Er kunningarráðgeving ólóglig?

Dimmalætting hevði í farnu viku sett sjóneykuna á kunningarráðgevingina hjá Tórshavnar kommunu. Greinin var merkt av manglandi virðing fyri kunningarráðgeving, og hevði eina rættiliga óhepna villu

Niels Uni Dam, Cand. Comm.

Fyrrverandi kunningarráðgevi hjá Tórshavnar kommunu

_______________________________

 

 

Fyrst til villuna, greinskrivarin endar greinina við at skriva soleiðis:

“...hvørgin av teimum báðum undanfarnu borgarstjórunum í Tórshavnar Kommunu, Jan Christiansen og Leivur Hansen, halda seg nakrantíð hava brúkt fjølmiðlaráðgeving frá sjálvstøðugum ráðgevum til at skriva røður, lesarabrøv og tíðindaskriv fyri seg, meðan teir vóru borgarstjórar, hóast kommunan tá ikki hevði nakað kunningarfólk í starvi.”

Hetta seinasta er ósatt. Eg var settur í starv sum kunningarfólk undir Jan Christiansen, og havi seinni eisini virkað sum kunningarfólk undir Heðini Mortensen. So Jan hevði kunningarfólk í starvi.

Tað er sera stuttligt at hava arbeitt fyri tveir so ymiskar borgarstjórar, ið hava so ymiskan hátt at síggja kunning og týdningin av kunning fyri bæði borgarstjóra, umsiting og borgarar. Eg skal ikki siga nakað um, hvat er rætti holdningurin, ella hvør av teimum báðum Jan ella Heðin er betur egnaður sum borgarstjóri, tað má veljararin sjálvur taka støðu til. Báðir eru so sera fittir menn og arbeiðsgevarar, ið eg enn havi jaligar tankar um.

 

Manglandi virðing fyri kunning

Eg havi ikki innlit í hvørt einstakt lesarabræv ella røðu, sum hesar 43.000 krónurnar handla um, so eg veit ikki, um Heðin hevur gjørt nakað galið. Men eg verið ikki klókari hesum viðvíkjandi av greinini í Dimmalætting 10. apríl. Við at kriminalisera uttanhýsiskunningarráðgeving sum heild, sleppur greinskrivarin sær undan próvbyrðuni. Hetta vísir eina manglandi virðing fyri fakinum kunning.

Kommunan hevur nokk einar 15-20 byggifrøðingar, verkfrøðingar og arkitektar í starvi. Men hóast hetta keypir kommunan dagliga hjálp uttanifrá bæði frá arkitektum og verkfrøðingum. Eingin sigur eitt øvugt orð um hetta. Eg havi t. d. ongantíð hoyrt, Dimmu, útvarpið ella nakran annan spurt, hví MAP arkitektar ella onkur annar teknaði tann ella tann bygningin, hóast kommuna hevur fleiri arkitektar í starvi.

Eg havi ongantíð hoyrt nakran miðil spurt, hvat býararkitekturin ella onkur av hansara monnum gjørdu, meðan onkur ávísur bygningur bleiv teknaður av arkitektum uttanhýsis. Heldur ikki havi eg upplivað, at fólk spekuleraðu, um hetta var orsakað av manglandi áliti á býararkitektin. Eftir júst somu prinsippum er einki galið at síggja í, at borgarstjórin keypir sær uttanhýsis kunningarráðgeving, ella fær lesarabrøv og røður skrivaðar uttanhýsis. Heldur ikki hóast hann hevur ein kunningarráðgeva í starvi (mær vitandi vóru tveir í starvi, tá hetta fór fram).

 

Kunning hevur týdning

19.000 kr av teimum 43.000 snúðu seg um ráðgeving í sambandi við trupulleikarnar í gamla Realskúlaum Eg kann garantera tykkum, at hetta mál hevur kostað kommununi milliónir, og eg haldi tað vera sera skilagott, at borgarstjórin fekk sær professionella ráðgeving, um hvussu hann skuldi takla kunningina í sambandi við hetta (í Dimmalætting) nógv umrødda mál. At summir býráðslimir fyri egnan politiskan vinning finnast at Heðini, tað er í ordan, men pressan átti at farið meira seriøst til verka.