av hagstovuni, at útflutningurin er nógv vaksin hetta seinast árið. Sigurd Poulsen sigur, at hetta vísir, hvussu stór sveiggj eru í føroyska búskapinum. - Men vit kunnu fegnast um, at hann nú sveiggjar rætta [...] Hann heldur, at útlitini eru hampilig, men hann er ikki tryggur við, at búskapurin skal vera so fast knýttur at uppsjóvarfiskiskapinum - Vit vita til dømis ikki, hvussu leingi við hava makrel í teimum nøgdum [...] føroyska búskapinum eru ikki so galin. Men tað er ein óvissa og eg eri ikki heilt tryggur við støðuna. Tað sigur Sigurd Poulsen, stjóri á Hagstovuni, við Sosialin sum kom nú mitt í vikuni. Í gjár frættist av
forsangarin í Johnny Deluxe, Noam Haldby, hevur skrivað. Jens Marni hevur fyrr í vikuni sagt við Sosialin og Rás 2, at hann sjálvandi vónar, at sangurin verður væl móttikin og fer at vinna, men at um hann [...] undirvísing í koreografi, soleiðis at hann ikki kemur at standa púra stillur. - Men tað verður also ikki tann heilt villi dansurin alíkavæl, eg havi dansarar afturat mær, og eg skal bara læra at fylla senuna [...] Kollafirði, sum í annaðkvøld klokkan 19 føroyska tíð fer at vísa síni kynstur í danska Melodi Grand Prixnum. Gera nógv burturúr Í heimbygdini hjá Jens Marna í Kollafirði gera fólk nógv burturúr tí, at teirra »egni«
tað hent, at kanningin ikki fer at ganga føroyingum á møti, so verður hetta eitt val um viðuskifi okkara við Danmark. Ein kann næstan loyva sær at siga, at verða danir fult og heilt reinsaðir í hesi kanning [...] kann hetta blíva til eitt sokallað loysingarval. M.a. kann hugsast, at mong av teimum ungu, sum ikki tykjast at hava serligan áhuga fyri politikki í hvussu er eftir uppmøtingini í Útvarpshøllini at døma [...] ella minni. At tosa um loysing í eini tíð, har búskapurin er í so ringum standi, har sosialu skipaninar ikki røkka til osfr. er ábyrgdarloysi. Men at miðja ímóti at gerast meira sjálvbjargin og at fáa meiri
Tjørnuvík: Nú verður ikki longur loyvt bilførarum at seta størri bilar frá sær inni í Tjørnuvík. Hetta samtykti bygdaráðið í Sunda kommunu mánakvøldið, tá eitt uppskot um ferðsluviðurskiftini í hesi vøkru bygdini [...] bygdini var til umrøðu. Hetta uppskotið gekk út uppá at forbjóða bilum, sum eru størri enn 3,5 tons at parkera á almennum vegi inni í bygdini. Hinvegin so var eisini eitt annað uppskot í somu atløgu til viðgerð [...] upp vegforðingar í bygdini. Hetta málið varð ikki samtykt tá, men skal nú kannast víðari. Vegforðing Spurningurin um ferðsluviðurskiftini í Tjørnuvík gjørdist aftur aktuellur, eftir at tvær kvinnur høvdu
skjótari eftir prent. Hetta hava tey gjørt í Havn í trý ár, og í komandi viku verður so byrjað í Klaksvík. Ætlanin er so seinni at møguliga taka ein part av Eysturoynni eisini. Tað fylgja tó onkrar treytir [...] i fer nú at víðka um sítt virksemið. Tað hevur við sær, at haldarar hjá Dimmalætting og Sosialinum í Klaksvík, sum hava postkassa, fara at fáa blaðið sama kvøld, sum tað er á gøtuni. ? Hetta er eitt átak [...] skal somuleiðis vera lætt at ganga til húsini, umframt at týðulig áskrift um bústað skal vera tøk, greiðir Hallstein Sigurðsson frá. Sum skilst hevur hetta ligið á borðinum í eina tíð, men nú er tað komið
