Tjørnuvík: Nú verður ikki longur loyvt bilførarum at seta størri bilar frá sær inni í Tjørnuvík.
Hetta samtykti bygdaráðið í Sunda kommunu mánakvøldið, tá eitt uppskot um ferðsluviðurskiftini í hesi vøkru bygdini var til umrøðu.
Hetta uppskotið gekk út uppá at forbjóða bilum, sum eru størri enn 3,5 tons at parkera á almennum vegi inni í bygdini.
Hinvegin so var eisini eitt annað uppskot í somu atløgu til viðgerð, har setast skuldu upp vegforðingar í bygdini.
Hetta málið varð ikki samtykt tá, men skal nú kannast víðari.
Vegforðing
Spurningurin um ferðsluviðurskiftini í Tjørnuvík gjørdist aftur aktuellur, eftir at tvær kvinnur høvdu heitt á kommununa um at gera nakað við hetta.
Hesar báðar kvinnurnar - Randi við Brúgv og Sólrun Magnussen heittu nevniliga á Sunda kommunu um at bøta um ferðsluna inni í bygdini.
Í fyrstu atløgu skutu hesar kvinnur upp, at gera eina vegforðing um brúnna um Stórá.
Í øðrum lagi skutu tær upp at forboð varð sett størri akførum at parkera inni í bygdini.
Stórur ampi
Hesar báðar kvinnurnar grundgóvu eisini fyri hesi áheitanini: Eftir teirra sannføring var tað til stóran ampa, at bilarnir koyrdu ov skjótt inni í bygdini.
Tær vístu eisini á, at tá talan er um parkering av størri akførum so er bygdin alt ov trong til hesi.
- Hetta átti eisini at verið óneyðugt, tí eitt parkeringspláss til stórar bilar er, áðrenn ein kemur til bygdina, søgdu tær í áheitanini á kommununa.
Tekniska nevndin í Sunda kommuna tók við vælvild móti hesi áheitanini, og mælti tekniska nevndin til, at bygdaráðið eisini gjørdi tað sama.
Á fundinum mánakvøldið samtykti bygdaráðið at forboð verður sett størri bilum at parkera á almennum vegi inni í bygdini.
Tá talan varð um vegforðingina við brúnna um Stórá, so ynskti bygdaráðið at málið verður latið aftur til teknisku nevndina til víðari arbeiði.