hava sunnudagsskúlan í Miðvági á henda hátt fyrsta sunnudag í hvørjum mánaði. Hinar dagarnar verður hann sum vanligt kl. 14 í missiónshúsinum. Broytingin er gjørd í samstarvi millum missiónshúsið og kirkjuráðið [...] Tað var missiónshúsið í bygdini (myndin) sum hevði tikið hetta stigið, og sum skilst tóku foreldur væl undir við tí. Fleiri nýggj andlit vóru nevniliga at síggja í sunnudagsskúlanum. Ætlanin er at hava
d verður í fimleikarhøllini í Sørvágs skúla sunnudagin 25. apríl kl. 14.00 og á Giljanesi kl. 15.30. Vága Ríðingarfelag saman við skúlabørnum skipa fyri skrúðgongu. Farið verður úr skúlanum í Sørvági kl [...] kl. 13.45 og úr skúlunum í Sandavági og Miðvági kl. 15.00. Sørvágs Tónleikarfelag undir leiðslu av Steven Foggin spælir undir flaggdagshaldinum. Finnur Helmsdal løgtingsmaður, heldur flaggrøðuna.
Fríggjanáttina varð brotið inn í bygdarhúsið í Miðvági. Gerningsmaðurin er sloppin avstað við 500 krónum, sum vórðu tiknar úr húsinum. Ein grillbarr ella sølubúð er í sama bygningi, og tað er haðani peningurin [...] peningurin er stolin. Gerningsmaðurin hevur brotið ein rút í hurðini og hevur síðani latið hana upp. Løgreglan hevur ikki tikið nakran persón í sambandi við innbrotið, og hon hevur heldur ongar slóðir at
grannalagsfeløgum stóðu seg væl í kappingum bæði á hesum vølli og í ítróttarhøllini. Tann sonevndi Sandvøllurin gjørdi mun. Men tíðin fór frá honum. Tá fyrsta og annað graslíkið komu í Gundadali, var Sandvøllurin [...] langtsíðani flogin, men onnur eru komin í staðin, og Eysturskúlin er her enn. Hann er umvældur av einslistum mestsum allur, sum hann er, og boðin fram at hýsa felags 10. flokki í Tórshavnar kommunu, tá skúlaárið [...] byrjar aftur. Økið, sum vøllurin er á, er í síni tíð ognartikið til endamál hjá Eysturskúlanum. Nú 10. floks tilboðið hevur verið til umrøðu, kom rættiligt lív í málið um at dagføra ítróttavøllin, so hann
ætlaður at vera spældur í Klaksvík, men av tí at arbeiðið við at leggja nýtt graslíki ikki er heilt liðugt í Klaksvík, verður hesin dysturin spældur í Runavík, og so fer NSÍ seinni í heyst norður til Klaksvíkar [...] ímóti EB/Streymi er NSÍ í kvøld í næstan somu útgávu. Einasta broytingin er, at Pætur Hentze er vongverji í høgru, meðan Meinhard Debes Geyti er á beinkinum. Eftir 3-0 tapið í Gundadali ímóti HB hevur [...] Klaksvíkar. Tá ið NSÍ var í Klaksvík 1. apríl, endaði tað við 3-2 heimasigri, eftir at NSÍ í fyrra hálvleiki var frammanfyri 2-1 og hevði tveir stórar møguleikar at økja um leiðsluna, áðrenn KÍ svaraði aftur
hjá teimum í Hvalvík og Streymnesi eina bátslongd undan Gongurólvi. Úrslitið í Miðvági ber við sær, at Hvessingur nú fyri fyrstu ferð í ár er fremstur í FM kappingini, og at Hvessingur harvið í løtuni tykist [...] leygardegnum var besta tíðin í kapping millum 6-mannafør við kvinnum á Vestanstevnu í Miðvági tann hjá Jarnbardi í 2002. Ta ferðina var tíðin 4.48.10. Leygardagin var Hvessingur í tættari kapping við Gongurólv [...] teimum bestu, tá ið fimti FM kappróðurin í ár var á Vestanstevnu leygardagin. At fasti starturin er tjóðraður í grótkastið, tá ið tað verður kappast í Miðvági, ber við sær, at tað er hópin lættari at fáast
eisini við støði í broytingunum í føroysku samferðsluviðurskiftum. Niðurstøðan tykist vera, at sýsluskrivstovan í Vestmanna fer í søguna, og skerjingar verða gjørdar í løgreglustøðini í Vágum. [...] fremjast í Vágum og í Vestmanna á løgregluøkinum. Fútin í Føroyum, Mogens Nepper Christensen, heldur í svarinum hjá Lene Espersen fast um somu sjónarmið, sum áður hava verið frammi: At sýslumansembætið í Vestmanna [...] løgreglustøðini í Miðvági, men at støðin tó skal varðveitast. í svarinum hjá Lene Espersen sigur fútin í Føroyum, at hann heldur fast um hesa áskoðan, men at talan tó ikki verður um uppsagnir í Vágum. Tað eigur
Louisa Olsen á Ryggi í Miðvági andaðist týsdagin í Åbybro, 91 ára gomul. Ata(Æda) á Reynatúgvu, á Sandi andaðist í heiminum týsdagin, 73 ára gomul. Henny Elisabeth Vágsheyg Valkvæ, fødd í Klaksvík, búsitandi [...] búsitandi á Godoy í Noreg, andaðist sunnudagin 72 ára gomul. Jarðarferðin verður fríggjadagin klokkan 13.
Í dag - 29. januar - fyllir Helena Franziska Jensen, fødd Poulsen, 100 ár. Heimasíðan hjá Vága kommunu veit at siga, at Helena býr á Plejehjemmet Strandmarkshave í Hvidovre í Danmark. Helena er fødd og [...] og uppvaksin á Ryggi í Miðvági, og foreldrini vóru Joen Poulsen og Sunneva Olsen.
Beint eftir fólkaatkvøðuna í gjárkvøldið samtykti bygdaráðið í Miðvági einmælt sáttmálan um kommunusamanlegging við Sandavági. Á bygdarráðssfundinum í kvøld kl. 18.00, varð sáttmálin eisini einmælt samtyktur [...] samtyktur av bygdarráðnum í Sandavági. Sostatt verða Miðvágs og Sandavágs kommuna ein kommuna frá 1. jannuar 2009, nýggja kommunan fær navnið Vága Kommuna.