ODDAGREIN: Stórt Nýbrot í málstrevi

At orðabókaarbeiði í Føroyum hev­ur rætt­i­liga blómað seinastu árini er ikki minst forlagnum Sprotanum í Vest­manna fyri at takka. Ikki færri enn 13 orðabøkur er tað vorðið til – sum er til sera stórt gagn fyri okk­um øll, sum fáast við mál.

Eitt er at hava fingið bøkur á prenti. Men tað var eitt stórt fram­stig, at bøkurnar eisini eru tøkar á net­i­num. Uppaftur størri varð fram­­stig­ið, tá Mentamálaráðið og Sprot­in gjørdu avtalu um, at øll, sum ganga í skúla skuldu hava fría at­gongd til teldutøku orðabøkurnar.

Tað síðsta stigið hjá forlagnum í Vest­manna er at geva út sonevnda »app­« til snild­tel­e­fon­ir við orða­bók­u­num. Hetta er eitt fan­tast­iskt til­tak, sum vit øll eiga at fegn­ast um – at nakað, sum plagdi at vera so turt og keðiligt sum orðabøkur bein­leið­is kann gerast spennandi og menn­andi hjá ungum at leita í – ann­að­hvørt á telduni ella í tele­fon­ini. Hetta er av sonnum nýbrot í før­oysk­um málstrevi.

Jonhard Mikkelsen, stjóri á Sprot­a­num, var í 2011 heiðraður við Ment­an­ar­virðisløn Landsins fyri sítt verk at geva út bøkur. Fleiri enn 100 bøk­ur eru komnar út á privata for­lag­num í Vestmanna – bøkur við rætti­liga ymsum innihaldi. Ella sum Hel­ena Dam á Neystabø, táverandi lands­stýr­is­kvinna segði í samkomu í Norð­ur­land­a­husinum:

»Heilt frá smáum yrkingasøvnum til stór­ar skaldsøgur til bøkur um før­oyska málið, uppaling, skald­søg­u­grein­ing og snarskeið í stavseting, ja tú kanst siga: frá orðálvi til ull«.

Vit eiga at fegnast um, at vit hava slíkar eldsálir. Tí tað er slíkur eld­hugi, sum nørir um mentan okk­ara málsliga.
Tað er sagt um Jonhard Mikk­­el­­sen, at tá hann ikki slapp at geva eina bók út hjá Skúla­bók­a­grunn­i­num, so fór hann í Spar­i­kassan og tók eitt lán í staðin – og so kom bók­i­n út, sum kanska beinleiðis elvdi til forlagið Sprot­an?

Stóra orð­a­bóka­ar­beið­ið hjá Sprot­a­num let­ur talg­ildu dyrnar upp til fleiri heimsins mál – og ikki minst til før­oyska rættstaving. Frá Svabo og Hamm­ers­haimb – og frá Kris­t­i­ani Matras og Jóannes av Skarði og Jóan Heindriki og hinum slóð­ar­u­num eru vit nú bara eitt »klikk« frá røttu stav­set­ing­ini ella røttu bend­ing­ini. Ein slík app er kær­kom­in, og eiga øll at gera sær dælt av til­boð­num hjá Sprotanum um at heinta sær appina. Og ikki minst eiga foreldur at vísa børnum á hendan gylta møguleikan altíð at hava orðabókina uppi á sær.