Tá heimansdreingir steinaðu tjaldursungan ? ella tá Jørgen varð kroystur úr sessinum!

Jørgin Niclassen varð skammiliga kroystur úr landsstýrissessinum, uttan sakliga grund, og uttan at og nakað brot var staðfest. Tá ið vit aftaná sóðu tey hámu andlitini a tingmonnum, eins og smádreingir ið hava gjørt eina skarnsgerð, sum teir innast inni skammast um, áttu vit øll at raknað við aftur.
Eg vil lýsa hetta við eini hending eg minnist fra barna-árunum: Eitt tjaldurspar var komið við unga sínum a bøin, beint við ósan, har vit sum smádreingir spældu við tunnuflakum. Tjøldrini titaðu við góðan hug teig av teigi, og óraðu ikki ilt. Knappliga sigur ein drongur: Hasin tjaldurungin stjelur allar maðkarnar. Skulu vit ikki reka hann burtur. Tvætl, segði ein annar, lat hann faa frið. Hann ger bara sum hann eigur at gera: hentar maðkar at eta.
Nei segði hin fyrri, hann stjelur maðkar fra okkum. Kanska hevur hann eisini stolið egg í haganum.Hygg hvussu spískt nevið er, hann kann pikka eyguni út a lombunum. ? Ikki gekk long tíð, so hevði hann fingið stóran part av dreingjunum i sín part, og brádliga var friðurin úti hjá tjøldrunum. Eyrur og smásteinar regnaðu yvir á teigin har tjøldrini gingu. Ungin fekk eitt runublak tungt niður a bakið, beint áðrenn hann tók flogið. Tá ið ungin lá vongbrotin i eini veit, talaði ein eldri maður at, longri uppi i bønum, og smádreingirnir steðgaðu líkasum á og stóðu so foyir og gløddu, rætt sum tingmanningin hendan týsdagin: grimdarhugurin fjarðaði burtur, nú skarnsgerðin var opinlýs. Massa-hysterii legði seg nú blóði hevði flotið.
Tað kendist heilt "patetiskt" tá Høgni Hoydal, sum ein annar høvuðsprestur belærdi okkum um virðing og álit a politisku skipanina, hann náði meg fyri virðiliga viðgerð hesin landsstýrismaðurin fekk!
Nei her var hvørki virðing ella rættvísi. Lógarbrot? Nei, ikki landsins lógir, men ein lóg er sum hevur merkt hetta málið, heilt frá byrjan: tað er Jantelógin, og verður hetta stílurin úr Løgmálaráðnum, er fryktandi fyri at jantelógin verður ein myndandi partur av okkara nýggju Grundlóg.
Til Jørgen kann eg bara citera Uffa Elleman Jensen, tá ið ein av hansara egnu varð hunddálkaður av pressuni: "Óansæ hvussu gott, hábærsligt, og vakurt hús tú byggir, so kemur altíð onkur av hesum smáu hundunum framvið, og pissar upp at vegginum!!!"