Anna var 24, ár tá hon valdi at leggja seg undir skurðviðgerð. Hon hevði tá roynt at givið bróst, uttan at tað riggaði serliga væl. Bróstini vóru ov stór, og nívdi hetta hana bæði sálarliga og kroppsliga.
Eg visti, at tað nokk ikki fór at bera so væl til at geva bróst aftaná skurðviðgerðina, men eftirsum tað ikki riggaði so serliga væl áðrenn, valdi eg skurðviðgerð, sigur Anna.
Eg fór til kommunu-læknan, og tað var ongantíð nakar trupulleiki at fáa tey at skilja, at eg hevði brúk fyri at minka bróstini.
Sjálv skurðviðgerðin var gjørd á Landssjúkrahúsinum av tveimum ymiskum læknum. Tilsamans tóku teir nærum eitt heilt kilo vekk av bringuni hjá Onnu.
Tað sæst, at tað er gjørt av tveimum ymiskum. Annað bróstið er penari enn hitt, sigur hon við einum smíli.
Bróstvørtan varð skorin úr, og eisini varð opna undir bróstunum. Aftaná bleiv vørtan seymað uppá aftur hægri uppi, enn hon var áður.
Eg var sjúkrameldað í tríggjar vikur, tá eg ikki skuldi lyfta ella naka sovorðið beint aftaná, sigur Anna.
Nú hevur hon stødd C á bróstinum, og ein gitur ikki at hetta er ein kvinna, íð hevur haft trupulleikar við ov stórari bringu, tá ein sær hana.
Eg havi ongantíð angrað, at eg havi gjørt hetta, hóast at tað innibar, at eg ikki kundi geva tveimum av børnunum bróst.
Nú er lættari hjá Annu at finna klæði, og bringan passar betri saman við restina av kroppinum.
Tíanverri hevur dóttur Annu arvað truppulleikan, men ein troyst er, at tað er ein útvegur.
Minni bróst
Skurðviðgerðin tekur umleið ein og ein hálvan tíma, og er ein heilt niðursøvdur.
Vevnaðurin, sum verður tikin, verður tikin frá ymiskum støðum á bróstinum fyri at uppnáa besta møguliga úrslit.
Helvtin av kvinnunum, sum gera hetta, kunnu ikki geva bróst aftaná.
Sárini verða seymað við pentum, sum kroppurin sjálvur tekur sær av, og við pentum, sum verða tiknar aftaná uml 10 dagar. Plástur skal verða á arrinum í minst tríggjar mánaðir fyri at tey skulu gerast so ósjónlig sum gjørligt.
Eitt kilo á bringuni er tað sama sum 20 kilo sum belastað ryggin
Kelda: Plastikkirurgicentrum