Nýtt bragd í Grikkalandi

Føroyska U21-landsliðið í hondbólti spældi javnleik á útivølli móti griksku favorittunum

Eitt er, at Maria Damanaki hevði fingið nokk av føroyingum, tá um fisk ráddi. Nú munnu grikkar flest væl og virðiliga ynskja Føroyar, har piparið grør, tá um ítrótt ræður.

 

Tað eru bara tveir mánaðir síðani, at føroyska fótbóltslandsliðið tók øll á bóli við at vinna undankappingardyst í Grikkalandi, og nú varð bragdið hálvgum endurtikið, tá tað púrasta óvæntað eydnaðist U21-landsliðnum í hondbólti at spæla javnleik móti grikkum.

 

Grikkar, sum við sama árgangi eitt nú hava bast Íslandi í U20-kapping í fjør, vóru stórfavorittar, men hetta løgdu okkarar spælarar líka í.

 

Frá byrjan stríddust føroysku spælararnir sum úlvar á skóg, og hóast Grikkaland var á odda í steðginum, so høvdu teir fingið staðfest, at hetta ikki var nøkur løtt uppgáva.

 

- Vit máttu arbeiða ræðuliga hart. Í verjuni var Tróndur Arge sannur brandur, tá hann støðugt kom inn fyri Kjartan, sum var miðspælari í álopspartinum. Okkara menn tacklaðu teir støðugt, so stóru grikkarnir ikki sluppu ov langt inn at skjóta. Og tá Niklas Simonsen stóð ein branddyst í málinum – 18 bjargingar og eitt bjargingarprosent upp á 46% - so hingu vit allar tíðina í. Harða arbeiðið í verjuni kostaði eisini útvísingar, har Føroyar fingu sjeyav slagnum, sigur Ári Rouch, sum er í Grikkalandi fyri HSF. Og so kunnu vit leggja afturat, at føroysku spælararnir ikki vóru teir einastu, sum brúktu vøddarnar, tí grikkar fingu sjálvir átta útvísingar.

 

- Hinvegin máttu vit brúka nógvar kreftir í álopspartinum. Teir vóru stórir og dekkaðu flatt, so málini kostaðu støðugt nógvar kreftir, men tað riggaði kortini, sigur Ári.

 

Eitt skifti í seinna hálvleiki vóru Føroyar á odda við tveimum málum, men bara ein minutt fyri leiklok stóð aftur á jøvnum. Tá mistu føroyingar bóltin, og við skjótum mótálopi løgdu grikkar seg á odda.

 

Føroyar tóku time-out, og í seinasta álopinum kundi strikuspælarin, Helgi Hoydal, javna, og hóast teir fingu 3-metur kast, so eydnaðist ikki grikkunum at skora avgerandi málið við seinasta skotinum í dystinum.

 

- Hetta var ein lítil høll, har teir gott og væl 300 áskoðararnir veruliga skaptu ein sonevndan heksaketil, sigur Ári.

 

- Seinasta partin av dystinum stóðu øll uppi, og ýlini móti okkara spælarum vóru hørð, tá vit høvdu bóltin. Men tíbetur hildu allir høvdið kalt, og hetta var veruliga eitt fantastiskt úrslit, sigur Ári Rouch.

 

Grikkaland-Føroyar 21-21 (8-7)

Føroysku málskjúttarnir: Kjartan Johansen 8(3), Julian Olsen 3, Áki Egilsnes 2, Allan Norðberg 2, Eirikur Simonsen 2, Helgi Hoydal 2, Pætur Thomsen 1, Rói Berg Hansen 1