Sunnudagsskúli í kirkjutíð

Miðvágur: Sunnudagin var fyrstu ferð at børnini í bygdini høvdu møguleika at fara í sunnudagsskúla, samstundis sum foreldrini fóru í kirkju.

Tað var missiónshúsið í bygdini (myndin) sum hevði tikið hetta stigið, og sum skilst tóku foreldur væl undir við tí. Fleiri nýggj andlit vóru nevniliga at síggja í sunnudagsskúlanum. 

Ætlanin er at hava sunnudagsskúlan í Miðvági á henda hátt fyrsta sunnudag í hvørjum mánaði. Hinar dagarnar verður hann sum vanligt kl. 14 í missiónshúsinum. 

Broytingin er gjørd í samstarvi millum missiónshúsið og kirkjuráðið.