Hvessingur setti nýtt met

Í trimum kappingum er tað framvegis tætt í stríðnum um FM heitið – millum annað millum Gongurólv og Hvessing, sum við mettíðini legði seg á odda fyri fyrstu ferð í ár

Líkindini vóru av teimum bestu, tá ið fimti FM kappróðurin í ár var á Vestanstevnu leygardagin. At fasti starturin er tjóðraður í grótkastið, tá ið tað verður kappast í Miðvági, ber við sær, at tað er hópin lættari at fáast við, enn tá ið tað eru bátar, sum so at siga liggja við endan.

Hóast veðrið var gott, og hóast tað var lagaligt at fáast við fasta startin, so vórðu róðrarnir tríggjar ferðir skotnir av. Í øllum førum var tað í kappingum millum 5-mannafør – við kvinnum, gentum og dreingjum. At tað kortini gekk skjótt og væl sást aftur í, at klokkan var akkurát farin av fimm, tá ið 10-mannaførini komu á mál, og tá var eisini skipað fyri einum oldgirls róðri.


Metið hjá Hvessingi

6-mannafarið hjá teimum í Hvalvík og Streymnesi, Hvessingur, róði stutta teinin í Miðvági – hann er 960 metrar – skjótari, enn nøkur manning nakrantíð áður hevur megnað í hesi kappingini.

Undan leygardegnum var besta tíðin í kapping millum 6-mannafør við kvinnum á Vestanstevnu í Miðvági tann hjá Jarnbardi í 2002. Ta ferðina var tíðin 4.48.10. Leygardagin var Hvessingur í tættari kapping við Gongurólv, og vinnaratíðin hjá Hvessingi var 4.47.15 ella knappliga eitt sekund skjótari enn níggju ára gamla mettíðin hjá Jarnbardi.

Í fýra teimum fyrstu kappingunum í ár vunnu Gongurólvur og Hvessingur aðru hvørja ferð. Í Fuglafirði vann Hvessingur, men hesa ferð eydnaðist tað ikki Gongurólvi at svara aftur.

Hvessingur legði seg beinanvegin á odda, og Hvessingur var fremstur allan teinin. Á málinum var báturin hjá teimum í Hvalvík og Streymnesi eina bátslongd undan Gongurólvi.

Úrslitið í Miðvági ber við sær, at Hvessingur nú fyri fyrstu ferð í ár er fremstur í FM kappingini, og at Hvessingur harvið í løtuni tykist vera favorittur at vinna meistaraheitið. Men tað er so mikið tætt, at Gongurólvur framvegis hevur góðan møguleika at svara aftur.


Púra opið

Enn eina ferð var endaspurturin hjá vágsdreingjum umborð á 5-mannafarinum Royndini Fríði sera sannførandi.

Í dýrdarveðrinum var tað næstan sum at síggja grind á veg ímóti at gera landgongd at síggja nógvu dreingjabátarnar koma skúmandi fram ímóti sandinum.

Jallurin var leingi fremstur, men blái báturin hjá Knørrafelagnum megnaði heldur ikki hesa ferð at halda vágsdreingjum aftanfyri seg í endaspurtinum. Merkisvert er tað, at hetta var fjórða ferðin, at Jallurin endaði á næstfremsta plássi, og at Jallurin framvegis eigur fyrsta sigurin til góða.

Undan Vestanstevnu var Royndin Fríða trý stig frá oddasessinum í FM kappingini. Nú er Royndin Fríða fremst – eitt stig frammanfyri Blik og Jallin, sum harvið framvegis er gott boð upp á FM heitið, hóast hann higartil ikki hevur vunnið.

At Vestanstevnan hilnaðist so mikið væl hjá Royndini Fríðu og eisini Jallinum komst av, at tað hesa ferð kiksaði hjá Bliki, sum endaði á fimta plássi og harvið bara vann trý stig í FM kappingini. Blikur var seks sekund frá vinnaratíðini hjá Royndini Fríðu.


Marginalirnir ikki við Jallinum

Í kappingini millum dreingjamanningarnar var Jallurin ikki nógv meiri enn stavnin aftanfytri Royndina Fríðu. Heldur ikki í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum var langt frá Jallinum og fram til vinnaran.

Tað eru bara tvær manningar, sum eru við í FM kappingini - Junkarin og Jallurin. Undan róðrinum í Miðvági høvdu hesir báðir bátarnir vunnið aðru hvørja ferð. Í Fuglafirði vann Junkarin, og aftur í Miðvági vóru tað tær úr Kvívík, sum vóru fremstar.

Kappingin var sera intensiv og tøtt. Jallurin var fremstur, inntil tað varð farið undir endaspurtin. Tá spentu tær á Junkaranum orduliga í, munurin minkaði, og á málinum var tað stevnið á Junkaranum, sum var undan Jallinum.