innskot kann í mesta lagi vera 500.000 krónur. – Sostatt er ætlanin í roynd og veru, at tað verða borgararnir í samfelagnum, sum læna kommununi pengar og hetta er fyrstu ferð í verðini, at ein almennur [...] sum seta pening í, er fyrimunurin, at tey fáa 0,45 prosent í rentu, og tað er meiri enn tey fáa í einum banka. Hetta gevur vanligum fólki ein møguleika at fáa eina hægri rentu enn tey fáa í einum banka, sigur [...] sigur samstundis, at tað ber altíð til hjá teimum at selja lánið aftur. Og lánið er púra trygt, tí ein kommuna kann rætt og slætt ikki fara á húsagang. Leingi sá tað út til, at hetta fór at verða fullkomiliga
sítt arbeiði at fara til, tó at einki gerst í hesum kavanum. - Hvat heldur tú um, at Kristian Magnussen er farin í Javnðarflokkin? - Tað hevur verið at hoyrt í eina tíð, at Kristian ætlaði sær í Javnaðarflokkin [...] ringdu tey í Tingansi og søgdu, at hann ikki var tingmaður longur, og løtu seinni varð hetta váttað í Útvarpinum. - Nú havi eg bert eftir at handa Kristiani Magnussen tingmálini, sigur Luitjen Apol. Hann hevur [...] tingmaðurin fekk bert tveir mánaðir í tinginum. Spurdur hvussu honum dámdi hetta arbeiðið, sigur Luitjen Apol, at hetta var so sum hann hevði væntað, tó at okkurt ikki var so sum hann hevð ímyndað sær.
skuldi takla kunningina í sambandi við hetta (í Dimmalætting) nógv umrødda mál. At summir býráðslimir fyri egnan politiskan vinning finnast at Heðini, tað er í ordan, men pressan átti at farið meira seriøst [...] ráðgevum til at skriva røður, lesarabrøv og tíðindaskriv fyri seg, meðan teir vóru borgarstjórar, hóast kommunan tá ikki hevði nakað kunningarfólk í starvi.” Hetta seinasta er ósatt. Eg var settur í starv sum [...] havi eg upplivað, at fólk spekuleraðu, um hetta var orsakað av manglandi áliti á býararkitektin. Eftir júst somu prinsippum er einki galið at síggja í, at borgarstjórin keypir sær uttanhýsis kunningarráðgeving
Norðoyartunnlinum verður sæð fram til, at ikki minst Klaksvíkin skal mennast enn meira. Hertil er at siga, at tunnilin eisini fer at hava við sær, at øki í Eysturoynni fara at mennast enn meira. Tá so Havnartunnilin [...] saman. Fyri at gera tað lættari at koma til og frá. Og ikki meira enn at Norðoyartunnilin er um at vera liðugur, verður av álvara tosað um at gera tunlar undir Skálafjørðin. Haraftrat er ætlanin at longja [...] verður frítt hjá øðrum at koma inn á rutuna. Í hesum sambandi er rætt enn einaferð at taka upp spurningin um nýggjan flogvøll á Glyvursnesi. Er tað ikki rætt at fáa lív í aftur hetta mál, nú so nógv fokus
royna at halda prísinum niðri og seta enntá pengar í tiltakið, fyri at tað ikki skal vera ov dýrt. Tá er tað sera harmiligt at uppliva, at summi royna at vinna sær pengar upp á tað. Tað er ikki tankin [...] keðiligt at uppliva, at onkur keypir innundir seg við vinningi fyri eyga, og harvið heldur øðrum frá at sleppa framat, sigur Bárður Højgaard. Hetta er tó ikki ein trupulleiki, sum kemur ofta fyri, men í og við [...] Højgaard. Og hann vísir á, at tað eru nógv, sum ikki eru sloppin framat konsertunum enn. - Tað eru nógv fólk í nærumhvørvinum, sum ikki hava fingið atgongumerki og kanska strongja á fyri at sleppa framat. Tá er