Beint eftir fólkaatkvøðuna í gjárkvøldið samtykti bygdaráðið í Miðvági einmælt sáttmálan um kommunusamanlegging við Sandavági. Á bygdarráðssfundinum í kvøld kl. 18.00, varð sáttmálin eisini einmælt samtyktur av bygdarráðnum í Sandavági.
Sostatt verða Miðvágs og Sandavágs kommuna ein kommuna frá 1. jannuar 2009, nýggja kommunan fær navnið Vága Kommuna.