinum á stóra danska tónleikafestivalinum, til at seta orð á, hví honum dámdi so væl júst hendan festivalin.

Flynn greiddi frá, at tað eina árið hevði Machine Head hitað upp fyri Willie Nelson, og Willie Nelson hevði sjálvur verið til konsertina hjá Machine Head, líka sum Machine Head hevði verið til konsertina hjá Willie Nelson.


»Willie Nelson at a Machine Head concert, how great is that?«, spurdi Rob Flynn okkum, ið vóru savnaði frammanfyri appilsingula pallin sunnudag seinnapart.


Tá eg nú siti á mínum kamari umborð á Norrønu á veg heim eftir sjey dagar í Roskilde, so eru orðini hjá Flynn við mær.


Roskilde Festivalurin er nógv, men fagnaðurin um tónleik í breiðastu merking er tað, sum er grundleggjandi fyri festivalin. Eg havi hesar dagarnar upplivað eitt sera breitt úrval av tónleiki, frá hørðum rokki við Machine Head, Kellermensch, The Cult og Crowbar, rapp við norsku Vaagsbygd og amerikansku The Roots, ymiskar kontri og fólkarokk upplivingar við bólkum sum Hank3, Alison Kraus and Union Station, First Aid Kit og Jack White, dreymarokk við Mew, popprokk við Gossip og The Cure, Bjørk, ið er ein heilt egin tónleikagrein, glaðan dansitónleik við Santigold, og so Bruce Springsteen, ið lyfti alla upplivingina uppá eitt heilt annað støði, tá hann vísti Roskilde, hvør bossurin er. Hetta vóru bara tær konsertirnar, ið eg leitaði mær til, men skráin fevndi um nógv annað.


Stutta niðurstøðan verður eftir sjey dagar av balli, hugna og tónleiki, er, at Roskilde er nógv, men fyrst og fremst tónleikur – og sjálvandi at Bruce Springsteen bestemmar.


--


Hvar bleiv kassagittarin av?


Tjaldingarøkið á ársins Roskilde Festivali var merkt av sera nógvum larmi. Umframt, at Apollopallurin lá úti á tjaldingarøkinum, og gav okkum ein larmandi grundbass allan dagin, so vóru serstakliga nógv stór ljóðanlegg, og hesi larmaðu ótrúliga illa.

Eins og undanfarin ár var gittari í leirinum hjá okkum, og bæði góðir gittarleikarar og sangarar, men í ár bleiv gittarin ikki brúktur nógv, tí hann hoyrdist als ikki.

Ístaðin brakaði heilatómur poppur, sum "Call me maybe" beint inn í oyruni á okkum frá grannunum, ið høvdu eitt sera stórt anlegg og vánaligan tónleikasmakk við sær á festival.

Tá grannarnir vóru rýmdir sunnudagin, kom gittarin fram, og hetta fekk onkran annan granna at koma yvir og rósa fyri góða sangin og spæli. Tí tað er so deiliga hugnaligt við einum kassagittara.


--


Brúka og tveit burt á Roskilde Festivalinum


Upp móti 1000 tons av ruski hevur okkurt árið verið savnað saman á Roskilde Festivalinum, enn er endaliga talið ikki uppgjørt fyri 2012, men skal man døma eftir tjaldingarøkinum, sum tað sá út, tá eg fór av festivalinum sunnudagin, so man 2012 ikki fara at standa nógv aftan fyri hini árini. Tí Dyreskuepladsen í Roskilde sær út, sum um ein ódn hevur herjað.


Teir fýra dagarnar, ið festivalurin er, umframt teir fýra dagarnar, ið upphitingin er, verður Dyreskue Pladsen umskapt til 5. størsta býin í Danmark, og hetta skapar í sær sjálvum nógv rusk, men tað skerst heldur ikki burtur, at "brúka og tveit burt" mentanin í alt størri mun setur dám á festivalin.


Tá eg fyrstu ferð vitjaði festivalin í 1996, vóru tað tey heilt fáu, ið ikki tóku teltini við sær heim. Men á ársins festivali, mátti eg staðfesta, at hóast teltini eru vorðin størri og ivaleyst betri, so var tað minnilutin av festivalgestunum, ið tímdi at taka síni telt heim við, og tað sama var galdandi fyri alt frá soviposum til luftmadrassur og regnklæði. Ístaðin valdu nógv at smildra alt sundur, so sum myndirnar av grannaøkinum hjá mær vísa.


Roskilde Festivalurin hevur í nógv ár gjørt stórt arbeiði á umhvørvisøkinum, og arbeiðir eitt nú saman við Dansk Tekniskt Universitet við at kanna ruski, fyri at bøta um burturbeiningina. Festivalurin hevur eisini gingið undan við nýtslu av umhvørvisvinarligum innpakningi og bestikki í matbúðunum á festivalinum. Men tað kemst ikki uttanum, at stóru ruskmongdirnar, og brúksmentanin hjá gestunum er ein stórur imagetrupulleiki hjá hesum annars so grøna festivalinum.


--


Um tað stendur uppi, kanst tú pissa á tað


Pisslukturin hevur øll árini verið nærum líka stórt eyðkenni fyri Roskilde Festivalin, sum tónleikurin er. Serliga teir heitu festivalarnar, har sólin bakar, kann festivaløkið lukta ófatiliga súrt. Sum mannligur festivalgestur, so er reglan nærum tann, at um tað stendur uppi, so kanst tú pissa á tað. Serliga eru hegn, veggir og trø vælumtókt pissimál.

Festivalurin roynir eftir besta førimuni at bøta um upplivingina hjá okkum gestum, og her eru fleiri átøk gjørd, fyri at fáa okkum menn at pissa á annað enn hegn. Eitt nú eru heilt nógv pissoir sett upp runt á økinum gjøgnum árini, men nú tykist tað, sum festivalurin í størri mun roynir at møta brúkaranum, har hann er - ella har hann pissar. Eitt nú hava heilt nógv hegn fingið pissirennir festar á seg, og sum nakað nýtt hevur mann innført P-tree konseptið, ið sum myndin vísir, broytir trøini, ið vit vanliga pissa á, til vælvirkandi pissitrø.


--


Ummældi so hann gloymdi at lurta


Tá Jack White og fantastiski bólkur hansara spældi eina praktfulla konsert á appilsingula pallinum fríggjakvøldið, varnaðist eg knappiliga hendan ummælaran, ið sat og ummældi konsertina mitt á bønum frammanfyri pallin, hetta var tá konsertin var hálvliðin. Hann var so upptikin av at skriva, at hann heilt gloymdi at liva við, og uppliva konsertina. Nú veit eg ikki hvussu ummælið bleiv, men eg helt arbeiðsháttin vera nokk so áhugverdan.


--


Vaagsbygd - can't be stopped


Mátti smsa til ein vágbing, ið eg kenni, tá eg sá klisturmerki við orðunum "Vaagsbygd - can't be stopped", kring alt festivaløkið. Var hetta eitt átak fyri at gera vart við Vág ella okkurt heilt annað?

Vágbingurin, ið eg sms'aði til kendi einki til hetta, og eg mátti tí kanna málið nærri. Eg fann útav, at talan var um eina konsert mikukvøldið á Apollopallinum á sjálvum tjaldingarøkinum í Roskilde.

Við tevinum av einari sensatión fór eg at grópa gjøgnum skránna, men fann skuffaður útav, at Vaagsbygd er ein norskur hip hop bólkur.