Tá Luitjen Apol í morgun setti seg til arbeiðsborðið heima, visti hann ikki, hvussu hann skuldi megna at lesa tey 90 lógaruppskotini, sum hann hevði framman fyri seg.
Tá klokkan var fimm minuttir í 11 ringdu tey í Tingansi og søgdu, at hann ikki var tingmaður longur, og løtu seinni varð hetta váttað í Útvarpinum.
- Nú havi eg bert eftir at handa Kristiani Magnussen tingmálini, sigur Luitjen Apol.
Hann hevur annars júst lagt nøkur uppskot fram í tinginum, eitt nú um at Landsstýrið skal seta nýtt prístal, og at prísviðbótin á lønum skuldi setast í gildi aftur, umframt uppskot um útbúgvingarstuðul fyri arbeiðsfólk, sum kundu fingið partvís løn undir útbúgving.
Fráfarni tingmaðurin fekk bert tveir mánaðir í tinginum. Spurdur hvussu honum dámdi hetta arbeiðið, sigur Luitjen Apol, at hetta var so sum hann hevði væntað, tó at okkurt ikki var so sum hann hevð ímyndað sær.
Tað undraði meg serliga, hvussu tingfólk gera sær ómak, tá SvF ella útvarpið vóru til staðar, og hvussu tey aftaná at hava tosað við fjølmilðarnar, fóru við sínum mótstøðufólkum upp á tingloftið at flenna saman, um tað, sum teir høvdu sagt. Eg haldi, at tað er ein øgelig komedia, sigur Luitjen Apol.
Hann er húsasmiðjur, og hevur sítt arbeiði at fara til, tó at einki gerst í hesum kavanum.
- Hvat heldur tú um, at Kristian Magnussen er farin í Javnðarflokkin?
- Tað hevur verið at hoyrt í eina tíð, at Kristian ætlaði sær í Javnaðarflokkin, men eg helt ikki, at tað fór at vera júst nú.
Mín viðmerking til hansara er, at um hatta er nýggi vinstravongurin í Føroyum, so gevi eg lítið fyri hann, sigur Luitjen Apol.
Hann ætlar sær at stilla upp aftir í Verkamannafylkingini til løgtingsvalið, men væntar annars, at løgmaður nú skrivar út val fyrsta dagin.
Hví heldur tú tað?
Tað ber helst illa til at stýra nú - við einum landsstýrismanni, sum er koyrdur, og einum sum er farin. Tað ber illa ber til hjá løgmanni at umsita málsøkini hjá Kristiani, sigur Luitjen Apol.
Hann heldur eisini, at tað verður áhugavert at vita, hvussu skal gangast í tinginum, har tvey umboð fyri Verkamannafylkingina nú sita.
- Eg var framsøgumaður í tinginum, men nú sita Óli Jacobsen og Ingeborg Vinther, hvør í sínum parti. Spennandi verður at vita, hvussu leikur fer, sigur Luitjen Apol.