Avgerðin um løgregluna nærkast

Danski løgmálaráðharrin Lene Espersen hevur svarað fyrispurningi um miðsavnan av føroysku løgregluni, og tað tykist nú verða greiðari enn nakrantíð, at sýslumansembætið í Vestmanna verður flutt til Havnar, meðan stórar skerjingar skulu fremjast á politistøðini í Vágunm

Miðskeiðis í apríl tók stríð seg upp um føroysku løgregluna í fjølmiðlunum. Tjóðveldispolitikararnir Høgni Hoydal og Heidi Petersen settu síðani fram fyrispurningar á fólkatingi og í løgtingi um ætlanirnar at miðsavna føroysku løgregluna, og Mogens Nepper Christensen fúti váttaði tá, at ætlanir vóru um broytingar. Sýslumansembætið í Vestmanna skuldi sambært fútanum flytast til høvuðsstaðin, og skerjingar skuldu fremjast í løgreglumanningini í Vágum, har átta fólk í løtuni starvast.

Ongar uppsagnir
Eftir fyrispurningar er svar nú loksins komið frá danska løgmálaráðharranum Lene Espersen, sum hevur vent sær til fútan í Føroyum og løgregluovastan í Danmark. Svarið hjá løgmálaráðharranum er tí í stóran mun sitat frá føroyska fútanum og danska løgregluovastanum, og hóast eingin avgerð er tikin, tykist tað vera greiðari enn nakrantíð, at stórar broytingar skulu fremjast í Vágum og í Vestmanna á løgregluøkinum.
Fútin í Føroyum, Mogens Nepper Christensen, heldur í svarinum hjá Lene Espersen fast um somu sjónarmið, sum áður hava verið frammi: At sýslumansembætið í Vestmanna skal flytast til Havnar, og at broytingar og skerjingar skulu fremjast á løgreglustøðini í Miðvági, men at støðin tó skal varðveitast.
í svarinum hjá Lene Espersen sigur fútin í Føroyum, at hann heldur fast um hesa áskoðan, men at talan tó ikki verður um uppsagnir í Vágum. Tað eigur sambært honum at bera til, at starvsfólk heldur skulu flytast, og álitisfólk og fakfólk skulu takast upp á ráð, áðrenn avgerðir verða tiknar, sum koma at ávirka starvsfólkini. Sum heild tykist tað tó vera greitt, at tað ikki leingi afturat vera átta starvsfólk á løgreglustøðini í Miðvági.

Arbeiðsbólkur
Men broytingarnar í føroysku løgregluni hava leingi verið á veg. Mogens Nepper Christensen ger í svarinum hjá Lene Espersen eisini vart við, at hann hevur sett ein føroyskan arbeiðsbólk at kanna møguleikar fyri broytingum, sum sýslumaðurin í Suðuroy, Sommer Joensen, hevur staðið fyri.
Arbeiðsbólkurin er eisini komin fram til úrslit, og niðurstøðurnar eru somuleiðis, at sýsluembætið í Vestmanna eigur at verða niðurlagt og flutt til Havnar, og løgreglumanningin í Miðvági skal skerjast.
Orsøkin til hesar framtíðarætlanir eru at finna í infrastrukturellu broytingunum. Undirsjóvartunnilin broytir trygdarligu umstøðurnar í Vágum, og tað tykist sambært niðurstøðuni hjá arbeiðsbólkinum ikki vera neyðugt við átta starvsfólkum á støðini í Miðvági. Arbeiðsbólkurin mælir sostatt Mogens Nepper Christensen til at fremja effektiviseringar og rationaliseringar í Vágum, hóast løgreglustøðin sjálv skal varðveitast.

Mótstøða
Umframt ónøgd frá fleiri politikarum er talan eisini um innanhýsis ósemju hjá løgregluni í Føroyum. Limir í stýrisbólkinum hjá løgregluni fyri komandi broytingar í Vágum og Vestmanna hava víst á, at frágreiðingin hjá arbeiðsbólkinum ikki eru haldgóðar.
Orsøkin til misnøgdina er, at arbeiðsbólkurin við Sommer Joensen á odda ikki hevur viðgjørt vandarnar við skerjingunum í Vágum og avtøkuni av sýslumansembætinum í Vestmanna.
Í svari sínum til løgmálaráðharran ger fútin vart við, at hann tí ikki treytaleyst ætlar at fylgja tillmælinum hjá arbeiðsbólkinum, men hann hevur framvegis ta fatan, at broytingar eru neyðugar í Vágunum og Vestmanna.
Nú fer Mogens Nepper Christensen so at viðgera málið saman við danska løgregluovastanum, áðrenn nøkur avgerð verður tikin frá teirra síðu.

Fútin fær undirtøku
Í stuttari viðmerking í svarinum hjá Lene Espersen til Høgna Hoydal sigur danski løgregluovastin, at hann tekur undir við ætlanum um broytingar í Vágum og Vestmanna, men at hann ynskir at fáa kjak í lag við føroysku løgregluna um spurningarnar.
Sambært honum er aðalendamálið at tryggja øllum eina professionella og effektiva løgreglutænastu, eisini við støði í broytingunum í føroysku samferðsluviðurskiftum.
Niðurstøðan tykist vera, at sýsluskrivstovan í Vestmanna fer í søguna, og skerjingar verða gjørdar í løgreglustøðini í Vágum.