Bárður Højgaard, mentanar og ítróttarsamskipari hjá Runavíkar Kommunu, bleiv gjørdur varugur við ein heldur løgnan profil á Facebook, sum seldi atgongumerki til Jól við Løkin.
- Ein vinmaður skrivaði, at hann var í samband við ein, sum var klárur at selja atgongumerki fyri 1000 krónur. Um tað var eitt atgongumerki ella tvey, ivist eg í, sigur Bárður Højgaard. Tað ger tó lítlan mun, tí fyrireikararnir selja atgongumerkini fyri 285 kr.
Bárður Højgaard fór síðani at kanna málið nærri, og fann fram til tað, sum mest av øllum líkist einum følskum vanga á Facebook. Bárður Højgaard valdi tí í gjárkvøldið at skriva um hetta á Facebook síðuni hjá Løkshøll.
Les eisini: Ólóglig víðarisøla: Selja atgongumerki fyri okursprís
- Tað kennist eitt sindur snópisligt, tað má eg siga. Vit royna at halda prísinum niðri og seta enntá pengar í tiltakið, fyri at tað ikki skal vera ov dýrt. Tá er tað sera harmiligt at uppliva, at summi royna at vinna sær pengar upp á tað. Tað er ikki tankin við tí, sigur Bárður Højgaard. Og hann vísir á, at tað eru nógv, sum ikki eru sloppin framat konsertunum enn.
- Tað eru nógv fólk í nærumhvørvinum, sum ikki hava fingið atgongumerki og kanska strongja á fyri at sleppa framat. Tá er tað eyka keðiligt at uppliva, at onkur keypir innundir seg við vinningi fyri eyga, og harvið heldur øðrum frá at sleppa framat, sigur Bárður Højgaard.
Hetta er tó ikki ein trupulleiki, sum kemur ofta fyri, men í og við, at onnur tiltøk í Føroyum hava upplivað tað sama áður og havt stórar trupulleikar av tí, heldur Bárður Højgaard tað frægast at gera vart við, at slík atgongumerki verða strikað úr skipanini og tí nyttuleys, um fyrireikararnir gerast varugir við, at tey eru seld víðari fyri okursprís.