- Útlitini fyri føroyska búskapinum eru ikki so galin. Men tað er ein óvissa og eg eri ikki heilt tryggur við støðuna.
Tað sigur Sigurd Poulsen, stjóri á Hagstovuni, við Sosialin sum kom nú mitt í vikuni.
Í gjár frættist av hagstovuni, at útflutningurin er nógv vaksin hetta seinast árið.
Sigurd Poulsen sigur, at hetta vísir, hvussu stór sveiggj eru í føroyska búskapinum.
- Men vit kunnu fegnast um, at hann nú sveiggjar rætta vegin, leggur hanna afturat.
Hann heldur, at útlitini eru hampilig, men hann er ikki tryggur við, at búskapurin skal vera so fast knýttur at uppsjóvarfiskiskapinum
- Vit vita til dømis ikki, hvussu leingi við hava makrel í teimum nøgdum, vit síggja ídag, sigur Sigurd Poulsen og leggur afturat:
Les eisini: Útflutningurin vaksin 10 prosent
- Mær dámar ikki heilt tað elementið av hepni, sum aktuellu tølini byggja á. Vit hava verið heppin við uppsjóvarfiskiskapinum, samstundis sum botnfiskurin hevur verið illa fyri. Og hetta hepni sæst aftur í búskapinum, sigur Sigurd Poulsen.
- Spurningurin er tí sjálvandi, hvussu varandi uppsjóvarfiskiskapurin er, og um vit fara at síggja vøkstur í botnfiskinum, tá tað fer at ganga hinvegin við uppsjóvarfiskiskapinum.
- Hetta eru óvissur, sum vit vita lítið um, hóast tær hava stóran týdning fyri okkara búskap, sigur Sigurd Poulsen við Sosialin.