Úrslitið ber við sær, at Junkarin nú er tvey stig undan Jallinum í kappingini um FM.


Gullið á veg til Oyrar

Í kappingini millum 5-mannafør við gentum hevur FM gullið beina kós norður í Sundalagið og til Oyrar. Hvassi vann fyri fjórðu ferð í ár, og í FM kappingini er munurin frá Hvassa og aftur til Erlu Kongsdóttir seks stig.

Í Miðvági stýrdi Hvassi frá tí at startspurturin var av, og eina løtu var hann gott og væl leysur av teimum næstu. Í endaspurtinum tóku tær umborð á Erlu Kongsdóttir dyggiliga á, og tað leið væl eftir, men á málinum var Hvassi tað mesta av einari hálvari bátslongd undan grøna bátinum.

Beinta úr Miðvági fylgdi leingi væl við, men tá ið tær fóru um málið, var fjarstøðan fram til Erlu Kongsdóttir tað mesta av tveimum bátslongdum. Spógvin var væl við í kappingini um bronsuplássið.


Eydnaðist hjá Jallinum

Spógvin hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ vann barnaróðurin fyri dreingir fyri fjórðu ferð í ár. Sigurin hesa ferð var uppaftur meiri sannførandi, enn nakar annar sigur hjá gula bátinum hevur verið fyrr í ár, og tá ið tað eru níggju stig aftur til Firvald og Fípuna Føgru, so hevur Spógvin mest sum tryggjað sær sigurin í hesi kappingini.

Í gentukappingini var nýggjur vinnari. Tað eydnaðist Jallinum at vinna hesa ferð. Ørnin hevur vunnið tvær ferðir, Blikur hevur vunnið eina ferð, Tambar hjá Róðrarfelagnum Knørri hevur vunnið eina ferð, og nú var tað Jallurin hjá Róðrarfelagnum Knørri, sum vann.


6-mannafør kvinnur

1 Hvessingur 04:47.15

2 Gongurólvur 04:50.11

3 Jarnbardur 04:58.04

4 Herningur 05:17.03


Støðan

1 Hvessingur 33

2 Gongurólvur 32

3 Jarnbardur 25

4 Herningur 8

5 Páll Fangi 4


5-mannafør dreingir

1 Royndin Fríða 04:36.01

2 Jallurin 04:36.15

3 Havfrúgvin 04:38.09

4 Drekin 04:39.15

5 Blikur 04:42.05

6 Teistin 04:43.08

7 Erla Kongsdóttir 04:43.09

8 Frúgvin 04:44.00

9 Svanur 04:44.05

10 Sílið 04:45.19

11 Fípan Fagra 04:48.09

12 Pílur 04:48.20

13 Firvaldur 04:51.20

14 Sandingur 04:51.21

15 Tjógvin 04:56.13


Støðan

1 Royndin Fríða 26

2 Blikur 25

3 Jallurin 25

4 Drekin 20

5 Havfrúgvin 14

6 Sílið 12

7 Erla Kongsdóttir 10

8 Frúgvin 5

9 Teistin 2

10 Pílur 1


5-mannafør gentur

1 Hvassi 05:09.09

2 Erla Kongsdóttir 05:10.12

3 Beinta 05:15.19

4 Spógvin 05:16.05

5 Ørnin 05:27.06

6 Sílið 05:27.10


Støðan

1 Hvassi 34

2 Erla Kongsdóttir 28

3 Beinta 26

4 Spógvin 20

5 Sílið 15

6 Drekin 5

7 Teistin 3

8 Ørnin 3


Barnaróður dreingir

1 Spógvin 02:27.19

2 Firvaldur 02:31.13

3 Fípan Fagra 02:31.17

4 Junkarin 02:33.13

5 Tambar 02:37.11

6 Frúgvin 02:38.09

7 Havfrúgvin 02:41.00

8 Silja 02:45.00


Støðan

1 Spógvin 34

2 Fípan Fagra 25

3 Firvaldur 25

4 Tambar 18

5 Frúgvin 14

6 Junkarin 9

7 Havfrúgvin 7

8 Teistin 4

9 Silja 1


Barnaróður gentur

1 Jallurin 02:34.18

2 Blikur 02:36.06

3 Ørnin 02:37.08

4 Hulda 02:38.20

5 Pílur 02:41.14

6 Royndin Fríða 02:41.20

7 Tambar 02:46.14

8 Havfrúgvin 02:49.11


Støðan

1 Ørnin 29

2 Blikur 28

3 Hulda 24

4 Royndin Fríða 18

5 Jallurin 17

6 Tambar 16

7 Pílur 8