Dagførdur ítróttavøllur í Eysturbýnum

Tað var tann tíð, tá børnini í Eysturbýnum í Havn vóru frammarlaga, tí tey høvdu nýggjan stóran skúla og hartil vítt øki við stórum leikvølli, ið hoyrdi til skúla og grannalag.

Har varð leikur og spæl bæði tíðliga og seint, og børn úr Stoffalág Bóltfelag og øðrum grannalagsfeløgum stóðu seg væl í kappingum bæði á hesum vølli og í ítróttarhøllini. Tann sonevndi Sandvøllurin gjørdi mun.

Men tíðin fór frá honum. Tá fyrsta og annað graslíkið komu í Gundadali, var Sandvøllurin ongin luksus longur. Lívið minkaði á honum, og til endans var hann eitt oyðið ítróttapláss við lítlum týdningi fyri grannalag og skúla.

Børnini, sum lærdu síni kynstur á Lutzenstrøð, eru langtsíðani flogin, men onnur eru komin í staðin, og Eysturskúlin er her enn. Hann er umvældur av einslistum mestsum allur, sum hann er, og boðin fram at hýsa felags 10. flokki í Tórshavnar kommunu, tá skúlaárið byrjar aftur.

Økið, sum vøllurin er á, er í síni tíð ognartikið til endamál hjá Eysturskúlanum. Nú 10. floks tilboðið hevur verið til umrøðu, kom rættiligt lív í málið um at dagføra ítróttavøllin, so hann aftur verður til nyttu hjá skúla og grannalag. Býráðið samtykti einmælt hóskvøldið at leggja graslíki á vøllin í summar, fyrst og fremst til frama fyri tey ítróttatilboð, sum skúlin vil veita.

Vøllurin kann sjálvsagt brúkast til ymsan ítrótt. Hann hevur ongantíð havt fulla stødd sum fótbóltsvøllur og fær tað heldur ikki, tí so stórt er plássið ikki. Men hann er ivaleysa stórur til skúlabrúks og barna- og ungdómskappingar. Lítil ivi er heldur um, at hann aftur verður ein savningardepil fyri børnini á leiðini.

Stórt trýst er á fótbóltsvallirnar í Havnar kommunu. Tað gongur striltið hjá teimum gomlu feløgunum at útvega nóg nógvar tímar, og hjá nýggjum feløgum er stríggið yvirhøvur at sleppa upp í part.

Óhugsandi er ikki, at tann dagførdi vøllurin í Eysturbýnum eisini kann lætta eitt sindur um tað stóra trýst, sum er á Gundadal og Argir. Graslíkið verður fyrsta floks. Líka gott sum tað besta aðrastaðni. Og umhvørvið er frálíkt.



Jógvan Arge, formaður í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs